{"id":8145,"date":"2018-06-01T20:04:17","date_gmt":"2018-06-01T19:04:17","guid":{"rendered":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=8145"},"modified":"2026-10-29T10:57:45","modified_gmt":"2026-10-29T10:57:45","slug":"vaktarskifti-hja-fif","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/www.athletics.fo\/?p=8145","title":{"rendered":"Vaktarskifti hj\u00e1 F\u00cdF"},"content":{"rendered":"<p>Fr\u00edggjakv\u00f8ldi\u00f0 var \u00e1rsa\u00f0alfundurin hj\u00e1 F\u00cdF hildin \u00ed fundarh\u00f8lum hj\u00e1 F\u00f8roya Tele \u00ed Hoyv\u00edk. Undan fundinum var greitt, at n\u00fdggjur forma\u00f0ur skuldi finnast, t\u00ed forma\u00f0urin seinastu \u00e1tta \u00e1rini ynskti ikki afturval.<\/p>\n<p>S\u00f8ren Antoft \u00far Bragdinum og S\u00f8lvi Reinert Hansen \u00far Roysninum v\u00f3ru uppskotin formansevni. Teir fingu b\u00e1\u00f0ir or\u00f0i\u00f0 undan atkv\u00f8\u00f0ugrei\u00f0sluni, og h\u00f8vdu teir b\u00e1\u00f0ir sett s\u00e6r n\u00f8kur g\u00f3\u00f0 m\u00e1l at virka fyri. Ta\u00f0 gj\u00f8rdist S\u00f8lvi, sum vann atkv\u00f8\u00f0ugrei\u00f0sluna og ver\u00f0ur hann t\u00ed forma\u00f0ur hesi b\u00e6\u00f0i n\u00e6stu \u00e1rini.<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2018\/06\/F%C3%8DF-formansskifti-2018.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone wp-image-15239\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2018\/06\/F%C3%8DF-formansskifti-2018.jpg\" alt=\"F\u00cdF formansskifti 2018\" width=\"550\" height=\"739\" \/><br \/>\n<\/a><em>Back to basic. S\u00f8lvi Reinert Hansen var fyrsti forma\u00f0ur F\u00cdF&#8217;s, og setur seg n\u00fa aftur \u00ed sessin, sum Hallur Holm hevur havt s\u00ed\u00f0an 2010<\/em><\/p>\n<p>Eisini nevndarlimurin Guttorm S\u00f8rensen st\u00f3\u00f0 fyri vali. Eingin stilla\u00f0i upp m\u00f3ti honum, og heldur hann t\u00ed fram \u00ed nevndini komandi tvey \u00e1rini. Sostatt gj\u00f8rdist formansskifti\u00f0 einasta broyting \u00ed starvsnevndini, sum n\u00fa s\u00e6r solei\u00f0is \u00fat:<\/p>\n<ul>\n<li>S\u00f8lvi Reinert Hansen, forma\u00f0ur<\/li>\n<li>Niels J\u00e1kup Jakobsen, n\u00e6stforma\u00f0ur<\/li>\n<li>Guttorm S\u00f8rensen, peningar\u00f8kil<\/li>\n<li>Regin Thomsen, skrivari<\/li>\n<li>Rigmor N. Arge<\/li>\n<li>Karin K. Petersen, 1. tiltakslimur<\/li>\n<li>S\u00f8ren Antoft, 2. tiltakslimur<\/li>\n<\/ul>\n<p>Kappingarnevnd bleiv eisini vald, og \u00ed hana komu:<\/p>\n<ul>\n<li>Regin Thomsen, forma\u00f0ur<\/li>\n<li>Guttorm S\u00f8rensen<\/li>\n<li>S\u00f8ren Antoft<\/li>\n<li>R\u00f3gvi Johansen<\/li>\n<\/ul>\n<p>N\u00fdggi forma\u00f0urin S\u00f8lvi Reinert Hansen var ein av stigtakarunum til at stovna Fr\u00e6lsan \u00cdtr\u00f3tt F\u00f8roya \u00ed 2002 og var sj\u00e1lvur fyrsti forma\u00f0ur felagsins fram til 2006, t\u00e1 Heri Ziska t\u00f3k vi\u00f0. Fr\u00e1farandi forma\u00f0ur hevur siti\u00f0 seinastu \u00e1tta \u00e1rini s\u00ed\u00f0ani 2010.<\/p>\n<p>Seinasta formansfr\u00e1grei\u00f0ingin kann lesast undir myndini.<\/p>\n<p><a href=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2018\/06\/F%C3%8DF-nevndin-2018.jpg\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" class=\"alignnone wp-image-15240\" src=\"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2018\/06\/F%C3%8DF-nevndin-2018.jpg\" alt=\"F\u00cdF nevndin 2018\" width=\"600\" height=\"339\" \/><br \/>\n<\/a><em>N\u00fdggja starvsnevndin hj\u00e1 F\u00cdF: F.v.: Guttorm S\u00f8rensen, Niels J\u00e1kup Jakobsen, S\u00f8lvi Reinert Hansen, Rigmor Napoleonsd\u00f3ttir Arge og Regin Thomsen<\/em><\/p>\n<p><em><strong>Formansfr\u00e1grei\u00f0ingin 2017\/18<\/strong><\/em><\/p>\n<p><em>Okkara \u00edtr\u00f3ttur krevur meira arbei\u00f0i enn n\u00f3gvur annar \u00edtr\u00f3ttur, og t\u00ed er ta\u00f0 bara gle\u00f0iligt, at vit hava n\u00f3gvar elds\u00e1lir, sum gera eitt risast\u00f3rt arbei\u00f0i dag og dagliga. Hetta str\u00ed\u00f0 hevur s\u00e6st aftur t\u00edbetur, og hei\u00f0ur er n\u00fa latin onkrum av okkara elds\u00e1lum.<\/em><\/p>\n<p><em>\u00cd fj\u00f8r vann Heri Ziska hei\u00f0urin sum \u00c1rsins Lei\u00f0ari hj\u00e1 Dansk Atletikforbund, og bleiv hann hei\u00f0ra\u00f0ur b\u00e6\u00f0i \u00ed Danmark og \u00ed F\u00f8royum.<\/em><\/p>\n<p><em>N\u00fa fyrst \u00ed mai var ta\u00f0 so Guttorm S\u00f8rensen, sum vann hei\u00f0ursbr\u00e6v Poul E. Peterens. Ein hei\u00f0ur, sum ver\u00f0ur latin fyri sj\u00e1lvbo\u00f0i\u00f0 og \u00f3sj\u00e1lvss\u00f8ki\u00f0 arbei\u00f0i. Av t\u00ed at Guttorm ikki kundi taka \u00ed m\u00f3ti hei\u00f0urinum, sum var latin \u00e1 a\u00f0alfundinum hj\u00e1 \u00cdSF, h\u00f8vdu F\u00cdF, Treysti og Klaksv\u00edkar Kommuna eina m\u00f3tt\u00f8ku \u00ed B\u00fdr\u00e1\u00f0ssalinum \u00ed Klaksv\u00edk, har st\u00f3r mannfj\u00f8ld fagna\u00f0i Guttormi.<\/em><\/p>\n<p><em>B\u00e6\u00f0i Heri og Guttorm hava saman vi\u00f0 Absalon Hansen veri\u00f0 vangamyndir \u00ed 3-2, og eru t\u00ed vi\u00f0 til at varpa eitt sera positivt lj\u00f3s \u00e1 fr\u00e6lsan \u00edtr\u00f3tt.<\/em><\/p>\n<p><em>At tilt\u00f8k hj\u00e1 okkara fel\u00f8gum m.a. eru til at vinna pening, er heilt nat\u00farligt. Men ta\u00f0 vendir eisini hinvegin. Samstarvi\u00f0 sum b\u00e6\u00f0i Fr\u00e6lsi og Bragdi\u00f0 hava havt vi\u00f0 Krabbameinsfelagi\u00f0 og gongu-\u00bdh\u00e1lvmaraton, er vi\u00f0 til at skaffa Krabbameinsfelagnum pening. Ta\u00f0 sama var galdandi til moti\u00f3nsrenningina \u00ed sambandi vi\u00f0 NS \u00bdmaraton hj\u00e1 Treysti, har lutt\u00f8kugjaldi\u00f0 f\u00f3r til Sclerosufelagi\u00f0 og tiltaki\u00f0 hj\u00e1 Jonhard Larsen, har hann rann \u00far Klaksv\u00edk til Havnar fyri at stu\u00f0la Alzheimerfelagnum. Solei\u00f0is hevur fr\u00e6lsi \u00edtr\u00f3tturin v\u00edst samfelagssinni og hetta hevur varpa\u00f0 positivt lj\u00f3s \u00e1 fr\u00e6lsa \u00edtr\u00f3ttin.<\/em><\/p>\n<p><em><strong>Svensk, ella Gotlendsk vitjan \u00e1 p\u00e1skum gav eisini g\u00f3\u00f0a fj\u00f8lmi\u00f0laumr\u00f8\u00f0u<\/strong>.<\/em><br \/>\n<em> Ta\u00f0 l\u00e1 n\u00f8kur \u00e1r \u00ed tonkunum, at gera okkurt serligt burtur \u00far fyri \u00ed\u00f0karar og venarjar \u00e1 breytini, og at br\u00faka okkara sambond gj\u00f8gnum eitt n\u00fa oyggjaleikir. T\u00ed var ta\u00f0 leingi eitt ynski at f\u00e1a Jorma Jaaskelainen og Mattias Sunneborn \u2013 gotlendskir toppvenjarar og fyrrverandi topp\u00ed\u00f0karar &#8211; til F\u00f8roya. Hesir b\u00e1\u00f0ir eru g\u00f3\u00f0ir all-roundvenjarar og Mattias hev\u00f0i eisini s\u00edna s\u00f8gu at siga fr\u00e1 einum r\u00edkum, spennandi \u00edtr\u00f3ttarl\u00edvi og um Suicide Zero. Skipa\u00f0 var\u00f0 fyri v\u00e6leydna\u00f0um fyrilestri \u00ed Starvsmannafelagsh\u00fasinum.<\/em><\/p>\n<p><em>F\u00fdra ymiskar venjingar blivu eisini fyriskipa\u00f0ar. Ein vi\u00f0 denti \u00e1 lop, ein vi\u00f0 denti \u00e1 spurt, ein barnavenjing og sp\u00e6l og ein venjing var fyri moti\u00f3nsrennarar.<\/em><\/p>\n<p><em>Vit hava samband vi\u00f0 n\u00f3gvar ymiskar g\u00f3\u00f0ar venjarar, og ta\u00f0 er sj\u00e1lvandi ein m\u00f8guleiki at taka onkrar heim higar b\u00e6\u00f0i at venja okkara \u00ed\u00f0karar, men eisini at vera inspirati\u00f3n fyri okkara venjarar.<\/em><\/p>\n<p><em> <strong>\u00cdtr\u00f3ttarliga <\/strong><\/em><\/p>\n<p><em><strong>Oyggjaleikir<\/strong><\/em><br \/>\n<em> H\u00f8vu\u00f0skappingin hj\u00e1 F\u00cdF eru oyggjaleikirnir, har vit ynkja at hava so st\u00f3ra umbo\u00f0an sum gj\u00f8rligt, vi\u00f0 so kappingardugnaligum \u00ed\u00f0karum sum gj\u00f8rligt.<\/em><\/p>\n<p><em>\u00darsliti\u00f0 \u00ed \u00e1r var heilt fram\u00far vi\u00f0 einum gullhei\u00f0ursmerki, trimum silvurhei\u00f0ursmerkjum og einum bronsuhei\u00f0ursmerki.<\/em><\/p>\n<p><em>Ta\u00f0 var Rebekka Fugl\u00f8, sum leg\u00f0i fyri vi\u00f0 f\u00f8royskum meti og bronsu \u00e1 1.500 metrum. Seinni \u00ed vikuni rann hon \u00ed st\u00f3rum st\u00edli gulli\u00f0 heim \u00e1 800 metrum<\/em><\/p>\n<p><em>Marna Egholm vann silvur \u00e1 b\u00e6\u00f0i 10.000 metrum og \u00bd maraton. Gull- og silvurt\u00ed\u00f0irnar v\u00f3ru n\u00e6stbesta og tri\u00f0besta t\u00ed\u00f0in yvirh\u00f8vur \u00ed oyggjaleikas\u00f8guni, og s\u00f8gan var hin sama \u00ed h\u00e1lvum maraton. \u00cd b\u00e1\u00f0um f\u00f8rum var gulli \u00f3metaliga n\u00e6r.<\/em><\/p>\n<p><em>T\u00f3rur Mortensen hev\u00f0i \u00e1 einum vanligum degi l\u00e6ttliga vunni\u00f0 gull \u00ed tr\u00edst\u00f8kki, men vegna ska\u00f0a gekst als ikki eftir vild. Bert eitt lop bleiv g\u00f3\u00f0kent. Ta\u00f0 rakk til eitt trygt silvurmerki.<\/em><\/p>\n<p><em>Hesum fimm hei\u00f0ursmerkjum h\u00f8vdu vit v\u00f3nir um frammanundan, t\u00f3 vit kendu ikki litin. Men so kom unga Margit Fr\u00ed\u00f0mundsd\u00f3ttir p\u00fara \u00f3v\u00e6nta\u00f0 og vann bronsu \u00ed tr\u00edst\u00f8kki. Hon var ennt\u00e1 \u00e1 silvurpl\u00e1ssinum l\u00edka til s\u00e6tta og seinasta umfar.<\/em><\/p>\n<p><em>Sera positivt var, at vit h\u00f8vdu ungar gentur\/kvinnur vi\u00f0, sum v\u00f3ru \u00e1 s\u00ednum fyrstu oyggjaleikum. Alda Lamhauge kom \u00ed semifinaluna \u00e1 100 metrum, Oddv\u00f8r Joesephsen var vi\u00f0 \u00ed 800 m-finaluni, Margit Fr\u00ed\u00f0mundsd\u00f3ttir setti f\u00f8royskt met \u00e1 200 metrum og kom \u00ed semifinaluna og Elisabet Holm Simonsen var partur av b\u00e6\u00f0i 4&#215;100 m og 4&#215;400 m bo\u00f0renningini, sum \u00ed b\u00e1\u00f0um f\u00f8rum setti dygt f\u00f8royskt met og enda\u00f0i \u00ed b\u00e1\u00f0um finalunum.<\/em><\/p>\n<p><em>Serliga bo\u00f0renningarnar g\u00f3vu li\u00f0andanum eitt rimmar boost, og hetta merktist eisini millum allar teir f\u00f8roysku \u00e1sko\u00f0ararnar \u00ed Visby.<\/em><\/p>\n<p><em>Ungi Julian Gregersen var sera stutt fr\u00e1 at renna seg \u00ed finaluna \u00e1 800 metrum. Hetta eydna\u00f0ist t\u00f3 til fulnar \u00e1 1.500, har hann \u00ed finaluni setti eitt gott pers\u00f3nligt met. Seinasti luttakarin var Jan Elmar S\u00f8rensen, sum var skaddur, og bert rann eina av trimum tilmelda\u00f0um kappingum. Hann var eitt gott d\u00f8mi um, at man ikki m\u00f8tir skaddur upp til st\u00f3rar kappingar vi\u00f0 landsli\u00f0num. Vit skuldu upprunaliga vera 10 luttakarar, men R\u00fani Jacobsen bleiv t\u00edverri skaddur heilt stutt undan fr\u00e1fer\u00f0 og gav avbo\u00f0. <\/em><br \/>\n<em><strong>VU-Spelen<br \/>\n<\/strong>Sama vikuskifti sum oyggjaleikirnir enda\u00f0u, byrja\u00f0i VU-Spelen. T\u00ed v\u00f3ru eingir oyl-\u00ed\u00f0karar vi\u00f0 har. Kortini var h\u00f3purin \u00ed G\u00f8teborg b\u00e6\u00f0i st\u00f3rur og sterkur. Heilt serligt \u00farslit fekk Teresa Bl\u00e1hamar, sum setti eitt dygt f\u00f8royskt met \u00ed h\u00e6ddarlopi fyri kvinnur.<\/em><\/p>\n<p><em>Sera hugaligt er at s\u00edggja, at ta\u00f0 longu n\u00fa eru fleiri \u00ed\u00f0karar, sum hava kl\u00e1ra\u00f0 oylkrav, og hava m\u00f8guleika til s\u00ednar fyrstu oyggjaleikir. Umframt Teresu hava eisini Sunniva Bogad\u00f3ttir, spj\u00f3t og Gu\u00f0ri\u00f0 K. Petersen, sleggja, veri\u00f0 omanfyri oyl-krav. Harumframt eru fleiri onnur ung, sum eru r\u00e6ttiliga n\u00e6r vi\u00f0. Her kunnu nevnast Andreas Antoft, Miso Buha, William Helmsdal og Lydia Simonsen. Og har eru onnur vi\u00f0.<\/em><\/p>\n<p><em>Helst ver\u00f0a eingi long kast \u00e1 oyggjaleikunum \u00e1 Gibraltar. Hetta er ein \u00f3tr\u00faliga \u00f3heppin og harmilig st\u00f8\u00f0a, n\u00fa vit hava seks-sjey ungar kvinnur vi\u00f0 g\u00f3\u00f0um m\u00f8guleikum at n\u00e1a oyggjaleikunum. \u00cd fall eiga t\u00e6r at f\u00e1a a\u00f0ra avbj\u00f3\u00f0ing uttanlands.<\/em><\/p>\n<p><em><strong>Pallas Spelen<\/strong><\/em><br \/>\n<em> Vit hava allat\u00ed\u00f0 ynskt, at okkara landsli\u00f0s\u00ed\u00f0karar skulu hava meira enn bert ta einu uppg\u00e1vuna, sum hevur veri\u00f0 VU-Spelen og so oyggjaleikir anna\u00f0hv\u00f8rt \u00e1r. T\u00ed f\u00f3ru vit aftur til innandurakappingina Pallas Spelen \u00ed Malm\u00f8 \u00ed \u00e1r, har vit hava veri\u00f0 tv\u00e6r fer\u00f0ir \u00e1\u00f0ur. T\u00edverri komu n\u00f8kur avbo\u00f0 vegna ska\u00f0a, okkurt vegna v\u00e6ntandi form. Mannfalli\u00f0 bleiv heldur st\u00f3rt, og \u00e1 sj\u00e1lvum flogv\u00f8llinum kom seinasta avbo\u00f0i\u00f0, t\u00e1 sj\u00faka gj\u00f8rdi seg galdandi. At enda v\u00f3ru bert fimm vi\u00f0 av teimum \u00e6tla\u00f0u 10.<\/em><\/p>\n<p><em>\u00darslitini v\u00f3ru t\u00f3 so hampulig. Rebekka Fugl\u00f8 vann gull \u00e1 1.500 metrum, me\u00f0an Alda Lamhauge fekk gott pers\u00f3nligt met \u00e1 200 m. Teresa tangera\u00f0i innandurameti\u00f0 \u00ed h\u00e6ddarlopi. Tummas Napoleon var sm\u00e1skaddur og rann ikki upp til s\u00edtt besta, me\u00f0an Elisabet Holm Simonsen rann javnt gott. \u00a0<\/em><\/p>\n<p><em><strong>Heimligu kappingarnar<\/strong><\/em><br \/>\n<em> Kappingarnar \u00e1 breytini halda \u00e1 at minka \u00ed undirt\u00f8ku. B\u00e6\u00f0i St\u00f3rkappingin, FM Ung og FM Vaksin hava s\u00ednar avbj\u00f3\u00f0ingar. Vit hava fyrr tosa\u00f0 um, um ta\u00f0 er ney\u00f0ugt at hava b\u00e6\u00f0i FM Ung og FM Vaksin. Tann spurningurin er kanska meira aktuellur n\u00fa enn nakrant\u00ed\u00f0.<\/em><\/p>\n<p><em>H\u00f3ast n\u00f3gvir luttakarar eru vi\u00f0 til Vetrarkappingina, so var eisini her talan um l\u00edtla minking \u00ed mun til \u00e1rini frammanundan. Hetta er t\u00f3 ikki naka\u00f0 alarmerandi. Vit eru enn mong, sum minnast t\u00e1 vit hildu at 20 rennarar var r\u00e6\u00f0uliga n\u00f3gv \u00ed einum starti.<\/em><\/p>\n<p><em>Roynd vi\u00f0 ultra-veteranum var gj\u00f8rd \u00ed Vetrarkappingini, og eigur kappingarnevndin at meta um, hv\u00f8rt hetta er komi\u00f0 fyri at vera, ella um man fer aftur til gomlu skipanina.<\/em><\/p>\n<p><em>T\u00e6r fyrr so v\u00e6lvitja\u00f0u summarstevnurnar eru heldur forfj\u00f3na\u00f0ar n\u00fa. Ta\u00f0 er eitt sindur sum vi\u00f0 festivalunum, sum kvala bygdastevnurnar \u2013 solei\u00f0is kvala st\u00f3ru rennitilt\u00f8kini sm\u00e1kappingarnar. Men vi\u00f0 \u00f8llum teimu mongu tilt\u00f8kunum, so kann man ikki rokna vi\u00f0 innr\u00e1s allasta\u00f0ni.<\/em><\/p>\n<p><em>\u00a0<\/em><\/p>\n<p><em><strong>Fel\u00f8gini:<br \/>\nBragdi\u00f0 <\/strong><\/em><br \/>\n<em> Ungd\u00f3msdeildin str\u00ed\u00f0ist \u00e1r um \u00e1r \u00e1 T\u00f3rsbreyt. Vit s\u00edggja enn somu pers\u00f3nar ganga \u00e1 odda \u00ed venjarayrkinum. T\u00ed er gle\u00f0iligt, at n\u00fdggir ungir venjarasp\u00edrar hava tiki\u00f0 \u00e1byrgd at venja yngri b\u00f8rn.<\/em><\/p>\n<p><em>T\u00f3rshavn Marathon og Kvinnurenningin eru sera v\u00e6leydna\u00f0 og ikki minni v\u00e6lvitja\u00f0 tilt\u00f8k, me\u00f0an flaggdagsrenningin og \u00f3lavs\u00f8kurenningin eru stagnera\u00f0. Hinvegin er n\u00fdggja Faroe Express-stafettin blivin eitt megnartiltak upp\u00e1 heilt stutta t\u00ed\u00f0. Felagst\u00fararnir eru sera v\u00e6l d\u00e1mdir<\/em><br \/>\n<em> <strong>Hvirlan<\/strong><\/em><br \/>\n<em> Hvirlan hevur hesi seinastu 2-3 \u00e1rini mist n\u00f3gvar sterkar ungar \u00ed\u00f0karar, sum eisini v\u00f3ru venjarar \u00ed felagnum. Hetta er eitt st\u00f3rt tap, og felagi\u00f0 skal n\u00fa finna f\u00f3tafesti\u00f0 aftur. Hvirlan fyriskipar f\u00fdra spennandi tilt\u00f8k:<\/em><\/p>\n<p><em>Stuttleikir, sum er eitt rekrutteringstiltak fyri b\u00f8rn \u00e1 T\u00f3rsbreyt og plagar at vera\u00f0 v\u00e6lvitja\u00f0. <\/em><br \/>\n<em> Jatnat\u00f8k, sum upprunaliga var \u00e6tla\u00f0 sum ein millumtj\u00f3\u00f0a summarstevna. Hetta hevur t\u00edverri ikki fingist at virka. Ein ors\u00f8k til ta\u00f0 kann vera, at f\u00f8roysku \u00ed\u00f0kararnir ikki hava bakka\u00f0 n\u00f3g v\u00e6l upp. Kerjarenningin, sum er eitt familjurennitiltak \u00ed n\u00e1tt\u00faruni saman vi\u00f0 Vetrarrennarunum og so Mannf\u00f3lkarenning, sum bara er fyri mannf\u00f3lk sum vilja d\u00e1lka seg og bl\u00edva v\u00e1t. Hetta var eitt v\u00e6leydna\u00f0 tiltak \u00ed \u00e1r, men ta\u00f0 \u00e1tti at bori\u00f0 til fingi\u00f0 undirt\u00f8kuna enn betri.<\/em><\/p>\n<p><em><strong>Treysti<br \/>\n<\/strong>Ta\u00f0 hava veri\u00f0 heldur f\u00e6rri gul at s\u00edggja til kappingar. B\u00e6\u00f0i \u00e1 landavegnum og \u00e1 breytini. Men vi\u00f0 sera spennandi verklagnum, sum tey r\u00f3pa V\u00edgv\u00f8llurin vi\u00f0 M\u00e1sheyg, (n\u00fdggja rennibreytin) er sannl\u00edkt at man aftur f\u00e6r st\u00f3ra tilgongd. Og breytin fer so heilt v\u00edst at \u00e1virka fr\u00e6lsa \u00edtr\u00f3ttin ikki bara \u00ed Klaksv\u00edk og Nor\u00f0oyggjum, men um alt landi\u00f0.<\/em><\/p>\n<p><em> FM NS \u00bd maraton, hevur veri\u00f0 flaggskipi\u00f0 hj\u00e1 Treysti seinnu \u00e1rini, og hevur veri\u00f0 fyrimyndarliga v\u00e6l fyriskipa\u00f0 vi\u00f0 g\u00f3\u00f0ari undirt\u00f8ku. F\u00f8roya Bj\u00f3r-renningin \u00e1 nor\u00f0oyastevnu og Silvarenningin eru eisini afturvendani rennitilt\u00f8k hj\u00e1 Treysti. Her hevur undirt\u00f8kan sveiggja\u00f0 naka\u00f0.<\/em><\/p>\n<p><em><strong>Fr\u00e6lsi<\/strong><\/em><br \/>\n<em> F\u00f8roya Vakrasta h\u00e1lvmaraton rakti plett, t\u00e1 tey yvirt\u00f3ku 1. Leygardag \u00ed september fr\u00e1 T\u00f3rshavn Marathon. Eg v\u00e6nti ikki at nakar hev\u00f0i \u00edmynda\u00f0 s\u00e6r at 700 luttarar skuldu koma til tiltaki\u00f0.<\/em><br \/>\n<em> Jan Elmar S\u00f8rensen er settur sum venjari og veglei\u00f0ari hj\u00e1 moti\u00f3nsrennarum.<\/em><\/p>\n<p><em><strong>Hvistan<\/strong><\/em><br \/>\n<em> F\u00f8roya Sunnasta \u00bd maraton var sera v\u00e6leydna\u00f0 \u00ed fj\u00f8r vi\u00f0 yvir 200 luttakarum, og ta\u00f0 s\u00e6r \u00fat til at hetta endurtekur seg \u00ed \u00e1r. Gli\u00f0 er ordiliga komi\u00f0 \u00e1 felagsvenjingarnar, sum n\u00fa eru f\u00fdra fer\u00f0ir um vikuna \u2013 tv\u00e6r fer\u00f0ir \u00ed V\u00e1gi og tv\u00e6r fer\u00f0ir \u00e1 Tv\u00f8royri. <\/em><br \/>\n<em> N\u00fdggja Margh\u00f8llin eigur at kunna geva m\u00f8guleikar til b\u00e6\u00f0i venjing og kappingar, men enn liggur einki \u00edt\u00f8kiligt \u00ed kortunum. Eitt hugskot er at F\u00cdF hj\u00e1lpir at f\u00e1a gongd \u00e1, serliga vi\u00f0v\u00edkjandi barnavenjing, um felagi\u00f0 hevur hug til tess.<\/em><\/p>\n<p><em>H\u00f8llin ver\u00f0ur alment tikin \u00ed n\u00fdtslu fr\u00edggjadagin 15. Juni, og borgarstj\u00f3rin hevur sett fram ynski um at onkur kemur su\u00f0ur at v\u00edsa \u00ed verki, hvussu h\u00f8llin kann br\u00fakast til fr\u00e6lsan \u00edtr\u00f3tt. \u00a0<\/em><\/p>\n<p><em><strong>Roysni\u00f0 <\/strong><\/em><br \/>\n<em> Fyri bara trimum \u00e1rum s\u00ed\u00f0ani s\u00f3ust fyrstu f\u00e1u gr\u00f8nu b\u00f8rnini til kappingar \u00e1 T\u00f3rsbreyt. Til fyrstu St\u00f3rkappingina \u00ed \u00e1r hev\u00f0i Roysni\u00f0 n\u00e6stflestar startir. Felagsvenjingarnar hava gingi\u00f0 v\u00e6l, m.a. vi\u00f0 ymiskum spennandi t\u00farum og \u00f8\u00f0rv\u00edsi renningum. Ein b\u00f3lkur vi\u00f0 n\u00fdbyrjarum er eisini akkur\u00e1t byrja\u00f0ur.<\/em><\/p>\n<p><em>N\u00fdggj\u00e1rsh\u00e1lvmaraton, FM 10 km og Runt Agni\u00f0 eru allar v\u00e6lvitja\u00f0ar og sera v\u00e6l avgreiddar kappingar, sum Roysni\u00f0 skipar fyri.<\/em><\/p>\n<p><em><strong>Uttanlands<\/strong><\/em><br \/>\n<em> Fleiri av fel\u00f8gunum eru eisini sera aktiv uttanfyri landoddarnar. Til St\u00f3rm\u00f3t IR \u00ed Reykjav\u00edk \u00ed januar v\u00f3ru f\u00fdra fel\u00f8g umbo\u00f0a\u00f0. T\u00e5rnby Games, venjingarlega \u00ed Vaxsj\u00f8, DMU inni og \u00fati, DM \u00fati og inni og ikki minst \u00f8ll tey sum fer\u00f0ast \u00fat \u00ed heim til maraton og a\u00f0rar kappingar.<\/em><\/p>\n<p><em>\u00cd Keypmannahavn vunnu Cecil Weihe og Krista Nielsen s\u00ednar aldursb\u00f3lkar \u00ed fj\u00f8r \u00ed Keypmannahavnar maraton og \u00ed \u00e1r vann Jens Weihe s\u00edn b\u00f3lk, sum hann so ofta hevur gj\u00f8rt fyrr. J\u00fa sanniliga er eisini dugur \u00ed teimum eitt sindur eldru.<\/em><\/p>\n<p><em><strong>EMA<\/strong><\/em><br \/>\n<em> \u00cd august v\u00f3ru Guttorm og undirrita\u00f0i til EM fyri veteranar \u00ed \u00c5rhus. Ein st\u00f3rsligin kapping, har \u00ed\u00f0karar \u00far 35 upp \u00ed 100 \u00e1r kappa\u00f0ust. \u00c1rsa\u00f0alfundurin hj\u00e1 European Masters bleiv hildin fyrsta dagin, og her v\u00f3ru vit \u00far F\u00cdF bodnir vi\u00f0 sum eyglei\u00f0arar. Ta\u00f0 var vinur okkara Kalle Glomsaker \u00far Noregi, sum hev\u00f0i sett okkum \u00ed samband vi\u00f0 T\u00fdska forsetan Kurt Kaschke. Dagin eftir h\u00f8vdu vit fund vi\u00f0 forsetan, har vit umr\u00f8ddu f\u00f8royskan limaskap \u00ed EMA. Einki tykist vera til hindurs fyri at F\u00f8royar kunnu luttaka sum sj\u00e1lvst\u00f8\u00f0ug tj\u00f3\u00f0. Danir fingur mann valdan \u00ed starvsnevndina, sum telur fimm, so saman vi\u00f0 forsetanum \u00e1tti at bori\u00f0 til at fingi\u00f0 eina ums\u00f3kn j\u00e1tta\u00f0a. Hetta var eitt heitt evnim\u00e1na\u00f0irnar eftir, men er n\u00fa k\u00f3lna\u00f0 naka\u00f0.<\/em><\/p>\n<p><em><strong>Nordic Athletics<\/strong><\/em><br \/>\n<em> T\u00ed ta\u00f0 er ikki so ofta, at vit sleppa at kappast \u00e1 j\u00f8vnum f\u00f8ti vi\u00f0 a\u00f0rar tj\u00f3\u00f0ir. NM fyri veteranar ver\u00f0ur \u00ed Bor\u00e5s n\u00fa \u00ed summar, og har ver\u00f0ur onkur f\u00f8royingur vi\u00f0. \u00c6tlandi kappast f\u00f8royingar \u00ed f\u00f8royska landsli\u00f0sb\u00fananum.<\/em><\/p>\n<p><em>Ta\u00f0 eru t\u00edverri ikki so n\u00f3gvar NM-kappingar annars. \u00cd heyst h\u00f8vdu vit Mariu Biskopst\u00f8 og Oddv\u00f8r Josephsen vi\u00f0 til NM \u00ed lendisrenning fyri juniorar. Hv\u00f8rgin teirra var \u00e1 toppinum, og ta\u00f0 s\u00e1st aftur \u00ed \u00farslitunum. Skal man vera vi\u00f0 har, krevst eitt r\u00e6ttiliga h\u00f8gt st\u00f8\u00f0i, sum vit ikki alt\u00ed\u00f0 hava. Men er m\u00f8guleikin har, eiga vit at senda f\u00f3lk til NM, t\u00e1 vit kunnu. Vit hava veri\u00f0 umbo\u00f0a\u00f0 til NM \u00ed lendisrenning \u00f8ll \u00e1rini s\u00ed\u00f0ani 2014 vi\u00f0 einari kvinnu. Valborg Heinesen \u00ed 2014 og hini tr\u00fd \u00e1rini var ta\u00f0 Marna Egholm.<\/em><\/p>\n<p><em><strong>Ungd\u00f3mssamlingar<br \/>\n<\/strong>Skipanin vi\u00f0 talentvenjingum bleiv \u00ed fj\u00f8r broytt solei\u00f0is at \u00f8ll ung uttan mun til st\u00f8\u00f0i kundu luttaka \u00ed felagsvenjingum\/tilt\u00f8kum hj\u00e1 F\u00cdF. Beint undan seinasta a\u00f0alfundi h\u00f8vdu vit sl\u00edkar alternativar venjingardagar vi\u00f0 Gj\u00f3gv, og \u00ed november h\u00f8vdu vit eitt tiltak \u00e1 Oyrabakka. Vit h\u00f8vdu bo\u00f0i\u00f0 taekwondo-venjarum at standa fyri einari venjing, og so h\u00f8vdu vit r\u00e1\u00f0geva fr\u00e1 \u00cdSF at grei\u00f0a fr\u00e1 um doping. B\u00e6\u00f0i tilt\u00f8kini v\u00f3ru sera v\u00e6leydna\u00f0 og \u2013d\u00e1md, men t\u00edverri var lutt\u00f8kan alt ov l\u00edtil.<\/em><\/p>\n<p><em>Arbeitt var kortini vi\u00f0 n\u00fdggjari legu \u00ed V\u00e1gi \u00ed mars, har vit fingu 2xtr\u00edggjar t\u00edmar \u00ed Margh\u00f8llini umframt \u00f3avmarka\u00f0a n\u00fdtslu av P\u00e1lsh\u00f8ll og fitnessh\u00f8lunum har. \u00c6tlanin var eisini at hava venjing vi\u00f0 b\u00f8rnum \u00far V\u00e1gi og Porkeri, men ov l\u00edtil undirt\u00f8ka gj\u00f8rdi at alt hetta bleiv avl\u00fdst. Tankin er enn sera g\u00f3\u00f0ur, og kann ver\u00f0a tikin uppaftur.<\/em><\/p>\n<p><em><strong>\u00darval<br \/>\n<\/strong>S\u00ed\u00f0an \u00darval f\u00f3r at virka \u00ed 2015, hava umbo\u00f0 \u00far F\u00cdF \u00e1 hv\u00f8rjum \u00e1ri fingi\u00f0 \u00fatluta stu\u00f0ulskr\u00f3nur. \u00cd 2015 var ta\u00f0 Valborg Heinesen, me\u00f0an T\u00f3rur Mortensen og Hanus Bergsson fingu eina l\u00edtla upph\u00e6dd sum ungd\u00f3ms\u00ed\u00f0karar. \u00cd 2016 Var ta\u00f0 Marna Egholm, me\u00f0an Hanus og T\u00f3rur n\u00fa fingu eina eitt sindur h\u00e6gri j\u00e1ttan. \u00cd 2017 \u2013 farna \u00e1ri\u00f0 \u2013 fingu T\u00f3rur og Marna stu\u00f0ul. Fyri 2018 hevur T\u00f3rur Mortensen enn einafer\u00f0 fingi\u00f0 stu\u00f0ul, me\u00f0an ein kvinnuunglingab\u00f3lkur vi\u00f0 sjey kastarum eisini fekk eina upph\u00e6dd.<\/em><\/p>\n<ul>\n<li><em>ll \u00e1rini hevur F\u00cdF eisini s\u00f8kt fyri Rebekku Fugl\u00f8. \u00darval hevur t\u00f3 ikki kunna\u00f0 j\u00e1tta\u00f0 henni pening, t\u00ed ta\u00f0 er pr\u00f3vfast, at hon ikki er \u00ed topp fimm \u00ed nor\u00f0urlondum, sum man annars skal vera samb\u00e6rt regluger\u00f0ini. Rebekka vann gull \u00ed \u00f8llum s\u00ednum trimum altj\u00f3\u00f0a kappingum \u00ed 2017\/18. St\u00f3rm\u00f3t IR, Pallas Spelen og Oyggjaleikir.<\/em><\/li>\n<\/ul>\n<p><em>T\u00ed stakk ta\u00f0 \u00ed eyguni, at annar \u00ed\u00f0kari, sum so avgj\u00f8rt ikki er millum fimm tey bestu \u00ed nor\u00f0urlondum \u00ed s\u00ednari \u00edtr\u00f3ttargrein, kundi f\u00e1a fullan stu\u00f0ul fr\u00e1 \u00darval. Ikki t\u00ed \u2013 flestu halda hesin \u00ed\u00f0karin hevur uppibori\u00f0 stu\u00f0ul. Men samb\u00e6rt l\u00f3gunum var ta\u00f0 ikki m\u00f8guligt \u2013 sama l\u00f3g, sum hevur veri\u00f0 br\u00fakt m\u00f3ti Rebekku \u00e1r um \u00e1r. At \u00darval ynskir at stu\u00f0la \u00edtr\u00f3ttarf\u00f3lki, h\u00f3ast egnar l\u00f3gir siga \u00edm\u00f3ti, merkir at har mugu l\u00f3garbroytingar gerast.<\/em><\/p>\n<p><em>Eg eri byrja\u00f0ur at skriva til \u00darval, hvat fyri broytingar vit ynskja. \u00cdSF er vitandi um hetta.<\/em><\/p>\n<p><em><strong>Samstarvi\u00f0 vi\u00f0v. T\u00f3rsbreyt<\/strong><\/em><br \/>\n<em> Samstarvi\u00f0 millum Hvirluna, Bragdi\u00f0 og F\u00cdF um umst\u00f8\u00f0urnar \u00e1 T\u00f3rsbreyt halda fram. Vit v\u00f3ru \u00e1 fundi vi\u00f0 borgarstj\u00f3ran, varaborgarstj\u00f3ran og mentunardeildina, har vit greiddu fr\u00e1, at merkingin \u00e1 T\u00f3rsbreyt var k\u00e1ma\u00f0, at breytin var mosavaksin, at vit mangla lj\u00f3s, lj\u00f3\u00f0\u00fatger\u00f0 og \u00fatger\u00f0 til stangarlop. Longu \u00ed fj\u00f8r summar bleiv breytin vaska\u00f0 og merkt upp av n\u00fdggjum. Eisini er ein milli\u00f3n j\u00e1tta\u00f0 \u00ed 2018 til lj\u00f3s. Bo\u00f0ini v\u00f3ru s\u00ed\u00f0ani, at vit kundu v\u00f3na at f\u00e1a lj\u00f3\u00f0\u00fatger\u00f0 og stangarlops\u00fatger\u00f0 deilt yvir tvey \u00e1r.<\/em><\/p>\n<p><em><strong>Samstarv um tunnilsrenning<\/strong><\/em><br \/>\n<em> Vit h\u00f8vdu \u00ed umb\u00fana at hava eina sonevnda altj\u00f3\u00f0a ultratunnilsrenning \u00ed sambandi vi\u00f0 at Eysturoyartunnilin letur upp \u00ed 2020. Hetta skuldi vera eitt felagsprojekt fyri \u00f8ll fel\u00f8gini, m.a. vi\u00f0 t\u00ed endam\u00e1li, at ta\u00f0 skuldi kasta pengar av s\u00e6r. Ein nevnd bleiv vald vi\u00f0 einum umbo\u00f0i \u00far hv\u00f8rjum felagi\u00f0 umframt umbo\u00f0i fyri F\u00cdF. Nevndin hevur havt ein fund \u2013 sum longu n\u00fa er farin v\u00e6l afturum.<\/em><\/p>\n<p><em>Tankin var fyrst at renna \u00far G\u00e1sadali til Hv\u00edtanes og s\u00ed\u00f0ani gj\u00f8gnum Eysturoyartunnilin og so enda \u00e1 Vi\u00f0arei\u00f0i. Nevndin fann t\u00f3 skj\u00f3tt \u00fat av, at hetta neyvan fer at kasta n\u00f3gvar pengar av s\u00e6r, og riggar illa sum eitt h\u00e1t\u00ed\u00f0arhald \u00ed sambandi vi\u00f0 tunnilsupplatingina. Komi\u00f0 var\u00f0 eftir, at gera tveir renniteinar. 10 km \u00far Hoyv\u00edk og 5 km av Strondum. B\u00e1\u00f0ir teinar enda vi\u00f0 h\u00e1t\u00ed\u00f0arhaldi vi\u00f0 \u00cdtr\u00f3ttardepilin \u00ed Runav\u00edk.<\/em><\/p>\n<p><em>Hetta haldi eg er eitt gott uppskot, sum kann samla\u00f0 fleiri t\u00fasund rennarar, og um v\u00e6l ver\u00f0ur bori\u00f0 at, skuldi ta\u00f0 kunna givi\u00f0 pening \u00ed kassan hj\u00e1 \u00f8llum fel\u00f8gunum \u00ed F\u00cdF.<\/em><\/p>\n<p><em>Men n\u00fa m\u00e1 berast skj\u00f3tt at, t\u00ed enn hava vit einki loyvi fingi\u00f0 fr\u00e1 Tunnilsfelagnum, og m\u00f8guliga onkur annar fer at liggja framvi\u00f0.<\/em><\/p>\n<p><em><strong>Ultrarenning \u2013 \u00datiliv<\/strong><\/em><br \/>\n<em> Men longu \u00ed heyst ver\u00f0ur ein ultra-trail kapping hildin \u00ed F\u00f8royum. \u00datiliv Adventure Festial Faroe Islands er eitt risa rennitiltak, sum ver\u00f0ur her \u00ed F\u00f8royum fr\u00e1 7. til 9. september. Heimskendir trailrennarar koma higar at renna trail-kapping \u00e1 f\u00fdra ymsum teinum \u00ed Nor\u00f0urstreymoy. F\u00f8royskir stu\u00f0lar eru m.a. Nax, Mikkeler, Visit F\u00f8royar og sk\u00f3tali\u00f0. Fr\u00edggjakv\u00f8ldi\u00f0 \u00e1\u00f0renn kappingarnar ver\u00f0ur frams\u00fdning og fyrilestrar \u00ed Nor\u00f0urlandah\u00fasinum og sunnudagin gera tey alskyns \u00fatfer\u00f0ir. V\u00e6ntast kunnu yvir 200 \u00fatlendskir rennarar.<\/em><\/p>\n<p><em>Eg havi veri\u00f0 \u00e1 fundi vi\u00f0 Sarah Pritchard, sum er annar av h\u00f8vu\u00f0sfyriskiparunum. Onkursvegna eigur F\u00cdF at vera vi\u00f0 \u00ed sl\u00edkum st\u00f3rslignum tiltaki, sum \u00ed veruleikanum er eitt gott h\u00f8vi at gera vanliga f\u00f8royingin betri kunnugan vi\u00f0 trail-renning. Vit tosa\u00f0u um, at ta\u00f0 eigur at bera til at hava FM kapping \u00ed trail innbygt \u00ed kappingina.<\/em><\/p>\n<p><em>Spurningurin er eisini, hvat F\u00cdF skal gera, um hetta ver\u00f0ur afturvendandi tiltak. Kunnu fremmandaf\u00f3lk koma inn \u00e1 okkara \u00f8ki? Kunnu \u00f8ll skipa fyri rennikappingum allasta\u00f0ni \u00ed F\u00f8royum?<\/em><\/p>\n<p><em><strong>Hagtalsskipan<\/strong><\/em><br \/>\n<em> \u00c1 hv\u00f8rjum \u00e1ri hevur hetta veri\u00f0 eitt evni. At skapa ein databasa vi\u00f0 \u00f8llum okkara \u00farslitum. Ta\u00f0 hevur veri\u00f0 sera ringt endaliga at velja eina \u00e1v\u00edsa loysn, t\u00ed KT er sera d\u00fdr, og ilt er at meta, hvat man f\u00e6r fyri pengarnar. Men vit avgj\u00f8rdu so at samstarva vi\u00f0 Klintra, sum hevur dugnalig f\u00f3lk til KT, og eisini fleiri f\u00f3lk, sum hava b\u00e6\u00f0i innlit og \u00e1huga \u00ed fr\u00e6lsan \u00edtr\u00f3tt.<\/em><\/p>\n<p><em>Vit eru n\u00fa komin so langt, at vit hava eina f\u00f8royska skipan. Hetta er tann danska, sum er t\u00fddd til f\u00f8royskt og er kl\u00e1r at seta \u00ed gongd. N\u00fa er bert spurningurin, hvussu hon skal f\u00f3\u00f0rast vi\u00f0 \u00f8llum teimum gomlu \u00farslitunum og hvussu hon skal f\u00f3\u00f0rast leypandi, og hv\u00f8r skal gera ta\u00f0.<\/em><\/p>\n<p><em>Hetta er eitt risafet fyri okkara s\u00f8gu. Til ber at gera ranglistar av alskyns slag. S\u00edggja \u00f8ll \u00farslit hj\u00e1 einum \u00ed\u00f0kara samla\u00f0 o.s.fr. Eitt \u00f3tal av m\u00f8guleikum. Tey sum kenna danska statletik vita, hvat eg tosi um. Hetta hevur kosta\u00f0 n\u00f3gvar pengar, men hetta eru ney\u00f0ugt, og vit hava r\u00e1\u00f0 til ta\u00f0, t\u00ed vit hava uppspart pengar m.a. til ta\u00f0 sama.<\/em><\/p>\n<p><em><strong>Peningaliga &#8211; stu\u00f0lar<\/strong><\/em><br \/>\n<em> 2017 var oyggjaleika\u00e1r, sum plaga at vera naka\u00f0 d\u00fdrari enn hini \u00e1rini. So er eisini hesufer\u00f0, og oyggjaleikir saman vi\u00f0 \u00fatrei\u00f0slunum til hagtalsgrunnin geva okkum eitt l\u00edti\u00f0 undirskot \u00ed 2017. Stu\u00f0ulin fr\u00e1 \u00cdSF ver\u00f0ur eitt vet minni \u00ed 2018 enn \u00ed 2017. Stu\u00f0ulsinnt\u00f8kur eru tryggja\u00f0ar tr\u00fd\u00a0 \u00e1r fram, til og vi\u00f0 2020. Vit hava undirskriva\u00f0 n\u00fdggjan 3-\u00e1ra s\u00e1ttmala vi\u00f0 Betri sum h\u00f8vu\u00f0sstu\u00f0ul, umframt avtalur vi\u00f0 Hiddenfjord\u00a0 og F\u00f8roya Tele \u2013 b\u00e1\u00f0ir s\u00e1ttm\u00e1larnir galdandi fram til 2020.<\/em><\/p>\n<p><em>Vi\u00f0 einari f\u00edggjar\u00e6tlan upp \u00e1 umlei\u00f0 700.000 kr. hevur F\u00cdF r\u00edkar m\u00f8guleikar fyri fj\u00f8lbroyttum virksemi. Og skapar man enn st\u00f8rri virksemi, virkar skipanin hj\u00e1 \u00cdSF n\u00fa solei\u00f0is, at g\u00f3\u00f0ur m\u00f8guleiki er fyri eyka stu\u00f0ulskr\u00f3num ha\u00f0ani.<\/em><\/p>\n<p><em><strong>Takk fyri meg<\/strong><\/em><br \/>\n<em> Eg fari n\u00fa at siga takk fyri meg. Takk fyri \u00e1tta spennandi \u00e1r \u00e1 odda fyri fr\u00e6lsum \u00edtr\u00f3tti \u00ed F\u00f8royum. \u00c1tta \u00e1r er meira enn ivaleyst og n\u00fdggjar kreftir eiga at sleppa fram at. Takk fyri gott samstarv vi\u00f0 fel\u00f8gini, vi\u00f0 venjarar og \u00ed\u00f0karar, og ikki minst takk fyri gott samstarv vi\u00f0 tykkum \u00ed nevndini. Eg ynski tykkum bl\u00ed\u00f0an byr v\u00ed\u00f0ari \u2013 sigli\u00f0 egnar lei\u00f0ir.<\/em><\/p>\n<p><em>M\u00edn seinasta heilsan fer til teir venjarar, sum dag og dagliga str\u00ed\u00f0ast fyri frambur\u00f0i hj\u00e1 \u00f8\u00f0rum. Uttan teir kundi alt gj\u00f8rt ta\u00f0 sama.<\/em><\/p>\n<p>&nbsp;<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Fr\u00edggjakv\u00f8ldi\u00f0 var \u00e1rsa\u00f0alfundurin hj\u00e1 F\u00cdF hildin \u00ed fundarh\u00f8lum hj\u00e1 F\u00f8roya Tele \u00ed Hoyv\u00edk. Undan fundinum var greitt, at n\u00fdggjur forma\u00f0ur skuldi finnast, t\u00ed forma\u00f0urin seinastu \u00e1tta \u00e1rini ynskti ikki afturval. S\u00f8ren Antoft \u00far Bragdinum og S\u00f8lvi Reinert Hansen \u00far Roysninum v\u00f3ru uppskotin formansevni. Teir fingu b\u00e1\u00f0ir or\u00f0i\u00f0 undan atkv\u00f8\u00f0ugrei\u00f0sluni, og h\u00f8vdu teir b\u00e1\u00f0ir sett s\u00e6r [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":4,"featured_media":8146,"comment_status":"closed","ping_status":"","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"_jetpack_newsletter_access":"","_jetpack_dont_email_post_to_subs":false,"_jetpack_newsletter_tier_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paywalled_content":false,"_jetpack_feature_clip_id":0,"_jetpack_memberships_contains_paid_content":false,"footnotes":"","jetpack_publicize_message":"","jetpack_publicize_feature_enabled":true,"jetpack_social_post_already_shared":true,"jetpack_social_options":{"image_generator_settings":{"template":"highway","default_image_id":0,"font":"","enabled":false},"version":2},"jetpack_post_was_ever_published":false},"categories":[50],"tags":[],"class_list":["post-8145","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-fif-arkiv"],"jetpack_publicize_connections":[],"jetpack_sharing_enabled":true,"jetpack_featured_media_url":"https:\/\/www.athletics.fo\/wp-content\/uploads\/fifarkiv\/uploads\/2018\/06\/F\u00cdF-formansskifti-2018.jpg","_links":{"self":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/8145","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/4"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=8145"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/8145\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":11426,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/8145\/revisions\/11426"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/8146"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=8145"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=8145"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/www.athletics.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=8145"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}