Frælsur Ítróttur Føroya 26.08.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
Ymiskt

Betri Stórkapping 3

“Betri Stórkapping 3 verður á Tórsbreyt leygardagin 4. juni.

Vit byrja kl 10.30 við 10.000m á breyt. Síðani verður hildið áfram við styttru renniteinarnunum og teknisku greinunum kl. 11.

Betri Stórkappingarnar eru skipaðar soleiðis, at stig verða givin fyri hvørja av kappingunum í sprint, miðteini, kast og lop.
Heiðursmerkini verða givin teimum, ið hava flest stig eftir triðju kapping.
Fyri at fáa heiðursmerki er tað ein treyt, at íðkarin hevur luttikið í minst tveimum av kappingunum.

Aftaná Betri Stórkapping 2, sær samanteljingin soleiðis út : Samanteljing Betri Stórkapping 2022 2 umf

Heiðursmerkjahandan verður eftir lokna kapping, sum vit skipa sum eitt afterparty. Tað er SERA UMRÁÐANDI, at meldað verður til afterparty her
Tað er galdandi fyri bæði íðkarar og foreldur.
Staðseting av afterparty verður kunngjørt seinni.

Tilmeldingin til Betri Stórkapping 3 fer fram her og er freistin fyri tilmelding týsvøldið 31. mai á midnátt.”

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar