Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
Ymiskt

Vit minnast eina eldsál – Anni Isaksen í Gerðinum

Seinasta kappingardagin til FM ung 2022, brúktu vit eina løtu, at  minnast Anni Isaksen í Gerðinum, sum bleiv rivin burtur úr lívinum, meðan hon var mitt í tí.

Anni var mamma Jónas Isaksen – ein av okkara íðnastu íðkarum seinastu 10-11 árini. Og tað er við hansara lið, at vit minnast Anni.
Anni var ein eldsál, ið brúkti ein stóran part av síni tíð og orku, at fáa karmarnar rundan um fræslu ítróttina at gerast betri. Hon gav sítt dýrabara íkast har hon var spurd og ikki minst, har sum hon sá, at hon kundi gera ein mun.

Hjá børnum og ungum í Bragdinum, hevur hon í nógv ár virkað sum samskipari av tiltøkum og uttanlandaferðum, og var hon eisini besta matmóðir, felagið hevur havt.
Seinasta árið sat hon í nevndini í FíF, har hon eisini ynskti at gera ein mun.

Missurin er stórur og eru kappingarnar á Tórsbreyt ikki tað sama uttan teg Anni.

Vit vilja takka tær fyri títt stóra íkast til frælsan Ítrótt á breyt, góða Anni. Tú hevur lagt nógv eftir teg.

Og tit nærmastu, ið eftir sita, Gunnleiv, Annika og Jónas – og Tórunn og genturnar, sum búgva niðri – takk fyri, at vit sluppu at læna mammu tykkara. Takk fyri, at tit stuðlaðu henni, at gera nakað fyri okkum.

Vit ynskja at vísa tykkum okkara djúpastu samkenslu, nú tit hava mist so sera nógv.

Vit fara at minnast Anni í stilli næsta minuttin.

Takk fyri

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar