Frælsur Ítróttur Føroya 24.08.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
Ymiskt

Raska og Meginfelag Búnaðarmanna (MBM) nýggjur høvuðsstuðul hjá Frælsum Ítrótti Føroya

Í dag, týsdagin 17. Januar 2023, hevur FíF skrivað sáttmála við Røsku og Meginfelag Búnaðarmanna (MBM) sum næstu 3 árini verða okkara høvuðsstuðul.

Hetta kennist, sum at ganga gamlar gøtur. Tí tá ið sersambandið, Frælsur Itróttur Føroya, varð stovnað í 2002, varð avtala gjørd við MBM um at vera høvuðsstuðul og vóru tey okkara høvuðsstuðul í nøkur ár.

Sum sersamband hava vit seinastu árini arbeitt støðugt við at menna frælsa ítrottin í Føroyum.
Vit hava skipað samlingar her heima og hava luttikið í stórum kappingum uttanlands, við sera góðum úrslitum og er tað er hugaligt hjá okkum at síggja, at stóra arbeiðið sum verður lagt fyri dagin í FÍF gevur meining.

Flestu praktisku uppgávurnar her heima, sosum at skipa kappingar á breyt, eru treytaðar av sjálvbodnum arbeiði.
Stuðlarnir geva okkum so eitt fíggjarligt grundarlag, har vit víðari kunna skapa karmarnar fyri okkara íðkarar, at mennast á tí støði, tey hvør í sær eru á.

Sjónligastu broytingarnar fyri okkum her og nú verða, at vetrarkappingarnar nú fara at kallast Raska Vetrarkapping og stórkappingarnar á breyt fara at kallast Raska Stórkapping.

Í FíF eru vit ovurfegin fyri okkara nýggju stuðulsavtalu, sum vit vænta, fer at hava góðar og positivar avleiðingar fyri báðar partar.

Vit gleða okkum til samarbeiðið.

 

Frælsur Ítróttur Føroya

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar