REGLUR – MBM VETRARKAPPINGIN Í RENNING 2026-2027
Endamál
Endamálið við kappingini er at skapa dygdargóðar kappingar fyri rennarar á einum hvørjum støði, og at økja og styrkja um áhugan fyri renning yvirhøvur.
Navn
Almenna navnið á kappingini er: MBM Vetrarkappingin 2026-2027
Reglur fyri luttøku
Kappingin er fyri allar limir í frælsu ítróttafeløgunum í landinum, sum eru limur í FÍF. Kappingarnevndin hjá FÍF kann geva undantaksloyvi til einstaklingar í serligum førum.
Bert rennarar, sum eru skrásettir limir í einum felag áðrenn kappingardag, kunnu telja við. Ein rennari kann skifta felag í sama kappingarári.
Tað verður kappast í hesum bólkum:
-Kvinnur / menn opin bólkur (f. -2010)
-Kvinnur veteranar / Menn Veteranar (f. 1972-1981)
-Kvinnur/Menn Superveteranar (f. 1962-1971)
-Kvinnur/Menn Ultraveteranar (f. 1961 ella fyrr)
-Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 2006-2010)
-Gentur / Dreingir (f. 2011-2015)
Tað verður skipað fyri einstaklinga- og liðkapping. Tríggir rennarar eru á hvørjum liði. Hvørt felag kann hava óavmarkað tal av liðum hjá monnum og hjá kvinnum. Tvs. rennari nr. 1.-3. hjá felagnum manna lið 1, rennari 4.-6. manna lið 2 og rennari 7.-9. manna lið 3 osv. Liðið fær somu stig sum rennarin fær í opna bólkinum. Tað er altíð teir tríggir rennarar, sum eftir hvørt einstakt umfar liggja á ovast, sum mynda stigini hjá hvørjum einstøkum liði.
Kappingarsløg
Kappingarnar kunnu verða landsveg-, býar-, ella crossrenning. Kappingarsløg verða fastløgd áðrenn kappingarbyrjan.
Kappingar
Kappingarnar eru átta í tali.
Kappingarnar kunnu skifta tíð og stað. Bert VK8, sum eisini er FM í 10 km, liggur fast í Runavík.
Í 2026-27 fara kappingarnar at verða soleiðis:
1. umfar: 24. oktober 2026, Kerjar – Hvirlan
2. umfar: 07. november 2026, Sandur – Tindar/Bragdið
3. umfar: 22. november 2026, Kollafjørður – Bragdið
4. umfar: 16. januar 2027, Runt Agnið – Roysnið
5. umfar: 31. januar 2027, Tvøroyri – Hvistan
6. umfar: 20. feburar 2027, Sørvágur – Frælsi
7. umfar: 06. mars 2027, Klaksvík – Treysti
8. umfar: 20. mars 2027, Runavík (FM 10 km) – Roysnið
Kvinnu- og mansunglingar renna sama tein, sum tey vaksnu. Gentur og dreingir renna vanliga styttri.
Kappingarnevndin loyvir, at motiónsrenning fer fram í somu renning sum vetrarkappingin.
Samanteljing
Samlaða einstaklingakappingin verður avgjørd eftir stigum, sum hvør einstakur rennari ognar sær í hvørjari einstakari kapping. Fimm tey bestu av teimum átta umførunum telja við. Vinnari verður tann íðkarin, sum hevur ognað sær flest stig.
Samlaða liðkappingin verður uppgjørd eftir øllum átta umførunum, har tað eftir hvørt umfar eru teir tríggir rennarar hjá felagnum, sum hava flest stig, sum mynda liðið.
Ein skal í minsta lagið hava luttikið í fimm av teimum átta umførunum fyri at telja við í samlaðu kappingini.
Stigatalva:
1 = 50 stig
2 = 47 stig
3 = 45 stig
4 = 43 stig
5 = 41 stig
6 = 40 stig
7 = 39 stig
osfr.
Harumframt verða latin 1 bonusstig, um ein er komin á mál í seks kappingum, 2 bonusstig afturat, um ein er komin á mál í sjey kappingum, og so 3 bonusstig afturat, um ein er komin á mál í øllum átta kappingunum.
Stendur tað á jøvnum, vinnur einstaklingurin, sum hevur hevur flest sigrar osv.
Stendur framvegis á jøvnum, vinnur einstaklingurin, sum hevur ognað sær flest stig í seinastu kappingini, síðani næstseinastu kappingini o.s.fr.
Tilmelding
Tilmelding fer fram á staðnum áðrenn kappingarbyrjan ella online á heimasíðuni hjá Frælsum Ítrótti Føroya, sum er:www.fif.fo
Umsitan
Kappingin verður umsitin av Frælsum Ítrótti Føroya (FÍF).
Oktober 2026, Starvsnevndin


