Frælsur Ítróttur Føroya 25.08.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
Komandi tiltøk

MBM høvuðsstuðul hjá Frælsum Ítrótti Føroya

Í vikuni skrivaðu MBM og Frælsur Ítróttur Føroya undir nýggja avtalu, sum hevur við sær, at MBM heldur fram sum høvuðsstuðul hjá Frælsum Ítrótti Føroya árini 2026-2028.

Samstarvið er upplagt millum hesar báðar partarnar, sum hava heilsufremjan og ein sunnan lívsstíl sum felags áhugamál.

Við avtaluni verða lunnar lagdir undir arbeiðið innan frælsa ítróttin komandi árini. Og júst komandi trý árini vera nøkur av teimum mest spennandi og avbjóðandi fyri frælsa ítróttin. Oyggjaleikir vera í Føroyum í 2027, og frælsur ítróttur er vanliga tann ítróttagreinin, ið hevur flestar áskoðarar á oyggjaleikunum. Umframt stóra fyriskipanarliga fyrirekingararbeiðið, ið skal gerast, er spenningur eisini um ítróttarligu úrslitini, sum hava verið so sera góð seinastu leikirnar.

Frælsur ítróttur Føroya hevur 7 limafeløg kring landið, sum sjálvstøðugt og í samstarvi við sersambandið skipa fyri eini 30 tiltøkum um árið – á breyt, á vegi, í lendisrenning og á alskyns teinum. Persónlig menning, vælvera og sosial samvera eru grundsúlur í hesi fjølbroyttu ítróttagrein, har til ber at menna seg alt lívið, uttan mun til, nær og á hvørjum støði byrjað verður.

Við avtaluni leggur MBM navn til vetrarkappingina í renning, stórkappingarnar á breyt og avbjóðingina at koma á mál í øllum teimum føroysku hálvmarathonkappingunum í sama ári.

Tony Weyhe, stjóri hjá MBM, og Gunnvá Wardum, forkvinna hjá Frælsum Ítrótti Føroya, skrivaðu undir nýggju avtaluna, og tey gleða seg til samstarvið komandi trý árini.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar