Frælsur Ítróttur Føroya 24.08.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
Ymiskt

Oyggjaleikir 2023

Í 2023 verða oyggjaleikirnir á Guernsey í døgunum 8. – 14. Juli. Og sum flestutm kunnugt, skula íðkarar, ið ynskja at koma við til oyggjaleikirnar, klára kravtíðir og -úrslit, sett av FíF.
Hesi síggjast her.

Tað er starvsnevndin í FíF, ið endaliga úttekur luttakandi íðkarar og kunnu 2 íðkarar úttakast til hvørja grein.
Hettta talið er avgjørt av IIGA (International Island Games Association)
Aldursmarkið fyri at luttatka, er 15 ár. T.v.s. tey, ið eru fødd í 2008 ella fyrr.
Á hálvmaraton-teininum, er aldursmarkið 18 ár. T.v.s. tey, ið eru fødd í 2005 ella fyrr.

Krøv, klárað í 2022 eru galdandi og er seinasta freistin, at klárað eitt krav 23. Apríl 2023.

Útyvir at klára eitt ítróttaligt krav, er eisini niðanfyristandandi galdandi, fyri at kunna verða úttikin sum oyggjaleika-luttakari:

–       Møta til tær landssamlingar, sum FíF skipar fyri 

–       Møta til hvørja venjing í lokalfeløgunum, og fylgja tí ætlan, sum verður løgd

–       Fyri tey sum íðka aðra ítrórttagrein: venjingarmongd verur løgd til rættis í samráð við venjaran

–       Vísa góðan hugburð og ítróttaranda til venjing, til kappingar og í gerandisdegnum

 

 

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar