Frælsur Ítróttur Føroya 25.08.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
Altjóða tiltøk

Betri Oyggjaleikir 2027 – vit gera klárt til eitt stórt ítróttahátíðarhald

Á sumri 2027 verða oyggjaleikirnir aftur í Føroyum – størsta og mest spennandi ítróttatiltakið, vit hava havt her heima.

Leikirnir verða ein framsýning av okkara føroyska samfelagi, ítrótti og felagsskapi, og longu nú eru fyrireikingarnar fult í gongd.

Frælsur Ítróttur er ein av stóru ítróttagreinunum á leikunum, og fara vit at hýsa bæði føroyskum og útlendskum íðkarum á høgum stigi. Vit arbeiða longu við at leggja til rættis kappingarnar, tryggja góðar karmar og skapa eina uppliving, sum bæði íðkarar og áskoðarar fara at minnast.

Og fyri at fáa alt at ganga so væl sum gjørligt, hava vit tørv á nógvum eldhugaðum sjálvbodnum.

Vit fara at hava brúk fyri fólki til allar hugsandi uppgávur,  og ØLL kunnu verða við!

Hevur tú hug at vera við og gera mun?

So kanst tú melda teg sum sjálvboðin á heimasíðuni hjá Betri Oyggjaleikum 2027.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar