Home Altjóða tiltøkFrælsur ítróttur fer eftir heiðursmerkjum á Orknoyggjum

Frælsur ítróttur fer eftir heiðursmerkjum á Orknoyggjum

by Gunnvá Wardum

Nú oyggjaleikirnir eru á Orknoyggjum, so eru broytingar í skránni. Størsta broytingin er, at hamarkast og diskuskast ikki er partur av leikunum hesaferð. Orsøkin er, at einki kastibúur er á staðnum, og tí er ikki møguligt at skipa hesar kappingar. Onnur broyting er, at tað eru seks geilar, samanborið við átta á undanfarnu leikunum. Tað merkir at sannlíkindini fyri undanumførum veksur.

 

Sjey kvinnur og átta menn fara at kappast fyri Føroyar í frælsari ítrótt á oyggjaleikunum. Millum føroysku luttakararnar eru trý, sum royna seg á fyrsta sinni, meðan hini tólv hava roynt seg áður. Debutantarnir royna seg allir á longu teinunum. Hjá kvinnunum luttekur Rutt Hjelm Gregersen á fyrsta sinni. Hon skal kappast á ávíkavist 5.000 og 10.000 m. Hjá monnunum eru tað Rógvi Kárason (hálvmarathon) og Neli Heldarskarð (10.000 m og hálvmarathon).

 

Innan frælsu ítróttina eru úrslitalistar ikki altíð dagførdir, umframt at onkur kanska ikki hevur roynt eina grein í 2025, og tí eru styrkismetingar ikki altíð eftirfarandi.

Við tí fyrivarni, so eru góður møguleiki fyri, at kvinnurnar aftur fáa einar góðar leikir við fleiri heiðursmerkjum, har Maria Biskopstø, sum hevur bøtt um føroyska metið í fleiri umførum á bæði 400 m og 400 m rimarenning, kann renna seg uppá pallin í báðum greinunum. Á 400 m luttekur Margit Weyhe Fríðmundsdóttir eisini, og um hon megnar at nærkast sínum persónliga metið, so kann hon eisini renna seg í eina finalu.

Í teknisku greinunum hevur Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar vunnið bronsu í hæddarlopi síðstu tveir leikirnar, og hon kann væl endurtaka hetta í ár, meðan Sunniva Bogadóttir, sum vann silvur á Guernsey í spjótkasti stendur til at kunna verða við í dystunum um heiðursmerkini aftur hesaferð. Elisabet Holm Simonsen, sum bara manglaði 2 cm á Guernsey hevur lopið væl og verður vantandi aftur við í dystinum um heiðursmerki.

Annars er vert at halda eygað við Oddvør Josephsen, sum eisini hevur flutt metini á ávikavist 100 m og 200 m langt niður í ár. Hon er nú við at nærkast tíðum, sum saktans kunna røkka til heiðursmerki.

Harumframt koma so boðrenningarnar, har genturnar vunnu bronsu á 4×400 m og lógu væl fyri, tá tær mistu boðini og tí ikki komu á mál á 4×100 m. Við teimum tíðum, tær hava runnið hvør í sær, so er møguleiki fyri líka góðum ella betri úrslitið á Orknoyggjum.

 

Menninir, sum høvdu sínar bestu leikir nakrantíð á Guernsey við heili fýra gullmerkjum, eru kanska ikki heilt líka sterkir sum síðst, men tó er vón um góð úrslit. Á listanum yvir bestu úrslit í ár eiga Jónas Isaksen og Dánjal Dahl Ljósheim tær báðar bestu tíðirnar á 400 m, so um væl vil við, kunna vit síggja tveir føroyingar á ovastu plássunum á pallinum. Jónas er ikki styrkismettur fremst á 200 m, men havandi í huga, hvat hann rann innandura í vetur, so er hann avgjørt í spæli til at endurvinna gullið.

Triði favoritturin er Tórur Mortensen, sum er styrkismettur fremst í longdarlopi. Eisini stendur Andreas Bjarnastein Antoft til at kunna kappast um heiðursmerki í 110 m rimarenning.

Á longru teinunum eru nógvir, sum ikki hava runnið teinin í ár, og tí er ilt at meta um. Men um sammett verður við undanfarnar oyggjaleikir, so er mikið møguligt, at Julian Gregersen fer at gera seg galdandi á 5.000 m, og eisini kann væntast, at liðið í hálvmarathon fer at dystast um heiðursmerki.

Á 4×400 m ognaðu føroyingar sær eitt silvurmerkið síðst, og har eru Dánjal, Jónas og Tummas Sjóvará aftur við, so við einum væluppløgdum Andreas ella Tóri afturat, er væl møguligt, at teir aftur enda á pallinum.

 

Related Articles