Reglur Stórkappingin á breyt 2026
KAPPINGARREGLUR 2026
Navn og endamál
Almenna navnið á kappingini er MBM Stórkapping.
Navnið kann broytast, um ein stuðul ynskir og rindar fyri tað.
Reglur fyri luttøku
Kappingin er opin fyri øllum børnum, ungum og vaksnum. Fyri at luttaka og fáa stig í sjálvari MBM Stórkappingini, skal ein tó verða skrásettur limur í einum felag fyri frælsan ítrótt, áðrenn kappingardagin.
Tað verður kappast í niðanfyri standandi bólkum og greinum:
| MBM StórKapping | 2026 | Sprintteinar | Miðteinar | Kast | Lop | ||||||||
| Bólkur | Árg | SK1 | SK2 | SK3 | SK1 | SK2 | SK3 | SK1 | SK2 | SK3 | SK1 | SK2 | SK3 |
| 8-9 ár | 2018 2017 | 60 | 40 | 80 | 600 | 400 | 300 | Bólt | Bólt | Bólt | Longd | Longd | Longd |
| 10-11 ár | 2016 2015 | 100 | 200 | 80 | 600 | 400 | 800 | Kúla | Bólt | Bólt | Longd | Longd | Longd |
| 12-13 ár | 2014 2013 | 100 | 200 | 80 | 600 | 800 | 1000 | Kúla | Spjót | Disk | Hædd | Longd | Longd |
| 14-15 ár | 2012 2011 | 100 | 200 | 400 | 1000 | 800 | 1500 | Kúla | Spjót | Disk | Hædd | Trístøkk | Longd |
| 16-17 ár | 2010 2009 | 100 | 200 | 400 | 1000 | 800 | 1500 | Kúla | Spjót | Disk | Longd | Trístøkk | Hædd |
| 18-19 ár | 2008 2007 | 100 | 200 | 400 | 1000 | 800 | 1500 | Kúla | Spjót | Sleggja | Longd | Trístøkk | Hædd |
| Menn/kv | -2006 | 100 | 200 | 400 | 1000 | 800 | 1500 | Kúla | Spjót | Sleggja | Longd | Trístøkk | Hædd |
| Børn | 2019 2020 2021 | 40 | Bólt | Longd | |||||||||
GG: Børn (2019-2021) fáa ikki stig í MBM Stórkappingini
Aldurin verður roknaður, sum blivin aldur tá álmanakkaárið er runnið.
Tað verður skipað fyri einstaklinga kapping í øllum bólkunum.
Kappingarsløg
Kappingarnar fara allar fram á frælsum ítróttarøki. Kappingargreinar verða fastlagdar áðrenn kappingarbyrjan.
Kappast verður í spurti, miðteinum, kasti og lopi hvønn kappingardag. Tvs. at t.d. dreingir 10-11 hava fýra MBM Stórkappingar og kunnu kappast í spurti, miðteini, kasti og lopi. Sami luttakari kann taka lut í øllum fýra kappingargreinum í sínum aldursbólki.
Í tekniskum greinum fáa bólkarnir 8-9 ár, 10-11 ár, 12-13 ár og 14-15 ár tríggjar royndir, meðan bólkarnir 16-17 ár, 18-19 ár og menn/kvinnur fáa 3 royndir innleiðandi + 3 royndir til seks tey bestu.
Kappingar
1. MBM Stórkapping – Guttabreyt leygardag 16. mai kl. 10.00 – Hvirlan (Tilmeldingarleinki kemur at liggja her)
2. MBM Stórkapping – Guttabreyt leygardag 20. juni kl. 10.00 – Treysti (Tilmeldingarleinki kemur at liggja her)
3. MBM Stórkapping – Tórsbreyt leygardag 15. august kl. 10.00 – Bragdið (Tilmeldingarleinki kemur at liggja her)
Heiðursmerkir verða handað eftir Stórkapping 3.
Minnist til at melda til í góðari tíð. Eingin tilmelding er á staðnum!
Stigatalva
Stig verða givin eftir hesum leisti:
Nr. 1 fær 10 stig
Nr. 2 fær 9 stig
Nr. 3 fær 8 stig
Nr. 4 fær 7 stig
Nr. 5 fær 6 stig
Nr. 6 fær 5 stig
Nr. 7 fær 4 stig
Nr. 8 fær 3 stig
Nr. 9 fær 2 stig
Nr. 10 fær 1 stig
Samlaða einstaklingakappingin verður avgjørd eftir, hvør íðkari hevur flest stig eftir øll trý umførini. Tvs. øll trý umførini telja við. Fyri at fáa heiðursmerki, skal íðkarin hava luttikið í minst tveimum MBM Stórkappingum.
Stendur tað á jøvnum, vinnur íðkarin, sum hevur uppnátt flest stig í einari kapping. Stendur tað framvegis á jøvnum vinnur rennarin, sum hevur næstflest stig í einari kapping osfr.
Heiðursmerkir
Heiðursmerkir verða latin til trý tey fremstu samanlagt í hvørjum aldursbólki í hvørji høvuðsgrein. Harumframt verður steyp latið gentu og dreingi, íð hevur savnað flest stig tilsamans í einum aldursbólki í bólkunum 8-9 ár, 10-11 ár, 12-13 ár og 14-15 ár, og tá telja allar kappingarnar við.
Tilmelding
Tilmelding fer fram á Roster Athletics (tilmeldingarleinki kemur seinni).
Umsiting
Kappingin verður umsitin av kappingarleiðara, ið verður útnevndur av FíF.