Home Ymiskt FM ung 2022 verður á Tórsbreyt 2. – 4. September

FM ung 2022 verður á Tórsbreyt 2. – 4. September

by admin

“Vikuskiftið 2. – 4. september verður FM fyri ung á Tórsbreyt.

Líkasum seinasta ár, velja vit í ár at hava so nógvar kappingar við sum gjørligt, soleiðis at hvør einstakur íðkari kann fáa sum mest burturúr.

Vit byrja fríggjakvøldið kl. 18.00. Aftur leygarmorgunin kl. 11.00 og sunnudagin kl. 13.00.

Melda til FM her.
Freistin at melda til er týskvøldið 30. august kl. 23.59 !

Væntast kann, at brúk verður fyri upp ímóti 300 dómara- og hjálparfólkatímum.
So ein vinaliga áheitan um, at so nógv tykkara sum gjørligt hjálpa til. Hjálparfólkini verða samskipað í samstarvi við lokalfeløgini.
Vit vóna eisini at síggja hjálparfólk, sum ikki hava roynt tað fyrr. Vit hava nógvar uppgávur, sum ikki krevja serstaka vitan. Hettar er t.d. at halda í eini rívu ella trýsta start á einum vindmátara.

Øll úrslitini síggast í Roster, sum kann takast niður sum app.

Greinarnar í 2022 eru hesar:
8-9 (f. 2013-2014): 60m, 400m, longd, bólt = 4 greinar
10-11 (f. 2011-2012): 60m, 300m, 600m, longd, bólt og kúla = 6 greinar
12-13 (f. 2009-2010): 80m, 300m, 600m, 60/80m rim, longd, hædd, kúla og spjót = 8 greinar
14-15 (f. 2007-2008): 100m, 300m, 800m, 80/100m rim, longd, trístøkk, hædd, kúla, spjót og hamar = 10 greinar
16-17 (f. 2005-2006): 100m, 200m, 400m, 800m, 100/110m rim, 400m rim, longd, trístøkk, hædd, kúla, spjót, klingra og hamar = 13 greinar
18-19 (f. 2003-2004): 100m, 200m, 400m, 800m, 100/110m rim, 400m rim, longd, trístøkk, hædd, kúla, spjót, klingra og hamar = 13 greinar
20-22 (f. 2000-2002): 100m, 200m, 400m, 800m, 100/110m rim, 400m rim, longd, trístøkk, hædd, kúla, spjót, klingra og hamar = 13 greinar

Um tað í spurtunum verður meira enn ein riðil tilmeldaður, verða innleiðandi riðlarnir og finalan runnin sama dag.

Í langspurti (300 m og 400 m) verður bólkað í a-finalu og b-finalu, eftir úrslitum fyrr í ár, og verða tíðirnar avgerandi. T.v.s., ein rennari í b-finaluni kann blíva føroyameistari.

Í teknisku greinunum hjá aldursbólkunum 8-9, 10-11 og 12-13 fáa allir íðkarar tríggjar royndir. Í bólkunum 14-15, 16-17, 18-19 og 20-22 fáa tey seks royndir.

Fríggjadagin verður kappast í hesum greinum:
12-13: 60m gentur/80m dreingir rimarenning og 300m
14-15: 80m gentur/100m dreingir rimarenning, 300m, trístøkk og hamarkast
16-17: 100m gentur/110m dreingir rimarenning, 400m, trístøkk og hamarkast
18-19: 100m gentur/110m dreingir rimarenning, 400m, trístøkk og hamarkast
20-22 : 100m gentur/110m dreingir rimarenning, 400m, trístøkk og hamarkast

Leygardagin verður kappast í hesum greinum:
8-9: 60m, longd og bólt
10-11: 60m, 600m, bólt og 4x100m
12-13: 80m, hædd, spjót og 4x100m
14-15: 100m, hædd, spjót, klingra og 4x100m (14-21)
16-17: 100m, 400m rimarenning, longd, spjót, klingra og 4x100m (14-21)
18-19: 100m, 400m rimarenning, longd, spjót, klingra og 4x100m (14-21)
20-22: 100m, 400m rimarenning, longd, spjót, klingra og 4x100m (14-21)

Sunnudagin verður kappast í hesum greinum:
8-9: 400m og 4x200m mix
10-11: 300m, kúla, longd og 4x200m mix
12-13: 600m, longd, kúla og 4x200m mix
14-15: 800m, longd, kúla og 4x200m boðrenning mix (14-21)
16-17: 200m, 800m, hædd, kúla og 4x200m boðrenning mix (14-21)
18-19: 200m, 800m, hædd, kúla og 4x200m boðrenning mix (14-21)
20-22: 200m, 800m, hædd, kúla og 4x200m boðrenning mix (14-21)

Hetta skal takast við fyrivarni og kunnu smávegis broytinar verða gjørdar.

 “

Related Articles