Frælsur Ítróttur Føroya 26.08.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding

Úrval

Frælsur Ítróttur Føroya

Úrval

Málrættað menning – betri úrslit

Úrvalsarbeiðið hevur til endamáls at skapa bestu karmarnar fyri føroyskar íðkarar í frælsum ítrótti, sum arbeiða miðvíst fram ímóti altjóða kappingarstøði. Gjøgnum skipaða menning, stuðul og gott samstarv millum íðkarar, venjarar og feløg, arbeiðir FÍF fyri at menna føroyskan frælsan ítrótt á hægsta støði.

Her finnur tú alla kunning um okkara úrvalsætlan, upptøkutreytir, stuðulsskipanir, samlingar og umsókn um upptøku í úrvalsskipanina.

Um Úrval

Ein skipan við greiðum treytum


Úrvalsskipanin hjá Frælsum Ítrótti Føroya er ætlað íðkarum, sum hava viljan og fortreytirnar at menna seg til altjóða kappingarstøði.

Skipanin byggir á greiðar og gjøgnumskygdar treytir, har bæði ítróttarligt støði, arbeiðsorka, hugburður og samstarv telja við í einari heildarmeting. Endamálið er ikki bara at skapa góð úrslit í dag, men eisini at menna eitt sterkt og burðardygt úrvalsumhvørvi, har íðkarar fáa bestu møguleikar at mennast yvir tíð.

Gjøgnum úrvalsskipanina arbeiðir FÍF fyri at:

  • menna føroyskar íðkarar til altjóða kappingarstøði
  • skapa greiðar karmar og væntanir
  • stuðla føroyskum íðkarum í Føroyum og uttanlands
  • styrkja samstarvið millum FÍF, feløg, venjarar og íðkarar
  • leggja lunnar undir framtíðar úrslit fyri føroyskan frælsan ítrótt

Úrvalsætlan

Grundarlagið undir øllum úrvalsarbeiðinum


Skipanin fevnir um tríggjar bólkar av íðkarum og verður fíggjað við játtan frá Úrval/ÍSF og avsetingum hjá Frælsum Ítrótti Føroya. Umfangið av skipanini er treytað av teimum fíggjarligu karmunum, sum til eina hvørja tíð eru tøkir. Við at arbeiða eftir somu meginreglum verður tryggjað, at allir íðkarar verða mettir eftir somu fortreytum.

Visión

FÍF skal skapa eitt skipað og mennandi úrvalsumhvørvi, har føroyskir íðkarar í frælsum ítrótti fáa bestu møguleikar at mennast og kappast á altjóða støði.

Endamál

  • menna føroyskar íðkarar til altjóða kappingarstøði
  • skapa greiðar karmar og væntanir fyri úrvalsíðkarar
  • stuðla íðkarum bæði í Føroyum og uttanlands
  • tryggja eina skipaða og rættvísa skipan fyri stuðli og menning
  • styrkja samstarvið millum FÍF, lokalfeløg, venjarar og íðkarar

Íðkaramenning

  • Fleiri føroyskir íðkarar skulu røkka altjóða støði
  • Fleiri íðkarar skulu kvalifisera seg til altjóða kappingar
  • Fleiri ung skulu halda fram í skipaðari venjing eftir ungdómsárini
Topp 5Hvør úrvalsíðkari á Oyggjaleikum
10 gullOyggjaleikirnir 2029
Topp 32Á EM

Upptøkutreytir

Hvør er úrvalsíðkari?


Úttøka til úrval byggir á eina heildarmeting av:

  • World Athletics stigum seinastu 2 árini
  • venjingaraktiviteti
  • hugburði og arbeiðstreysti
  • samstarvi og samskifti
  • virðing fyri felags ætlanum
Tað er ikki nóg mikið bert at hava neyðugu stigini. FÍF kann velja ikki at taka ein íðkara út, um venjingaraktivitetur er ov lítil, uppmøting til samlingar er ov óstøðug, samskiftið ikki riggar, ella hugburðurin ikki samsvarar við virðini hjá FÍF. World Athletics-stigini eru eitt týðandi grundarlag, men eru ikki einsamøll avgerandi.

Stigaskipan

Støði verður tikið í stigaskipanini hjá World Athletics.

BólkurWA stigStuðul
Úrval A1000+ÍSF úrval / FÍF
Úrval B930 – 999Áramálsett pulja hjá FÍF
Menning880 – 929Áramálsett pulja hjá FÍF

Flyting millum bólkar

  • Endalig meting verður gjørd eina ferð árliga
  • Vanliga aftaná uttandurasesongina
  • FÍF kann tó gera serligar tillagingar eftir tørvi

Samlað meting

Upptøka í úrvalsskipanina byggir á eina samlaða meting. World Athletics-stig eru eitt týðandi grundarlag, men upptøka verður eisini mett út frá venjingarvirksemi, arbeiðsorku, hugburði, samstarvi og menningarmøguleikum. Endalig avgerð verður altíð tikin eftir einari heildarmeting.

Roknari

Rokna tíni WA stig


Ein einfaldur roknari er at finna her — rokna tíni stig niðanfyri og síggj, hvar tú stendur í mun til bólkarnar í stigaskipanini.

Stuðul

Stuðul til úrvalsíðkarar


Gjøgnum úrvalsskipanina kunnu íðkarar fáa stuðul til m.a.:

  • ferðir og ferðastuðul
  • kappingargjøld
  • venjingarlegur og samlingar
  • testir og heilsufakligan stuðul
  • altjóða venjarasamstarv
  • stuðul til altjóða lokalfeløg

Soleiðis verður stuðul latin

Stuðul verður latin eftir einari heildarmeting og teimum fíggjarligu kørmum, sum eru tøkir. Upptøka í úrvalsskipanina gevur tí ikki sjálvvirkandi rætt til fíggjarligan stuðul. Endalig avgerð verður tikin sambært galdandi stuðulsreglum.

FÍF arbeiðir fyri

  • greiðari býti av stuðli
  • langtíðarætlanum hjá hvørjum íðkara
  • betri samstarvi við útlendsk feløg og venjarar

Kappingarstuðul

FÍF veitir stuðul sambært galdandi treytum til hesar kappingar:

  • DM/DMU inni
  • DM/DMU úti
  • Pallas Spelen (Växjö fyri kastarar)
  • VU-Spelen

Umframt hesar kappingar kann ein íðkari søkja um stuðul frá FÍF til í mesta lagi tríggjar aðrar kappingar árliga.

Treyt fyri stuðli til hesar kappingar er, at talan er um kapping, har úrslitið kann geva World Athletics-stig.

Stuðul verður latin eftir umsókn og meting og innan teir fíggjarligu karmar, sum FÍF hevur ásett.

Árshjól

Úrvalsárið í fimm tíðarskeiðum


Árshjólið gevur eitt yvirlit yvir høvuðsvirksemið í úrvalsarbeiðinum gjøgnum árið. Virksemið kann tillagast eftir kappingarskrá, altjóða kappingum og øðrum viðurskiftum.

Jan – Mars

  • innandurakappingar
  • vetrarsamling
  • áseting av stuðli og málum
  • uppfylging av menningarætlanum

Apríl – Juni

  • uttandurasesong byrjar
  • fyrireiking til altjóða kappingar
  • landsliðsvirksemi
  • samstarv við feløg

Juli – Aug

  • FM og aðrar kappingar
  • fleiri stórar kappingar heima og altjóða

Sep – Okt

  • eftirmeting av kappingarári
  • endurskoðan av bólkabýti
  • samrøður við íðkarar og venjarar

Nov – Des

  • vetrarvenjing
  • menningararbeiði
  • komandi ár verður lagt til rættis
  • frágreiðing til ÍSF

Samlingar og venjingarlegur

Felags menning


Ein týdningarmikil partur av úrvalsarbeiðinum eru felags samlingar og venjingarlegur.

Endamálið

  • menna íðkarar
  • styrkja felagsskapin
  • deila vitan
  • skapa samstarv millum venjarar og íðkarar

Á hvørjum ári

  • vetrarsamling
  • summarsamling
  • venjingarlegur eftir tørvi
  • menningartiltøk

FÍF arbeiðir fyri

  • tveimum árligum samlingum í Føroyum
  • regluligum felags virksemi
  • venjingarlegu annaðhvørt ár ella eftir tørvi

Her verða eisini komandi tiltøk lýst.


Úrvalsíðkarar

Íðkararnir í skipanini


Her verða úrvalsíðkararnir í hvørjum bólki kunngjørdir, tá ið upptøkan er avgreidd.

Úrval Averður kunngjørt
Úrval Bverður kunngjørt
Menningverður kunngjørt

Skipanin

Samskipan, samstarv og ábyrgd

Úrvalssamskipan

Úrvalsarbeiðið verður samskipað av úrvalssamskiparanum hjá Frælsum Ítrótti Føroya. Arbeiðsuppgávur og ábyrgd eru lýstar í arbeiðslýsingini fyri úrvalssamskiparan.

Samstarv og ábyrgd

  • gott samstarv við lokalfeløg
  • virðing millum íðkarar, venjarar og FÍF
  • greiðar væntanir og ábyrgdarbýti
  • realisma í mun til arbeiðsorku og fíggjarligar karmar

Endurskoðan

Úrvalsætlanin verður endurskoðað regluliga og kann tillagast eftir tørvi. Endaliga ábyrgdin fyri úrvalsarbeiðinum liggur hjá starvsnevndini í Frælsum Ítrótti Føroya.

Umsókn

Søk um upptøku í úrvalsskipanini


Fyri at gerast partur av úrvalsskipanini hjá FÍF, er neyðugt, at hvør einstakur íðkari søkir um upptøku.

Umsóknin verður mett út frá:

1World Athletics stigum
2ítróttarligari menning
3venjingarvirksemi
4arbeiðsorku
5hugburði
6samstarvi

Hevur tú onkran spurning um FÍF Úrval?

Gunnvá Wardumúrvalssamskiparigunnva@athletics.fo · tel. 228611
Søk herTrýst á knøttin og fyll umsóknina út

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar