Home Krøv til Oyl-, Elitu- og Talentbólkin 2022-2023

Krøv til Oyl-, Elitu- og Talentbólkin 2022-2023

by admin

At fremja hesi úrslit er eitt stig á leiðini móti úttøku til ungdóms-, elitu- og oyggjaleikalandslið. Íðkari skal eisini hava verið aktivur eitt tíðarskeið, so hann er kendur í umhvørvinum.

Íðkarar verða úttiknir til landssamlingar eftir hesum leisti :

  1. Møta til til tær landsssamlingar, tey verða boðin til. Avboð bert við haldgóðari orsøk.
  2. Møta til hvørja venjing í feløgunum og fylgja tí ætlan, sum verður løgd.
  3. Fyri tey sum íðka aðra ítróttargrein : Veningarmongd verður løgd til rættis í samráð við venjararnar
  4. Klára ásettu krøv hjá FíF (ella verða tætt við og kunna vísa á framstig í úrslitunum)
  5. Vísa góðan hugburð og ítróttaranda til venjing, kappingar og í gerandisdegnum.

Tað verður væntað, at íðkarar í ungdómsbólki, elitubólki og á oyl-liðnum føra venjingardagbók. Tey yngstu (12-13 ár møguliga saman við venjaranum.)

Tað verður væntað, at møtt verður til FM-Ung, og at tey, sum eru 15 ár og eldri, eisini møta til FM Vaksin. Forfall skal fráboðast.

Íðkarar á elituliðnum og oyggjaleikaliðnum íðka fyrst og fremst frælsan ítrótt. Kravt er, at møtt verður til øll fyriskipað tiltøk fyri bólkarnar, og kravt verður, at møtt verður til viðkomandi kappingar. Forfall skal fráboðast.

Freistir
Freistin at klára krøv til Pallas Spelen í februar 2023, er til Stórmót í Reykjavík 21. og 22. januar.
Freistin at klára A-krav / elitukrav til VU Spelen 2023 er á Stórkapping 3, 17. juni.
Freistin at klára oyggjaleikakrav til 2023 er 23. apríl 2023.

Krøv, settt í 2022 verða góðkend.
Innanduraúrslit verða góðkend eins og uttandura úrslit.

NM Krøv
NM 10.000m – Menn = 31.30 min – Kvinnur = 37.00 min. og hesar tíðir kunnu eisini verða galdandi til NM Cross. Fyrsta umfar í Donsku vetrarkappingini í cross kann eisini verða vegleiðandi.

Fráboðan av kappingum
Allar kappingar, sum verða fyriskipaðar, skulu fráboðast FÍF í seinasta lagi 7 dagar frammanundan. Leiðbeining liggur her: Leiðbeining
Kappingar, sum ikki lúka hesar treytir, verða ikki góðkendar í FÍF høpi.

Um kappingarúrslitini skula skrásetast á www.statletik.eu, er neyðugt við tilmelding av kappingini á https://connect.atletik.dk/ seinast 70 dagar frammanundan.
Um kappingar skula góðkennast sum kvalifikatión til kappingar, skipaðar av World Athletics, skal kappingin verða tilmeldað og góðkend í Global Calendar 60 dagar áðrenn. Fyri at verða góðkend í Global Calendar, er tað ein treyt, at kappingin eisini er góðkend í Connect Atletik.

Skaddir íðkarar
Um íðkari, sum er í úrvalshópi hjá FÍF verður skaddur, skal hann ella venjari hansara boða FÍF frá hesum. Íðkarar, sum ikki er fult kappingarførir, verða ikki við til kappingar uttanlands.

Úttøkuleiðararnir tilskila sær rætt til at endurmeta hesi krøv leypandi.

———————————————

Ferðing uttanlands við FÍF

Frá 2023 at rokna, tekur FíF egingjald frá øllum íðkaurm, tá ið ferðast verður til útlond.

Tað verður væntað, at landsliðsíðkarar, so vítt gjørligt, ferðast út og heim sum samlaður hópur.

Tá vit ferðast og eru til kappingar, eru vit sjálvsagt øll í búnum hjá FÍF. Í sambandi við fjølmiðlasamrøður og myndatøku er eisini krav, at vera í FÍF-klæðum.

Er hópur settur saman av gentum og dreingjum, skal leiðaratoymið hava bæði kvinnur og menn við sum ferðaleiðarar.

Tá vit eru saman við FÍF, fylgja vit teimum reglum, sum leiðaratoymið ásetur. Kunning um matreglur, máltíðir og songartíðir verður í sambandi við felagsfund innan fráferð.

Tá vit eru burturi standa vit saman sum ein hópur, og stuðla hvørjum øðrum tá vit kappast. Vit eru saman sum hópur frá fráferð til heimkomu.

Foreldur og makar kunnu ikki vera partur av hópinum. Mælt verður frá, at tey búgva á sama gistingarhúsi sum landsliðshópurin.

Í sambandi við kapping er tað altíð venjari ella leiðari hjá FÍF, sum fyrireikar og vegleiðir íðkaran.

FÍF avgerð í samráð við íðkara og venjara hansara, hvørjum kappingargreinum kappast skal í.