Frælsur Ítróttur Føroya 20.11.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Registration
Upcoming events

MBM VK3 verður í Kollafirði sunnudagin 22. november kl. 13

This article is only available in Faroese.

Sunnudagin 22. november verður triðja umfar av MBM Vetrarkappingini 2026–27 runnið í Kollafirði. Bragdið skipar fyri, og eins og vanligt bjóða vit eisini børnum og motiónistum at vera við.

Vit hittast í skótahúsinum við Sjógv í Kollafirði. Startur og mál eru har, sum Botnavegurin og vegurin við Sjógv møtast, og kappingin byrjar kl. 13.00. Legg til merkis, at kappingin hesaferð er ein sunnudag og byrjar seinni enn vanligt.

Rutan er 10 km. Runnið verður eftir gamla vegnum, umvegis havnarlagið á Langasandi og allan vegin til Oyrareingir, har vent verður, og síðan verður runnið sama veg aftur. Vendiskelti verður sett upp, so einki er at ivast í.

Børnini (fødd 2011–2015) renna eina rutu á umleið 500 metrar, og motiónistarnir renna ella ganga umleið 5 km.

Aftaná bjóða vit til ein drekkamunn, meðan heiðursmerkini verða handað.

Julian vann á Sandi – Rógvi og Bjørk á odda
Á Sandi vann Julian Gregersen, Treysti, við 28:27 undan Rógva Kárasyni og Torbjørni Hentze, og hjá kvinnunum vann Bjørk Herup Olsen aftur, hesaferð við 35:09. Eftir tvey umfør er Rógvi Kárason á odda hjá monnunum við 97 stigum undan Torbjørni Hentze við 92 stigum, og Bjørk hevur fult hús við 100 stigum undan Eliu Mouritsen við 92 stigum. Í fjør var kappingin í Kollafirði á somu rutu, og tá vunnu Julian Gregersen við 33:27 og Bjørk Herup Olsen við 39:53.

Tilmelding
Øll kunnu renna við, og tað er ikki neyðugt at vera limur í nøkrum rennifelagi. Tilmeldingin kostar 100 kr. fyri vaksin og 50 kr. fyri børn og verður goldin við tilmelding. Tilmeldingin letur aftur leygardagin 21. november kl. 22.00. Til ber eisini at melda seg til á staðnum sunnudagin kl. 12.00–12.30, men tá kostar tilmeldingin 150 kr., og gjaldast skal kontant.

Fyri at telja við í stigakappingini skulu rennarar vera skrásettir limir í einum FÍF-felagi áðrenn kappingardagin ella hava fingið undantaksloyvi frá FÍF.

Vit síggjast í Kollafirði!

Tilmeldingin er her: https://luttaka.com/event/vk3-kollafjordur-2026

Reglurnar fyri vetrarkappingina eru at finna her: https://www.athletics.fo/?page_id=4974

Rutan – kort og hæddarsnið

Sí rutuna á Strava

Rennarar á leiðini í Vetrarkappingini MBM2026–27 Vetrarkappingin 2 kappingar loknar Støðan og úrslit → Upptøka · VK2 Sandur
MennKvinnur
Opin Rógvi Kárason97 Bjørk Herup Olsen100
Unglingar Ísak Kolden100 Elia Mouritsen100
Veteranar Sigurd av Reyni97 Maria Chun Nielsdóttir100
Superveteranar Óli Joensen92 Ann Thomsen100
Ultraveteranar Josvein Herup Olsen100 Una Højsted50
Næsta kapping VK3 · Kollafjørður 22. november 2026 · 2 dagar eftir Skráset 28 tilmeldað

Main sponsor

Sponsors

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

The Island Games are coming to the Faroe Islands! The Betri International Island Games XXI will open on Saturday 3 July 2027.

Read more about the Island Games →
–Days
–Hours
–Minutes
–Seconds
Upcoming Island Games
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar