Frælsur Ítróttur Føroya 22.08.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
FÍF arkiv

Familjurenning verður í Vágum 15. oktober

Leygardagin 15. oktober 2005 verður skipað fyri familjurenning við skúlan á Giljanesi vesturi í Vágum. Tað er felagið FRÆLSI – fyri frælsan ítrótt í Vágum, Føroya Sparikassi og Bassi, sum saman skipa fyri renningini. Aftaná fáa allir lutakarar POP TOP frá MBM.

Undur tiltakinum verður mat og køkutombola.

Skrá
Tiltakið byrjar uttanfyri skúlan á Giljanesi. Teinarnir verða væl merktir allan vegin. Luttakarnir verða lutaðir í fimm bólkar:

Børn (fødd 1995 og yngri)
børn (fødd 1992 til 1994)
ung (fødd 1988 til 1991)
vaksin (fødd 1960 til 1987)
veteranar (føddir 1959 og eldri)
motionistar (føddir 1905 til 2005 ár).

Børnini og motionistar renna/ganga 2 kilometrar, tað er frá skúlanum og niðan í Kálvalíð og omanaftur – Bassi rennur við!

Ung, vaksin og veteranar renna 5 og 15 kilometrar, teinarnir eru ávíkavist frá skúlanum norður til Keypssamtøkuna og til Vatnsoyrar og heimaftur.

Familju tiltakið byrjar kl. 12, og byrjanarnummar fæst við skúlan á Giljanesi 1 tíma undan renningini. Luttøkugjaldið verður 20 kr fyri børn og 50 kr fyri vaksin, tó skal ein familja í mesta lagi gjalda 100 kr. Goldið verður tá byrjanarnummarið verður avheinta.

Nummar 1, 2 og 3 í øllum bólkunum fáa heiðursmerkið og allir luttakarnir fáa diplom sum minni um dagin.

Renn ella gang
Fyri fólk, sum ikki eru von at renna ella íðka annan ítrótt, tykjast 2, 5 og 15 kilometrar kanska sum ein ov stórur biti at gloypa. Men hetta skal ikki halda nøkrum aftur, tí endamálið við tiltakinum er ikki at kappast, men at geva øllum, bæði yngri sum eldri, eitt gott og hugnaligt høvi at røra seg. Og tað stendur sjálvsagt púrasta til tey luttakandi, um tey vilja renna ella ganga teinin, sum tey velja. Mest umráðandi er at vera við. Øll eru hjartaliga vælkomin!

Tilmelding
Tilmeldingin fer fram her á heimasíðuni. Freistin fyri at melda seg til renningina er hósdagin 13. oktober. Eitt skriv kemur í hvørt hús í Vágum um tiltakið og tilmeldingarmøguleikar.

Við ítróttarkvøðu

FRÆLSI – Felagið fyri frælsan ítrótt í Vágum

Meldið til her.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar