Leygardagin 4. februar er fimta umfar av RASKA Vetrarkappingini, og aftur í ár renna vit í Hoydølum. Runnið verður á fløtuni framman fyri gamla studentaskúlan, sum vanliga er grøn og vøkur, og inni í viðarlundini. Her er talan um øðrvísi renniundirlag, enn til hinar kappingarnar, tí so at siga bara nakrir metrar av asfalti verða undir fótunum. Váta og kalda árstíðin ger avbjóðingina enn størri.
Umframt at hetta er fimti partur av vetrarkappingini, er hetta eisini FM í lendisrenning.
Tey vaksnu renna 6 ferðir runt, 8 km, og børnini renna somu rutu, 2 ferðir runt, sum er 2,6 km. Øll byrja samstundis kl. 11.00.
Rutan sæst niðanfyri:
Her ber til at síggja, hvussu tað sær út, tá eitt umfar verður runnið:
Eingin umklæðing er á staðnum, men tað ber til at skifta í felagshúsinum við Tórsbreyt, har vit eisin handa heiðursmerki og bjóða ein drekkamunn.
Øll kunnu vera við, sjálvt um tað eitur vetrarkapping og FM, so tað er bara at halda seg fram at og melda til her á síðuni áðrenn fríggjakvøldið 3. februar kl. 23.00. Tilmeldingin kostar 50 kr. fyri vaksin og 30 kr. fyri børn, og gjaldast skal við tilmelding. Meldast kann eisini til á staðnum leygardagin frá kl. 10.00-10.30, men tá kostar tilmeldingin 100 kr. fyri vaksin og 50 kr. fyri børn.
Startnummar skal heintast leygarmorgunin frá kl. 10.00 uttan fyri gamla Studentaskúlan.
Vælkomin oman í Hoydalar.