Home Útbúgving Venjaraskeið í frælsum ítrótti

Venjaraskeið í frælsum ítrótti

Skipað til børn 7-12 ár

by Gunnvá Wardum

Í heyst hevur Frælsur Ítróttur Føroya, aftur skipað fyri venjaraskeiðið, har denturin varð lagdur á venjing av børnum í aldrinum 7-10 ár og 10-12 ár.
Tað er Randi Kúrberg, sum hevur undirvíst.

Skeiðið varð skipað bæði verkligt og ástøðiligt yvir 15 tímar, deildir yvir tveir leygardagar. Soleiðis var møgulleiki at royna seg í tí, sum bleiv undirvíst í fyrsta dagin.

Fokus :

  • Venjaraleikluturin
  • Umhvørvið
  • Barnið
  • likamlig, sálarlig, motorisk og sosial menning
  • skipan av venjing fyri børn á ymsum menningarstigum
  • venjing og barnið, sum skjótt gerst tannáringur
  • stigvøkstur við skili

Okkara ynski í FíF er at menna so nógv sum gjørligt, at verða partur av barna- og ungdómsarbeiðinum, soleiðis at hetta arbeiði kann blomstra í feløgunum og at børnini – okkara framtíð – eisini skula trívast og mennast.
Hetta hevur eisini verið ynski úr feløgunum.

12 vóru tilmeldað skeiðið og  4 teirrra gjøgnumførdu og fingu leygardagin 12. November handað skeiðsprógv.

Á myndini: Randi Kúrberg skeiðshaldari, Tabita, Óluva og Markus Hvannastein.
Miriam Olsen vantar á myndini. Øll fýra úr Treystinum.