{"id":8048,"date":"2017-11-07T01:34:58","date_gmt":"2017-11-07T01:34:58","guid":{"rendered":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=8048"},"modified":"2026-10-29T17:35:30","modified_gmt":"2026-10-29T17:35:30","slug":"susanna-skylv-og-andrias-skjotast-runt-agnid","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=8048","title":{"rendered":"S\u00fasanna Skylv og Andrias skj\u00f3tast Runt Agni\u00f0"},"content":{"rendered":"<p>So er fyrsta umfar av Betri Vetrarkappingini fari\u00f0 afturum, og uppm\u00f8tingin \u00e1 Toftum bo\u00f0ar fr\u00e1, at vit aftur hendan veturin fara at f\u00e1a eina f\u00f3lkar\u00edka kapping. Omanfyri 100 luttakarar v\u00f3ru vi\u00f0 hetta fyrsta umfari\u00f0 Runt Agni\u00f0.<\/p>\n<p>Ta\u00f0 var\u00f0 s\u00e6\u00f0 vi\u00f0 miklum spenningi fram til kappingina hj\u00e1 kvinnunum, t\u00ed n\u00fa var eingin Rebekka Fugl\u00f8 og heldur eingin Rigmor N. Arge vi\u00f0. Unga Oddv\u00f8r Josephsen er rykt upp \u00ed kvinnuunglingar og harvi\u00f0 opna b\u00f3lkin, men hon var heldur ikki vi\u00f0. Beinta Hoydal Joensen hevur runni\u00f0 so sera v\u00e6l \u00e1 maratonteininum hetta seinasta \u00e1ri\u00f0, og var t\u00ed sp\u00e1dd at hava vinnaram\u00f8guleikar.<\/p>\n<p>Men so var ta\u00f0 eisini S\u00fasanna Skylv, sum vit ikki hava s\u00e6\u00f0 til rennikappingar \u00ed \u00e1rav\u00eds. Hon umbo\u00f0a\u00f0i F\u00f8royar \u00e1 oyggjaleikunum \u00e1 \u00c1landi \u00ed 2009 og vann ta\u00f0 einasta hei\u00f0ursmerki \u00ed fr\u00e6lsum \u00edtr\u00f3tti, sum F\u00f8royar vunnu. Hetta gj\u00f8rdi hon vi\u00f0 at gerast nummar tvey \u00e1 10.000 m vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini 37.59,33 min. So h\u00f3ast hetta eru g\u00f3\u00f0 \u00e1tta \u00e1r s\u00ed\u00f0ani, fer ein sl\u00edk klassat\u00ed\u00f0 alt\u00ed\u00f0 at gera hana til eina av favorittunum \u00ed einari f\u00f8royskari rennikapping.<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/11\/Runt-Agni%C3%B0-2017-S%C3%BAsanna-Skylv.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone wp-image-14670\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/11\/Runt-Agni%C3%B0-2017-S%C3%BAsanna-Skylv.jpg\" alt=\"Runt Agni\u00f0 2017 S\u00fasanna Skylv\" width=\"551\" height=\"367\" \/><br \/>\n<\/a>S\u00fasanna kom aftur, s\u00e1 og sigra\u00f0i og n\u00fdtur sigursl\u00f8tuna \u00e1 m\u00e1lstrikuni<\/p>\n<p>Ta\u00f0 var S\u00fasanna, sum leg\u00f0i har\u00f0ast \u00fat, men longu t\u00ed\u00f0liga \u00ed m\u00f3tbrekkunum, t\u00f3k Beinta hana aftur, og fekk eitt l\u00edti\u00f0 hol. Komnar oman \u00e1 Rituv\u00edkarvegin fer S\u00fasanna afur at elta Beintu, sum megnar at halda stand naka\u00f0 framvi\u00f0 rundkoyringini. T\u00e1 tekur S\u00fasanna Beintu aftur, og rennur 18 sekund undan henni til t\u00e6r koma \u00e1 m\u00e1li\u00f0 \u00e1 Toftum.<\/p>\n<p>Ann-Mari av Skar\u00f0i \u00far Bragdinum var naka\u00f0 aftanfyri t\u00e6r b\u00e1\u00f0ar fremstu, men r\u00edmiliga trygg \u00e1 tri\u00f0ja pl\u00e1ssi framman fyri Astrid Joensen.<\/p>\n<p><strong>T\u00edggju t\u00e6r bestu kvinnurnar \u00ed opna b\u00f3lkinum:<\/strong><br \/>\n1. S\u00fasanna Skylv, Hvirlan, 44.25<br \/>\n2. Beinta Hoydal Joensen,Bragdi\u00f0, 44.43<br \/>\n3. Ann-Mari av Skar\u00f0i, Bragdi\u00f0, 47.35<br \/>\n4. Astrid Joensen, Roysni\u00f0, 48.12<br \/>\n5. Hallbj\u00f8rg Danielsen, Roysni\u00f0, 48.38<br \/>\n6. Petra Weihe Mikkelsen, Roysni\u00f0 50.20<br \/>\n7. Sigrun Kallsoy Kristiansen, Bragdi\u00f0, 51.48<br \/>\n8. Svanna V. Lutzen, Treysti, 51.52<br \/>\n9. Marita Andrasard\u00f3ttir, Hvirlan, 51.58<br \/>\n10. Eydna Weihe, Bragdi\u00f0, 52.01<\/p>\n<p>Vi\u00f0 Jan Elmari S\u00f8rensen \u00e1 ska\u00f0alistanum, var\u00f0 lagt upp til tv\u00eddyst millum Julian Gregersen \u00far Treysti og Andrias Hansen \u00far Bragdinum, vi\u00f0 seinast nevnda sum favoritti. Andrias er sera v\u00e6l fyri \u00ed l\u00f8tuni, og t\u00e1 skal hann helst megna at gera l\u00edvi\u00f0 s\u00fart fyri mi\u00f0teinarennaran. Ta\u00f0 gj\u00f8rdi Andrias eisini, og slapp longu leysur \u00ed fyrstu brekkunum. Allan vegin hev\u00f0i hann meira fer\u00f0 enn Julian, og \u00e1 m\u00e1linum var h\u00e1lvur annar minuttur millum teirra. Julian var t\u00f3 tryggur \u00e1 silvurpl\u00e1ssinum, ein minutt frammanfyri unga Gunnar Sivertsen, sum fyri fyrstu fer\u00f0 trein \u00e1 sigurspallin hj\u00e1 teimum vaksnu. Sera gle\u00f0iligt, at s\u00edgga framgongdina hj\u00e1 Gunnari.<\/p>\n<p><strong>T\u00edggju teir bestu menninir \u00ed opna b\u00f3lkinum:<br \/>\n<\/strong>1. Andrias Hansen, Bragdi\u00f0 37.17<br \/>\n2. Julian Gregersen, Treysti, 38.42<br \/>\n3. Gunnar Sivertsen, Treysti, 39.40<br \/>\n4. Regin Thomsen, Roysni\u00f0, 40.46<br \/>\n5. Hjalmar Sj\u00f3var\u00e1, Bragdi\u00f0, 40.57<br \/>\n6. Lau Jensen, Roysni\u00f0, 41.23<br \/>\n7. Uni Svabo Joensen, Fr\u00e6lsi 41.26<br \/>\n8. Heini Gregersen, Treysti, 42.04<br \/>\n9. Regin Mitt\u00fan, Bragdi\u00f0, 42.18<br \/>\n10. Alex Troleis, Roysni\u00f0, 42.26<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/11\/Runt-Agni%C3%B0-2017-Andrias-%C3%A1-m%C3%A1l.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone wp-image-14662\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/11\/Runt-Agni%C3%B0-2017-Andrias-%C3%A1-m%C3%A1l.jpg\" alt=\"Runt Agni\u00f0 2017 Andrias \u00e1 m\u00e1l\" width=\"500\" height=\"333\" \/><br \/>\n<\/a><em>Andrias Hansen heldur \u00e1 fram har hann slepti seinasta kappingar\u00e1r, t\u00e1 hann vann seinastu Vetrarkapping umframt FM \u00e1 5.000 m.<\/em><\/p>\n<p><b>B\u00f8rnini<br \/>\n<\/b>Fyri at gera renningina hj\u00e1 b\u00f8rnunum eitt sindur meira \u00e1hugaverda, byrja\u00f0u tey hesufer\u00f0 20 minuttir aftan\u00e1 startin hj\u00e1 teimum vaksnu. Ta\u00f0 merkti, at tey byrja\u00f0u umlei\u00f0, t\u00e1 fremstu rennararnir komu framvi\u00f0 teimu. Hetta gj\u00f8rdi at tey komu at kappast vi\u00f0 tey vaksnu, og at \u00f8ll komu \u00e1 m\u00e1l n\u00f8kulunda samstudis sum onkur av teimum vaksnu. Um j\u00fast hetta var ors\u00f8kin til g\u00f3\u00f0u \u00farslitini, skal ikki ver\u00f0a sagt, men hesi heilt ungu fingu sera g\u00f3\u00f0ar t\u00ed\u00f0ir \u00e1 fimm kilometra langa teininum hj\u00e1 teimum. \u00darslitini v\u00f3ru hesi:<\/p>\n<p><b>Gentur:<br \/>\n<\/b>1. Anna Katrina Mikkelsen, Roysni\u00f0, 20.46<br \/>\n2. Vibeka Eihilt Sivertsen, Treysti, 20.58<br \/>\nDNS Maria Biskopst\u00f8, Treysti<\/p>\n<p><strong>Dreingir:<\/strong><br \/>\n1. Hans Erland Thomsen, Bragdi\u00f0, 18.33<br \/>\n2. Ingi Johannesen, Roysni\u00f0, 19.30<br \/>\n3. R\u00fani Samson Vang, Bragdi\u00f0, 20.22<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/11\/Runt-Agni%C3%B0-2017-Hans-Erland-%C3%A1-m%C3%A1l.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone wp-image-14666\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/11\/Runt-Agni%C3%B0-2017-Hans-Erland-%C3%A1-m%C3%A1l.jpg\" alt=\"Runt Agni\u00f0 2017 Hans Erland \u00e1 m\u00e1l\" width=\"500\" height=\"333\" \/><br \/>\n<\/a><em>Hans Erland Thomsen \u00far Bragdinum vann dreingjab\u00f3lkin \u00ed fj\u00f8r og aftur \u00ed \u00e1r. (20 min. skulu takast av klokkuni)<\/em><\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/11\/Runt-Agni%C3%B0-2017-Regin-Thomsen-nr-1-genta.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone wp-image-14669\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/11\/Runt-Agni%C3%B0-2017-Regin-Thomsen-nr-1-genta.jpg\" alt=\"Runt Agni\u00f0 2017 Regin Thomsen nr 1 genta\" width=\"500\" height=\"333\" \/><br \/>\n<\/a><em>Anna Katrina Mikkelsen vinnur gentub\u00f3lkin, og Regin Thomsen f\u00e6r s\u00edtt besta \u00farslit nakrant\u00ed\u00f0 \u00ed Vetrarkappingini vi\u00f0 at gerast nr. 4 &#8211; aftanfyri h\u00f3mast Vibeka Sivertsen, sum bleiv nr. 2 hj\u00e1 gentunum, og Hjalmar Sj\u00f3var\u00e1, sum bleiv nr. 5 \u00ed opna b\u00f3lkinum, men vann veteranb\u00f3lkin.<\/em><\/p>\n<p><strong>Ultra-veteranar<\/strong><br \/>\nSum naka\u00f0 n\u00fdtt eru vit farin undir eitt royndar\u00e1r vi\u00f0 sonevndum ultra-veteranum. Hetta er aldurb\u00f3lkurin +65 \u00e1r ella tey, sum eru f\u00f8dd \u00ed 1952 og fyrr. Ein kvinna og fimm menn v\u00f3ru vi\u00f0 til fyrstu kappingina, og s\u00f8ga var\u00f0 skriva\u00f0, t\u00e1 fyrsti ultraveteranurin kom \u00e1 m\u00e1li\u00f0. Ikki \u00f3v\u00e6nta\u00f0 gj\u00f8rdist talan um Jens Weihe \u00far Fr\u00e6lsi, sum eisini megna\u00f0i at leggja allar superveteranarnar afturum!<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/11\/Runt-Agni%C3%B0-2017-fyrsti-1.-ultraveteranur.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone wp-image-14665\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/11\/Runt-Agni%C3%B0-2017-fyrsti-1.-ultraveteranur.jpg\" alt=\"Runt Agni\u00f0 2017 fyrsti 1. ultraveteranur\" width=\"500\" height=\"333\" \/><br \/>\n<\/a><em>Jens R. Weihe \u00far Fr\u00e6lsi gj\u00f8rdist fyrsti ultraveteranur nakrant\u00ed\u00f0 at koma \u00e1 m\u00e1l. Ta\u00f0 er R\u00f3i Herup Olsen (54), sum vil vera vi\u00f0 \u00e1 s\u00f8guligu myndini<\/em><\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/11\/Runt-Agni%C3%B0-2017-J%C3%B3nger%C3%B0-H%C3%B8gnesen.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone wp-image-14668\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/11\/Runt-Agni%C3%B0-2017-J%C3%B3nger%C3%B0-H%C3%B8gnesen.jpg\" alt=\"Runt Agni\u00f0 2017 J\u00f3nger\u00f0 H\u00f8gnesen\" width=\"500\" height=\"333\" \/><br \/>\n<\/a><em>Og fyrsti kvinnuligi ultraveteranur gj\u00f8rdist (sj\u00e1lvsagt) J\u00f3nger\u00f0 H\u00f8gnesen \u00far Bragdinum. T\u00e6r, i\u00f0 fagna l\u00f8tuna saman vi\u00f0 henni eru Anna Sof\u00eda Kristiansen \u00far Bragdinum (66) og Anna Christiansen \u00far Roysninum.\u00a0<\/em><\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/11\/Runt-Agni%C3%B0-2017-Elisabeth-Rasmussen.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone wp-image-14664\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/11\/Runt-Agni%C3%B0-2017-Elisabeth-Rasmussen.jpg\" alt=\"Runt Agni\u00f0 2017 Elisabeth Rasmussen\" width=\"551\" height=\"367\" \/><br \/>\n<\/a><em>Elisabeth Rasmussen \u00far Bragdinum vann superveteranarnar hj\u00e1 kvinnum<\/em><\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/11\/Runt-Agni%C3%B0-2017-John-Egholm1.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone wp-image-14680\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/11\/Runt-Agni%C3%B0-2017-John-Egholm1.jpg\" alt=\"Runt Agni\u00f0 2017 John Egholm\" width=\"551\" height=\"367\" \/><br \/>\n<\/a><em>John Egholm \u00far Hvirluni vann superveteranb\u00f3lkin hj\u00e1 monnum<\/em><\/p>\n<p>\u00d8ll \u00farslitini s\u00edggjast\u00a0<a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/11\/agnid_pdf_2.pdf\">HER<\/a><\/p>\n<p>Og myndir, sum Helgi Johannesen hevur tiki\u00f0 vi\u00f0 myndat\u00f3linum hj\u00e1 J\u00f3annesi Poulsen, s\u00edggjast <a href=\"https:\/\/photos.google.com\/share\/AF1QipPeXDEnxHiAGMNvKbO4ql5OBDzWkPPNuOoo60OvnGVy0VOJbRJxHVwZCXK-v3e82Q?key=a1ZDRkVjRDVKZ0pYRUZwaDRIZEtIWmo4UXREYU1B\">HER<\/a><\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/11\/Runt-Agni%C3%B0-2017-3-2.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone wp-image-14661\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/11\/Runt-Agni%C3%B0-2017-3-2.jpg\" alt=\"Runt Agni\u00f0 2017 3-2\" width=\"550\" height=\"366\" \/><br \/>\n<\/a><em>Wolles og Elna fr\u00e1 3-2 fingu eina g\u00f3\u00f0a fr\u00e1s\u00f8gn fr\u00e1 kappingini<\/em><\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/11\/Runt-Agni%C3%B0-2017-Arnfinn.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone wp-image-14663\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/11\/Runt-Agni%C3%B0-2017-Arnfinn.jpg\" alt=\"Runt Agni\u00f0 2017 Arnfinn\" width=\"551\" height=\"367\" \/><br \/>\n<\/a><em>Mr. Roysni\u00f0, Arnfinn Johannesen, og restin av Roysni\u00f0-toyminum komu sum alt\u00ed\u00f0 sera v\u00e6l fr\u00e1 fyriskipanini<\/em><\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/11\/Runt-Agni%C3%B0-2017-Troleis.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone wp-image-14672\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/11\/Runt-Agni%C3%B0-2017-Troleis.jpg\" alt=\"Runt Agni\u00f0 2017 Troleis\" width=\"551\" height=\"367\" \/><br \/>\n<em>N<\/em><\/a><em>\u00f3gv n\u00fdggj andlit v\u00f3ru at s\u00edggja leygardagin. Her er ta\u00f0 Alex Troleis, ein av okkara altj\u00f3\u00f0a FIFA-d\u00f3marum. Hann dugir ikki bara at floyta. Ta\u00f0 gj\u00f8rdist eitt flott 10. pl\u00e1ss til hansara. Og eingin skelda\u00f0i hann.\u00a0<\/em><\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/11\/Runt-Agni%C3%B0-2017-Tey-Gr%C3%B8nu1.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone wp-image-14678\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/11\/Runt-Agni%C3%B0-2017-Tey-Gr%C3%B8nu1.jpg\" alt=\"Runt Agni\u00f0 2017 Tey Gr\u00f8nu\" width=\"551\" height=\"367\" \/><br \/>\n<\/a><em>Vartandi felagi\u00f0 Roysni\u00f0, hevur gj\u00f8rt n\u00f3gv burtur\u00far seinastu t\u00ed\u00f0ina, og ta\u00f0 s\u00e1st aftur \u00ed fyrstu kappingini \u00ed vetur. Gr\u00f8ni liturin var r\u00e6ttiliga ey\u00f0s\u00fdndur allan vegin Runt Agni\u00f0<\/em><\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/11\/Runt-Agni%C3%B0-2017-Hilmar-Hansen.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone wp-image-14679\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/11\/Runt-Agni%C3%B0-2017-Hilmar-Hansen.jpg\" alt=\"Runt Agni\u00f0 2017 Hilmar Hansen\" width=\"549\" height=\"366\" \/><br \/>\n<\/a><em>Vetrarkappingin er eisini gott h\u00f8vi hj\u00e1 \u00f8\u00f0rum \u00edtr\u00f3ttargreinum at royna seg. Her er ta\u00f0 oyggjaleikas\u00fakklarin Hilmar Hansen, sum k\u00fdtir seg um m\u00e1lstrikuna<\/em><\/p>\n<p>&nbsp;<\/p>\n<p>&nbsp;<\/p>\n<p>&nbsp;<\/p>\n<p>&nbsp;<\/p>\n<p><!-- fifarkiv-gallery --><\/p>\n<h3>Myndir<\/h3>\n<div data-carousel-extra='{&quot;blog_id&quot;:1,&quot;permalink&quot;:&quot;https:\/\/www.athletics.fo\/?p=8048&quot;}' id='gallery-1' class='gallery galleryid-8048 gallery-columns-4 gallery-size-thumbnail'><figure class='gallery-item'>\n\t\t\t<div class='gallery-icon landscape'>\n\t\t\t\t<a href='https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/gallery\/2017\/11\/Runt-Agni\u00f0-2017-John-Egholm.jpg'><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" width=\"150\" height=\"150\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/gallery\/2017\/11\/Runt-Agni\u00f0-2017-John-Egholm-150x150.jpg\" class=\"attachment-thumbnail size-thumbnail\" alt=\"\" data-attachment-id=\"11901\" data-permalink=\"https:\/\/www.athletics.fo\/?attachment_id=11901\" data-orig-file=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/gallery\/2017\/11\/Runt-Agni\u00f0-2017-John-Egholm.jpg\" data-orig-size=\"882,588\" data-comments-opened=\"0\" data-image-meta=\"{&quot;aperture&quot;:&quot;0&quot;,&quot;credit&quot;:&quot;&quot;,&quot;camera&quot;:&quot;&quot;,&quot;caption&quot;:&quot;&quot;,&quot;created_timestamp&quot;:&quot;0&quot;,&quot;copyright&quot;:&quot;&quot;,&quot;focal_length&quot;:&quot;0&quot;,&quot;iso&quot;:&quot;0&quot;,&quot;shutter_speed&quot;:&quot;0&quot;,&quot;title&quot;:&quot;&quot;,&quot;orientation&quot;:&quot;0&quot;,&quot;alt&quot;:&quot;&quot;}\" data-image-title=\"Runt-Agni\u00f0-2017-John-Egholm\" data-image-description=\"\" data-image-caption=\"\" data-large-file=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/gallery\/2017\/11\/Runt-Agni\u00f0-2017-John-Egholm.jpg\" \/><\/a>\n\t\t\t<\/div><\/figure><figure class='gallery-item'>\n\t\t\t<div class='gallery-icon landscape'>\n\t\t\t\t<a href='https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/gallery\/2017\/11\/Runt-Agni\u00f0-2017-Tey-Gr\u00f8nu.jpg'><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" width=\"150\" height=\"150\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/gallery\/2017\/11\/Runt-Agni\u00f0-2017-Tey-Gr\u00f8nu-150x150.jpg\" class=\"attachment-thumbnail size-thumbnail\" alt=\"\" data-attachment-id=\"11902\" data-permalink=\"https:\/\/www.athletics.fo\/?attachment_id=11902\" data-orig-file=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/gallery\/2017\/11\/Runt-Agni\u00f0-2017-Tey-Gr\u00f8nu.jpg\" data-orig-size=\"882,588\" data-comments-opened=\"0\" data-image-meta=\"{&quot;aperture&quot;:&quot;0&quot;,&quot;credit&quot;:&quot;&quot;,&quot;camera&quot;:&quot;&quot;,&quot;caption&quot;:&quot;&quot;,&quot;created_timestamp&quot;:&quot;0&quot;,&quot;copyright&quot;:&quot;&quot;,&quot;focal_length&quot;:&quot;0&quot;,&quot;iso&quot;:&quot;0&quot;,&quot;shutter_speed&quot;:&quot;0&quot;,&quot;title&quot;:&quot;&quot;,&quot;orientation&quot;:&quot;0&quot;,&quot;alt&quot;:&quot;&quot;}\" data-image-title=\"Runt-Agni\u00f0-2017-Tey-Gr\u00f8nu\" data-image-description=\"\" data-image-caption=\"\" data-large-file=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/gallery\/2017\/11\/Runt-Agni\u00f0-2017-Tey-Gr\u00f8nu.jpg\" \/><\/a>\n\t\t\t<\/div><\/figure>\n\t\t<\/div>\n\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>So er fyrsta umfar av Betri Vetrarkappingini fari\u00f0 afturum, og uppm\u00f8tingin \u00e1 Toftum bo\u00f0ar fr\u00e1, at vit aftur hendan veturin fara at f\u00e1a eina f\u00f3lkar\u00edka kapping. Omanfyri 100 luttakarar v\u00f3ru vi\u00f0 hetta fyrsta umfari\u00f0 Runt Agni\u00f0. Ta\u00f0 var\u00f0 s\u00e6\u00f0 vi\u00f0 miklum spenningi fram til kappingina hj\u00e1 kvinnunum, t\u00ed n\u00fa var eingin Rebekka Fugl\u00f8 og heldur [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":4,"featured_media":8049,"comment_status":"closed","ping_status":"","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"_jetpack_newsletter_access":"","_jetpack_dont_email_post_to_subs":false,"_jetpack_newsletter_tier_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paywalled_content":false,"_jetpack_feature_clip_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paid_content":false,"footnotes":"","jetpack_publicize_message":"","jetpack_publicize_feature_enabled":true,"jetpack_social_post_already_shared":true,"jetpack_social_options":{"image_generator_settings":{"template":"highway","default_image_id":0,"font":"","enabled":false},"version":2},"jetpack_post_was_ever_published":false},"categories":[50],"tags":[],"class_list":["post-8048","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-fif-arkiv"],"jetpack_publicize_connections":[],"jetpack_sharing_enabled":true,"jetpack_featured_media_url":"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2017\/11\/Runt-Agni\u00f0-2017-S\u00fasanna-Skylv.jpg","_links":{"self":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/8048","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/4"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=8048"}],"version-history":[{"count":2,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/8048\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":11903,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/8048\/revisions\/11903"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/8049"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=8048"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=8048"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=8048"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}