Home Ymiskt Tveir føroyingar við til U18 EM í Jerusalem

Tveir føroyingar við til U18 EM í Jerusalem

by admin

“Miðvísa venjingin og luttøkan í altjóða kappingum sæst aftur í menningini hjá ungum føroyskum íðkarum.

Ungu garparnir Jónas G. Isaksen og Eiri J. Glerfoss vera báðir við til U18 EM í Jerusalem í døgunum 4. til 7. juni 2022. Hóast tað er hugstoytt, at Føroyar ikki kunnu luttaka sum tjóð til EM, HM og OL, so hava Jónas og Eiri klára krøvini, sum danska landsliðið setir sínum íðkarum. Teir eru tí partur av danska hópinum. Vit hava við hesum á fyrsta sinni í frælsum ítrótti tveir íðkarar og ein venjara við til EM. Jógvan K. Glerfoss, sum dagliga venur teir í Bragdinum og á føroyska landsliðinum er við sum venjari í danska landsliðshópinum.

Til DM fyri ung innandura, sum var í Spar Nord Arena í Skive fyrst í mars í ár, gjørdu Jónas G. Isaksen og Eiri J. Glerfoss tað bragd at loypa yvir 7m í longdarlopi. Jónas, 7,04 m og Eiri, 7,07 m. Bragdið í hesum stendur í, at teir við hesum klára kravið til U18 EM, sum verður í døgunum 4. – 7. Juli í Jerusalem.

Seinni í mars mánaða vóru teir á venjingarlegu í Odense við danska U18 landsliðnum, sum liður í venjingini til EM.

Útyvir hetta kann nevnast, at Jónas til Copenhagen Open í juni, eisini kláraði U18 EM kravið á 400 m, og tí sleppur hann eisini at renna tannn teinin í Jerusalem. Jónas rann 400 m uppá 49,67 sek., og er kravið at verða við til U18 EM 50,00 sek.

Endaliga úttøkan var 24. juni, og vóru ongir aðrir í Danska kongaríkinum, ið tóku teir í lopi og 400 m. Bert 2 á hvørji grein eru við, so tað hevur verið spennandi at bíða eftir endaligu úttøkuni.

Og nú stendur slagið í komandi viku.

Í skrivandi stund, bíða teir eftir viðførinum í Ben Gurion floghavnini í Tel Aviv, fyri síðani at koyra beinleiðis víðari til Jerusalem, har teir skula búgva og kappast.

-Teir báðir leypa longdarlop seinnapartin mánadagin 4. juli.
-Jónas rennur 400 fyrrapartin mánadagin 4. juli.
-Teir eru eisini báðir skrivaðir upp til 1.000 m stafettina, sum verður runnin mikumorgunin, 6. juli.
Jónas er fyrsti maður og rennur 300 m.
Eiri er við sum eykamaður. Helst á einum 100 m, um tað gerst neyðugt.

Startlistarnir til U18 EM eru at síggja her.

Les meiri um kappingina her, m.a. beinleiðis úrslit og livestreaming.

Related Articles