Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
Ymiskt

Børn og ung – venjaraskeið í frælsum ítróttum

Leygardagarnar 22. oktober og 12. november, skipar FÍF fyri skeiði í frælsum ítróttum fyri tey, ið venja ella kundu hugsað sær at vant børn og ung í aldrinum 7-10 og 10-12 ár.

Skeiðið er fyri øll áhugað og er bæði verkligt og ástøðiligt.

Vit umrøða og arbeiða við grundleggjandi førleikum hjá okkum sum venjarum og hjá børnunum, sum vit taka ímóti.
Hvørji krøv seta vit til menning, og hvat vilja vit, at børnini skula duga og uppliva, tá ið tey íðka frælsar ítróttir ?
Hvussu skal innihaldið vera?
Hvør venjing er hóskandi?

Nevndu spurningar eru okkurt av tí, ið vit fara at arbeiða við, eins og vit royna okkum í venjaraleiklutinum.
Møtið fjølment, soleiðis at vit kunna menna og styrkja venjarahópin fyri okkara íðkarar.

Randi Kúrberg

P.S. Venjaraskeiðið er leygardagar, soleiðis at suðuroyingar kunnu koma norður seint fríggjakvøld og sleppa suður aftur seinnapart leygardag. FíF hjálpir við innivist.

Melda til á athletics@athletics.fo áðrenn 12 oktober.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar