Leygardagin 7. februar runnu heili 126 rennarar teinin av Skála út á Toftir í Skechers Performance Nýggjárshálvmarathon.
Kappingin, sum vanliga er fyrsta leygardag í nýggja árinium var, sum ikki einaferð útsett vegna veður. Roysnið fyriskipaði, og runnið var av brandstøðini á Skála út til býráðssalin á Toftum.
Sum vanligt í rennikappingum kappast íðkarar fyrst og fremst móti sær sjálvum, og hetta sæst í stóru spjaðingini í tíðum. Fyrsti rennarin koma á mál uppá einans 1 tíma og 13 minuttir, meðan tann seinasti brúkti 2 tímar og 42 minuttir um teinin.
Hjá monnum vann stjørnuskotið Julian Gregersen úr Treysti, sum væntað, við 1:13:46. Torbjørn Hentze úr Bragdinum, sum fylgdist við Julian eina góða løtu, gjørdist nummar tvey við 1:18:12 og Ísak Kolden úr Tindum gjørdist nummar trý við 1:24:58.
Fyrstu tríggjar kvinnurnar vóru Rutt Gregersen úr Treysti við 1:25:51, frammanfyri Bjørk Herup Olsen úr Bragdinum við 1:29:16 og Mariu Chun Nielsdóttir úr Bragdinum við 1:39:57.
Sum vanligt varð kappast í ymsum bólkum. Øll úrslitini eru at finna her:
https://www.webscorer.com/race?raceid=420617
Hesi 126 rennararnir, sum luttóku í Skechers Performance Nýggjárshálvmarathon hava tikið fyrsta stigið móti serliga heiðursmerkinum, sum verður latið fyri at hava luttikið í øllum seks hálvmarathonkappingunum í Føroyum í 2026 – “MBM 6 hálv í 2026”. Næsta tiltak í hesi avbjóðingini er FM Hálvmarathon í Klaksvík, sum verður runnið 2. mai. Seinastu tvey árini hava um 50 fólk megna hesa avbjóðingina hvørt ár.
#raskambm
Sí vinnaramyndir niðanfyri.

Kvinnur fv.: Bjørk, Rutt og Katrin

Menn
fv.: Torbjørn, Julian og Ísak

Kvinnur veteranar fv.: Lydia, Maria og Hallbjørg

Menn veteranar fv.: Lau, Andrew og Hallur

Kvinnur superveteranar fv.: Dorrit, Óluvá og Elisabeth

Menn superveteranar fv.: Hjalmar, Hallur og Óli

Menn ultraveteranar fv.: Jens, Josvein og David