Tað var ein stór løta fyri føroyska langteinarenning, tá Julian Gregersen týskvøldið rann 5 km uppá 15:05 min – og harvið sló eitt 32 ára gamalt føroyskt met!
Tað var í 1993, at navnframi Albert Marni Joensen rann 5 km á landavegi uppá 15:24 min – eitt met, sum síðani hevur staðið órørt. Men nú hevur Julian skrivað nýggja søgu við síni framúr tíð á Dashing Deer 5K í London.
Kappingin Dashing Deer 5K er partur av eini væl umtóktari kappingarrøð, ið verður hildin í vøkru Battersea Park.
Her luttaka bæði úrvalsrennar og dugnaligir motionistar. Julian var millum fremstu rennararnar hendan dagin.
Tað er sera stuttligt at síggja, hvussu føroyska langteinarenningin mennist – og spennandi verður at fylgja Julian á Oyggjaleikunum á Orkney, har hann skal renna 5000 m á breyt.
Eisini har stendur eitt met frá Albert Marna Joensen – sett í 1994 – og um fáar vikur kann eisini tað vera søga!
Vit ynskja Julian hjartaliga tillukku og góða eydnu víðari á rennileiðini 👏