Sunnudagin 22. november verður triðja umfar av MBM Vetrarkappingini 2026–27 runnið í Kollafirði. Bragdið skipar fyri, og eins og vanligt bjóða vit eisini børnum og motiónistum at vera við.
Vit hittast í skótahúsinum við Sjógv í Kollafirði. Startur og mál eru har, sum Botnavegurin og vegurin við Sjógv møtast, og kappingin byrjar kl. 13.00. Legg til merkis, at kappingin hesaferð er ein sunnudag og byrjar seinni enn vanligt.
Rutan er 10 km. Runnið verður eftir gamla vegnum, umvegis havnarlagið á Langasandi og allan vegin til Oyrareingir, har vent verður, og síðan verður runnið sama veg aftur. Vendiskelti verður sett upp, so einki er at ivast í.
Børnini (fødd 2011–2015) renna eina rutu á umleið 500 metrar, og motiónistarnir renna ella ganga umleið 5 km.
Aftaná bjóða vit til ein drekkamunn, meðan heiðursmerkini verða handað.
Julian vann á Sandi – Rógvi og Bjørk á odda
Á Sandi vann Julian Gregersen, Treysti, við 28:27 undan Rógva Kárasyni og Torbjørni Hentze, og hjá kvinnunum vann Bjørk Herup Olsen aftur, hesaferð við 35:09. Eftir tvey umfør er Rógvi Kárason á odda hjá monnunum við 97 stigum undan Torbjørni Hentze við 92 stigum, og Bjørk hevur fult hús við 100 stigum undan Eliu Mouritsen við 92 stigum. Í fjør var kappingin í Kollafirði á somu rutu, og tá vunnu Julian Gregersen við 33:27 og Bjørk Herup Olsen við 39:53.
Tilmelding
Øll kunnu renna við, og tað er ikki neyðugt at vera limur í nøkrum rennifelagi. Tilmeldingin kostar 100 kr. fyri vaksin og 50 kr. fyri børn og verður goldin við tilmelding. Tilmeldingin letur aftur leygardagin 21. november kl. 22.00. Til ber eisini at melda seg til á staðnum sunnudagin kl. 12.00–12.30, men tá kostar tilmeldingin 150 kr., og gjaldast skal kontant.
Fyri at telja við í stigakappingini skulu rennarar vera skrásettir limir í einum FÍF-felagi áðrenn kappingardagin ella hava fingið undantaksloyvi frá FÍF.
Vit síggjast í Kollafirði!
Tilmeldingin er her: https://luttaka.com/event/vk3-kollafjordur-2026
Reglurnar fyri vetrarkappingina eru at finna her: https://www.athletics.fo/?page_id=4974
Rutan – kort og hæddarsnið


