MBM Vetrarkappingin í renning 2025-2026 fór av bakkastokki í dag.
Komandi mánaðirnar verða 8 umfør runnin kring landið. Talan er um stigakapping fyri einstaklingar og lið.
Annað umfar av kappingini verður sunnudagin 9. november í Vági. Tá skipar Hvistan fyri.
Íalt 51 luttakarar – 21 kvinnur og 30 menn – luttóku í fyrsta umfarinum, sum varð runnið á Sandi. Kappingin varð fyriskipað í felag av Bragdinum og nýstovnaða felagnum Tindar, sum heldur til í Sandoynni.
Kappast varð sum vant í ymsum bólkum.
Í opna bólkinum hjá kvinnum vann Maria Chun Nielsdóttir við tíðini 39,10 min. frammanfyri Bjørk Herup Olsen (39,57 min.) og Ann Thomsen (40,36 min.) Tær umboða allar tríggjar Bragdið.
Í opna bólkinum hjá monnum vann Torbjørn Hentze, Bragdið, við tíðini 32,04 min., frammanfyri Boga Hjalt, Bragdið, við 32,39 min. og Mattias í Lambanum, Roysnið, við 33,02 min.
Úr rúgvuni av úrslitum er kanska áhugavert at nevna, at nýggja felagið, Tindar, hevði ein rennara við í dag – Ísak Kolden, sum gjørdist nummar 6 í opna bólkinum hjá monnum, og nummar trý hjá mansunglingum.
Øll úrslitini eru at finna á My Race Result her.
Úrslitini eru eisini at finna sum pdf her.
Myndir frá kappingini eru at síggja á Facebook-vanganum hjá Bragdinum her.
Úrslitini og myndir av vinnarunum ymsu bólkunum síggjast niðanfyri.
Kvinnur opin bólkur


Menn opin bólkur


Mansunglingar


Kvinnur veteranar


Menn veteranar


Kvinnur superveteranar


Menn superveteranar


Menn Ultraveteranar




You must be logged in to post a comment.