Lógir fyri FRÆLSAN ÍTRÓTT FØROYA
Grein 1
Frælsur Ítróttur Føroya, stuttstavað FÍF, er ein samgonga av øllum feløgum innan Ítróttasamband Føroya, ÍSF, ið íðka frælsan ítrótt. FÍF hevur við formanni sínum sæti í stjórn Ítróttasambandsins.
FÍF hevur hægsta myndugleika í øllum viðurskiftum, ið viðvíkja frælsum ítrótti.
FÍF er uttanveltað í politiskum, sosialum og trúarspurningum.
Grein 2
FÍF hevur til endamáls at menna og skapa áhuga fyri frælsum ítrótti og vera stuðul hjá feløgum í samstarvinum sínamillum, umframt at umboða frælsan ítrótt á alheims stigi og í alheims og millumlanda samgongum fyri frælsum ítrótti.
Grein 3
Ítróttafelag, ið er limur í ÍSF, og sum hevur frælsan ítrótt í endamálsgreinini, er av sær sjálvum limur í FÍF.
Tekur limur seg úr sambandinum, skal skrivlig fráboðan um hetta sendast ÍSF og FÍF.
Grein 4
Hægsta vald í FÍF er aðalfundurin, sum verður hildin í apríl mánaði, og skal hann verða fráboðaður feløgunum og ÍSF skrivliga og á heimasíðuni hjá FÍF ein mánaða frammanundan við hesi dagsskrá:
1. Val av orðstýrara.
2. Formaðurin greiðir fra virki sambandsins í farna ári.
3. Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap.
4. Innkomin mál.
5. Val av nevndum og eykamonnum.
6. Val av skrásettum grannskoðara.
7. Ymiskt
Grein 5
Hvørt felag kann senda trý umboð til aðalfundin. Eingin kann á aðalfundi umboða felag uttan at hava verið limur í felagnum í minsta lagi ein mánað og hava limagjalds- og onnur limaviðurskifti síni í lagi.
Grein 6
Atkvøðurætt á aðalfundinum við einari atkvøðu hvør, hava feløgini.
Aftur at omanfyri nevndu hava starvsnevnd ÍSF, dómsnevndin og grannskoðarin talurætt og rætt at seta fram uppskot.
Grein 7
Á aðalfundi kunnu lógaruppskot ikki verða viðgjørd ella lógarbroytimgar gjørdar, uttan tær standa á fundarskránni.
Uppskot um lóg og lógarbroytingar skulu vera nevndini í hendi seinast 14 dagar áðrenn aðalfundin. Nevndin sendur øllum feløgunum innkomnu uppskotini, soleiðis at hesi eru teimum í hendi 7 dagar áðrenn aðalfund.
Tó kunnu onnur mál, ið ikki standa á skránni, verða tikin til viðgerðar og avgjørd, um 2/3 av umboðsmonnunum játta.
Fyri at uppskot skal vinna sømdir á aðalfundi, skal meiri enn helmingurin av teimum møttu, sum hava atkvøðurætt, atkvøða fyri. Um tað stendur á jøvnum í nevndarvalið, so verður fyrst umval, um enn stendur á jøvnum, so verður lutakast millum valevnini.
Eyka-aðalfundur kann verða hildin, um nevndin ynskir tað, ella um helvtin av feløgunum ynskja tað. Eyka- aðalfundur skal verða lýstur við sjey daga freist og fraboðaður limunum skrivliga.
Grein 8
FÍF verður stýrt av:
-Aðalfundinum
-Starvsnevndini
Dagligu leiðsluna av FÍF hevur starvsnevndin.
Í starvsnevndini sita formaður, næstformaður og tríggir nevndarlimir. Formaður og ein nevndarlimur verða valdir líka ár, næstformaður og tveir nevndarlimir verða valdir ólíka ár. Uppskot til formann, varðaformann og nevndarlim skal verða starvsnevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar áðrenn aðalfundin, og skulu feløgini kunnast um hvør er í uppskotið seinast 7 dagar áðrenn aðalfundin.
Valdir verða tveir tiltakslimir at sita eitt ár.
Starvsnevndin er í dagliga virkinum hægsta vald FÍF’s og hevur øll fíggjarlig viðurskifti um hendi. Tó skal aðalfundarsamtykt fyriliggja í samband við keyp ella sølu av fastari ogn.
Starvsnevndin er í øllum førum bundin av avgerðum aðalfundanna.
Starvsnevndin hevur heimild at seta undirnevndir, um neyðugt við limum uttan fyri FÍF.
Serstøk kappingarnevnd, ið hevur leiðsluna av øllum almennum kappingum innan frælsan ítrótt í Føroyum og sum tekur avgerð í møguligum trætumálum frælsum ítrótti viðvíkjandi, verður vald á hvørjum ári.
Formenn í undirnevndum skulu altíð vera valdir limir í starvsnevndini, ið ger arbeiðsreglur fyri allar undirnevndir.
Starvsnevndin kann seta kassameistara.
Starvsnevndin skal syrgja fyri, at lógir, reglugerðir og kappingarreglur altíð eru í neyvum samsvari við ÍSF og altjóða reglur.
Nevndarlimir fáa onga løn fyri størv síni.
Starvsnevndin sendur eina ferð árliga Ítróttasambandi Føroya frágreiðing um virki sambandsins.
FÍF skal samráðast við ÍSF og onnur sersambond, áðrenn altjóða stevnur setast í verk í Føroyum.
Grein 9
Aðalfundurin velur dómsnevnd sambært reglugerð fyri dómsnevndir hjá Ítróttasambandi Føroya.
Grein 10
Fíggjarliga grundarlagið er inntøka av landsdystum, luttøkugjald, partur av landskassastudninginum o.a.
Grein 11
Luttøka í almennum kappingum og á landsliði kunnu tey, ið til eina og hvørja tíð lúka tær hjá ÍSF og avvarandi altjóða myndugleika galdandi reglur.
Grein 12
Uppskot um avtøku av FÍF kann bert leggjast fram á aðalfundi. Fyri at vinna sømdir skal uppskotið samtykkjast av í minsta lagi 3⁄4 av teimum, ið atkvøðurætt hava, samstundis sum í minsta lagi 3⁄4 av feløgunum eru umboðað.
Eru ognir, skulu tær falla frælsa ítróttinum í landinum til, ella skulu á annan hátt verða ítróttini at gagni.
Soleiðis samtykt á stovnandi aðalfundi 22. juni 2002 og broytt á aðalfundi 12. mei 2004 og á aðalfundi 10. mei 2008 og á aðalfundi 10. juni 2016