Frælsur Ítróttur Føroya 26.08.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
Úrslit

RASKA Vetrarkapingin 2022-23 – Støðan eftir 4 umfør

Seinasta vikuskifti varð 4. umfar av RASKA Vetrarkappingini runnið í Sørvági.

46 rennarar luttøku í kappingini, hóast veðrið var nokkso baldrut.

Rógvi Kárason úr Bragdinum, sum hevur víst stórform í vetur, var púra greiður vinnari hjá monnum við tíðini 31.02,6 fyr teir á leið 9 km. Honum á baki vórðu Hanus í Horni Nielsen, Frælsi, við 31.52,6 og Henry Olsen, Bragdið, við 32.50,1 min.

Hjá kvinnunum vann Ann-Mari av Skarði úr Bragdinum, við 40.37,5 min., frammanfyri Lydiu Jacobsen, Roysnið, við 40.46,4, og Hallbjørg Danielsen, Roysnið, við 43.40,5 min.

Kappast varð í vanligu bólkunum hjá børnum og vaksnum.

Øll úrslitini frá RASKA VK4 í Sørvági eru at finna her.

Samlaða støðan í RASKA Vetrarkappingini eftir 4 umfør eru at finna niðanfyri. Hóast kappingin bert er hálvrunnin, hon hevur 8 umfør, har 5 tey bestu av teimum 8 umførunum telja við, síggjast onkrar greiðar ábendingar.







RASKA VK5, sum eisini er FM í Lendisrenning, verður runnin í Hoydølum leygardagin 4. februar kl. 11.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar