Home Altjóða tiltøkMaria Biskopstø føroyskt met á 400 m innandura

Maria Biskopstø føroyskt met á 400 m innandura

by Sølvi Reinert Hansen

Fýra av fremstu føroysku íðkarunum innan frælsan ítrótt hava tikið lut í Pallas Spelen í Malmö hetta vikuskiftið.

Maria Biskopstø gjørdi ikki mætari enn at seta nýtt føroyskt met á 400 m innandura leygardagin við tíðini 56,97 sek. Hon var sostatt fyrsta føroyska kvinnan undir 57 sek. Maria átti sjálv gamla metið, 58,01 sek., sum hon setti í Skive í februar 2020. Í hesi kappingini gjørdist hon nummar  tvey í B-finaluni.

Í dag setti Maria nýtt persónligt met á 800 m innandura, 2.13,87 min,  tá hon vann A-finaluna í Pallas Spelen.

Í gjár vann Oddvør Josephsen C-finaluna á 400 m við 60,43 sek. Oddvør gjørdist nummar tvey í C-finaluni á 200 m í dag við 25,95 sek.

Andreas Bjarnastein Antoft rann 7,15 sek. í 60 m innleiðandi í gjár.  Hetta gav honum atgongd til B-finaluna, har hann rann 7,13 sek, sum er besta tíðin hjá honum á hesum teininum í ár.

Í dag rann Andreas 60 m rimarenning. Innleiðandi 9,05 sek., sum var besta tíðin í ár, og løtu seinni betraði hann tíðina til 9,04 sek.

Í longdarlop leyp Andreas 6,44 m í dag. Tað var persónligt met hjá honum.

Dánjal Dahl Ljósheim rann 400 m í gjár. Hann gjørdist nummar 3 í A-finaluni við 51,01 sek., sum er besta tíðin hjá honum í ár. Í dag gjørdist hann fyrstur um strikuna í D-finaluni á 200 m við 23,42 sek., sum er besta tíðin hjá honum í ár.

Sí øll úrslitini frá Pallas Spelen 2026 her.

Related Articles