Home Ymiskt Gott nýggjár

Gott nýggjár

by Gunnvá Wardum

Nýtt ár er byrjað og nýggja stavsnevndin í FíF er um at finna stevið. Samstundis er tíð at dvølja við 2022, ið gav okkum spenning, vón, gleði, vónbrot og ikki minst sorg.

Korona var í hæddini, tá ið árirð byrjaði, og enn vóru vit í starvsnevndini merkt av, at Gutti ikki var ímillum okkum meira. Anni hevði tó tikið yvir hansara post og var glið um at koma á aftur.

Hóast korona herjaði fyrur helvt av árinum, kunnu vit hyggja aftur á eitt sera aktivt ár, sum byrjaði við, at vit fóru til Pallas Spelen í februar. Hetta var sera gott fyri okkara íðkarar, ið ikki fingu møgulleikan at fara til Stórmót í Reykjavík, tí tey har valdu at avlýsa kappingina. Hetta er annars ein fín innandurakapping, sum íðkararnir plaga at fara til við teirra loklafeløgunum.

Í mars vóru nakrir av okkara íðkarum í Spar Nord Arena í Skive til DM fyri ung. Her sóu vit fleiri góð úrslit. M.a. vóru 2 av okkarar íðkarum, Jónas og Eiri, ið kláraðu kravið til U-18 EM, sum var í Jerusalem í juli.

Í Apríl vóru vit við einum hópi á venjingarlegu í Albir, ið vit høvdu skipað saman við Sólorku.
Hetta er fyrstu ferð, at FíF hevur verið uttanlanda á venjingarlegu við so stórum hópi. Túrurin gekk sera væl, og var hann bæði gevandi og motiverandi fyri íðkarar og venjarar. Hetta var ein sera góður háttur, at koma ordiliga ígongd við uttandura-sesongina.

Í maj settu vit so hol á okkara heimligu kappingar. 2 stórkappingar vóru í maj og ein í juni. Hesar vóru allar hildnar á Tórsbreyt. Spennandi verður í 2023, tá ið onkur av kappingunum eisini fer at verða hildin á Guttabreyt í Klaksvík

Í juni fóru vit so aftur uttanlanda. Hesu fer til Gøteborg í Svøríki, har stóra kappingin – Varld-Ungdomsspelen – veðrur hildin á hvørjum ári. Hetta er eina av stórstu og bestu ungdómskappingunum, í okkara parti av heiminum.

Í juli vóru Føroyaleikir fyri aðru ferð og høvdu vit eisini kappingar á Tórsbreyt.

Og samstundis, sum Føroyaleikirnir vórðu hildnir, fóru teir báðir, Jónas og Eiri, saman við teirra venjara, Jógvani Glerfoss, og danska U18 landsliðshóðinum, ta longu leið til Jerusalem í ísrael, har U18-EM bleiv hildið. Hetta var ein sera spennandi og mennandi túrur hjá teimum. Serliga at fáa roynt seg undir so skipaðum umstøðum, sum tey høvdu skipað á Givat Ram Stadion. Eisini vóru onkur úrslit at vísa á. Serliga var tað úrslitið á 400m hjá Jónasi Isaksen, har hann setti eitt sera flott føroyskt met og legði seg á fyrsta plássið á tí danska rangstiganum fyri sín aldur.

Longu vikuskiftið eftir, vóru teir báðir aftur í eldinum. Hesu fer til NM í Malmø.

Í august og september skipaðu vit fyri FM á Tórsbreyt. Fyrst fyri vaksin og síðani fyri ung.

Sum nakað nýtt, sum ÍSF hevur sett hol á, eru Skúlaleikir, sum frælsur ítrótttur og FíF, eisini eru partur av. Hetta er sera spennandi verkætlan, sum endaði við spennandi stevnum runt um landið, stutt áðrenn skúlarnir fóru í summarfrí. Vit hava havt umboð, sum hava undirvíst ítróttalærarum í okkara ítróttagrein ígjøgnum skúlaárið og eisini hava vit havt umboð, sum praktiskt hava avrikað stevnudagarnar runt í landinum.
Skúlaleikir koyra eisini hetta skúlaárið og hava vit í ár 4 umboð, sum vitja runt á landsins skúlum.

Og útyvir nevndu kappingar á breyt ella í høll, hava lokalfeløgini uppá skift, skipað vetrarkappingar runt í landinum, maraton, hálvmaraton, lendisrenningar og stuttleika- og heilsutiltøk av ymsikum slagi. Ja – tiltøk fylla nærum hvørt vikuskiftið á árinum og tað fegnast vit stórliga um.

—————

Og ímeðan allar kappingarnar og uttanlandaferðirnar vóru ígongd, stríddist Anni við sjúku.
Hon var við til Pallas Spelen í Malmø í februar. Og hon var eisini við til DMU í Skive í mars.
Hon átti høvuðsleiklutin í fyriskipanini av okkara fyrstu stórkapping 14. Maj.
Men til stórkapping 2, ið var 2 vikur seinni, var hon ikki við sum fyriskipari, tí hon føldi seg illa. Spent sum hon var, serliga at fylgja soninum, Jónasi, kom hon allíkavæl á Tórsbreyt at hyggja. Hetta skuldi verða seinasta ferðin, at Anni var á Tórsbreyt. Longu eina viku eftir, var hon flutt á Ríkissjúkahúsið og 14. August andaðist Anni, bert 45 ára gomul.

Starvsnevndin og arbeiðsstevið hevur verið merkt av, at vit fyrst mistu Gutta summarið 2021 og í august Anni.
Í oktober bleiv nevndin so aftur fullmannað og hava vit eina vón um, at vit koma at verða fult arbeiðsfør í komandi ári.

Vit eru sera spent, hvat 2023 hevur at bjóða og ætla at gera okkara til, at tað verður minst líka hendingarríkt sum farna árið. Roysnið leggur út við nýggjárshálvmaraton leygardagin og í februar fara vit til Pallas Spelen í Malmø við ungu breytaíðkarunum.
Heilt stóra kappingin í 2023 eru Oyggjaleikirnir, ið í juli verða hildnir á Guernsey.

—————–

Góðu tit øll, ið á ein og annan hátt hava verði partur av praktiska arbeiðinum í skjótt farna ári – stóra takk skula tit hava. Hvør einasti tykkara eigur lut í, at ítrótturin er í menning og at arbeiðið, frælsum ítrótti í Føroyum at frama, letur seg gera. Vónandi síggja vit nógv tykkara, og enn fleiri, í komandi ári.

Til íðkarar, venjarar, lokalfeløg, avvarandi og hjálparfólk – tykkum øllum verður ynskst eitt gott nýggjár við tøkk fyri tað, ið 2022 gav okkum.

 

Starvsnevndin í FíF, Frælsur Ítróttur Føroya

 

Related Articles