“Eftir trý ár eydnaðist okkum umsíðir, aftur at luttaka í VU-spelen í Gøteborg, sum er stórsta uttandura kapping á breyt í Europa. Í ár luttaka uml 3.500 íðkarar úr 20 londum frá fleiri heimspørtum. Hetta gevur uml 8000 startir, býttir yvir tríggjar dagar.
16 føroyskir íðkarar luttaka í VU-spelen, og var fyrsti kappingardagur í dag.
Samanumtikið hevur hilnast sera væl og hava vit fingið fleiri frálík úrslit. Hesin fyrsti dagurin í Gøteborg hevur víst okkum, at fræls ítrótt í Føroyum er á høgum støði, og at framtíðin er bjørt.
Niðanfyri verða dagsins kappingar lýstar.
13-ára gamli Óðin Glerfoss var fyrsti føroyingurin, ið fór í eldin í VU Spelen 2022. Hann leyp longdarlop í d14 bólkinum, har umleið 40 dreingir úr 8 londum vóru tilmeldaðir. Longsta lopið hjá Óðini í dag var 4,73 m og er tað hansara persónliga met. Hetta gav honum eitt samlað 21. pláss. Óðin leyp 4,59 m í Copenhagen Open seinasta vikuskifti, so framgongdin er sera stór og
12-ára gamla Sigrið Hansdóttir var fyrsta føroyska gentan, ið skuldi umboða merkið í VU Spelen 2022. 600m var á skánni, og Sigrið skuldi renna um kapp við 35 javngamlar gentur úr Danmark, Norra, Svøríki, Finlandi, Íslandi, Týsklandi og Sveis. Sigrið spílaði seg rættuliga út í dag og gjørdist nr. 2 av øllum við tíðini 1.47, 47, sum er hennara persónliga met.
Vinnari av kappingini var Emelié Jonsson úr Sveis við tíðini 1.45,23, og nr. trý gjørdist Klara Prølz úr Norra við tíðini 1.48,96.
Hjartaliga til lukku við silvurmerkinum, Sigrið.
Elin Niclasen, ið hevur verið stinnasti kvinnuligi spjótkastari í landinum seinastu árini, kappaðist í dag G19-bólkinum. Luttakararnir vóru 9 í tali og komu úr Svøríki, Finlandi, Norra og Føroyum.
Elin hevur fingið nýtt spjót, sum bíðaði eftir henni her í Gøteborg og fekk tað í dag sín jomfrútúr og lendi úti á 35,04 m.
Eiri Jógvansson Glerfoss og Jónas Isaksen eru úrmælingar í longdarlopi. Í marsmánaða fingu teir boð um, at teir vóru stinnastu leypararnir í kongaríkinum og skulu tí eftir ætlan umboða danska U18-landsliðið til U18 EM, ið verður hildið í Jerusalem seinni í summar.
Í dag royndu teir seg í d17 kappingini í VU Spelen, har nógvir av stinnastu leyparunum í Skandinavia vóru savnaðir. Kappingin var sera spennandi, og íðkararnir skiftust um at vera á fremstu plássunum. Tá ið avtornaði gjørdist Sebastian Berntsen úr Norra nr. 1 (7,11 m), Leo Gøransson úr Svøríki nr. 2 (7,06 m), Jónas Isaksen nr. 3 (6,85 m) og Eiri Jógvansson Glerfoss nr. 4 (6,83 m).
Bæði Jónas og Eiri hava lopið sítt besta lop uttandura í dag. Lopini eru eisini longri enn uttandura bólkametið hjá d17, sum Jónas nú eigur.
Hjartaliga til lukku við bronsuni, Jónas.
Vibeka Sivertsen setti persónligt met á 800 m á Føroyleikunum 2021, tá ið hon rann og vann ta kappingina við tíðini 2.24,33 min.
Í dag royndi hon seg ímóti 25 javnaldrum, ið komu úr grannalondunum og úr USA. Tað gekk ikki eftir vild hjá Vibeku í dag. Hóast hetta kýtti hon seg, og kom á mál sum nr. 13 við tíðini 2.33,22 min.
Maria Biskopstø, ið hevur føroyska metið í 400m rimarenning (1.05,25 min.) royndi seg seinnapartin í júst hesi greinini. Maria rann teinin við tíðini 1.05,67 min.
Rimarenning er ein tekniskt krevjandi grein, ið ikki verður nógv íðkað í Føroyum. Tí má úrslitið hjá Mariu sigast at vera stak gott.
Føroya fremsti kvinnuligi hæddarleypari, Teresa Bláhamar, var tann seinasti føroyingurin, ið kappaðist í dag. Teresa setti føroyskt met í hesi greinini í Gøteborg í 2019, tá ið hon leyp 1,61 m.
Í dag leyp Teresa upp um 1,60 m. Næsta hæddin hon royndi seg á, var heilt uppi á 1,65 m. Hon gjørdi 3 sera góðar royndir á hesi hæddini, har hon í 3. lopinum var tætt við at koma upp um stongina.
Øll úrslitini síggjast her.
Kappingin verður stroymd og er møguleiki at hyggja her.
Til ber eisini at fylgja okkum á Instagram og Facebook, har vit kunngera einstøku kappingarnar. Her síggjast eisini fleiri mydnir frá degnum.”