Frælsur Ítróttur Føroya 24.08.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
Kapping á breyt

Oddvør Josephsen sett tvey føroysk met

Undir kappingini Randers Indoor 2026 seinasta leygardag setti Oddvør Josephsen ikki minni enn tvey føroysk met í renning innandura.

Á 60 metrum betraði hon sítt egna føroyska met frá 7,86 sek., sum hon setti í Odense 16.02.24, niður á 7,83 sek.

Góðan hálvan annan tíma seinni betraði Oddvør føroyska metið á 200 m. Tað metið átti hon eisini sjálv. Tað var 26,10 sek, sum hon setti í Randers 10.02.24. Nýggja føroyska metið hjá Oddvør er 25,92 sek., og er hon sostatt fyrsta føroyska kvinna undir 26 sek. innandura.

Oddvør umboðar Aalborg AM niðri, men er annars úr Treysti.

Úrslitini frá kappingini eru at finna her.

https://meets.rosterathletics.com/public/competitions/details/schedule?id=27099

Hjartaliga tillukku við metunum, Oddvør.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar