Frælsur Ítróttur Føroya 24.08.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
Komandi tiltøk

MBM Vetrarkappingin byrjar um tvær vikur á Sandi

Eins og mongu tey seinastu árini verður skipað fyri vetrarkapping í renning – nú nevnd MBM Vetrarkappingin.

Umførini eru, sum vanligt, 8 í tali. Tó eru ymsar broytingar gjørdar.

Byrjað verður longu í oktober mánaði, leygardagin 25. oktober, og tekur nýstovnaða limafelgið í Sandoy, Tindar, ímóti. Tey skipa fyri fyrsta umfarinum saman við Bragdinum, sum leggur lag á. Nærri upplýsingar um fyrsta umfar og tilmelding verða tøk sum skjótast.

3 umfør vera fyri jól. 2. umfar verður í Vági, ivaleyst sunnudagin 9. november, og 3. umfar verður siðbundni teinurin Runt Agnið á Toftum tann 22. november.

Fimm umfar bíða í nýggja árinum, og eru tey hesi:
4. umfar: 17. januar 2026, Kollafjørður – Bragdið
5. umfar: 31. januar 2026, Vágar – Frælsi
6. umfar: 21. februar 2026, Klaksvík – Treysti
7. umfar: 07. mars 2026, Kerjar – Hvirlan
8. umfar: 21. mars 2026, Runavík (FM 10 km) – Roysnið

Kappingarreglurnar eru at finna her. Har verður nærri greitt frá aldursbólkum og stigaskipan.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar