Hetta vikuskifti, hava 16 íðkarar í okkara landsliðshópi verið í Malmø til innandurakapping og gingist hevur sera væl.
3 føroysk met er sett, nøkur bólkamet og uppaftur fleiri persónlig met.
Nøkur heiðusmerki fingu vit eisini heim við aftur.
Tinna Berg Jørgensen, ið dagliga venir í Hvirluni, rann 60m leygardagin.
Hon rann teinin uppá 7,99 sek.
Hetta er ikki bara føroyks met, men eisini skrivaði Tinna frælsa ítróttasøgu, við at verða fyrsta føroyska kvinnan, ið hevur runnið teinin undir 8 sek.
Hjartaliga tillukku Tinna.
Og fyri Bragdadreingin, Jónas Isaksen, bragdaði aftur, at betra um 2 føroysk met, sum hann átti sjálvur. Hetta gjørdi hann á 400m teininum leygardagin, tá ið hann rann hann uppá 49,04 sek.
Hetta gav honum eisini silvurmerkið.
Og sunnudagin rann Jónas 200m uppá 22,02 sek. Føroykst met og eitt gull heiðursmerki.
Jónas fekk eisini eitt silvurmerki fyri sítt longdarlop, ið var 6,73m.
Hjartaliga tillukku Jónas.
Hennie Maria Reginsdóttir Samuelsen, Bragdið, fekk bronsumerki, fyri at loypa 9,40m í trístøkk.
Hjartaliga tillukku Hennie.
Eiri J Glerfoss, Bragdið, fekk bronsu í 60m, ið hann rann uppá 7,11 sek.
Eiri fekk eisini gull í longdarlopi, sum hann vann við einum sera flottum lopi uppá 7,03m.
Hjartaliga tillukku Eiri.
Afturat hesum kann nevnast, at Andreas B Antoft, ið í løtuni býr í Keypmannahavn og venir við donskum klubbi, í Januar rann 60m rimarenning uppá 8,65 sek, ið er eitt flott føroykst met.
Vit ynskja Andreasi hjartaliga tillukku.
Andreas var eisini við okkum í Malmø um vikuskifti.
Eisini vóru aðrir føroyskir íðkarar við í kappingini. Rúni Seloy var komin úr Pólandi, fyri at testa 800m formin aftur.
Og úr Keypmannahavn var Rógvi Johansen eisini komin at renna sama tein sum Rúni, og runnu teir í sama riðli.
Sera stuttligt at síggja teir báðar í kapping J
Øll úrslitini frá Pallas Spelen síggjast her.
Á myndini omanfyri mangla Teresa Bláhamar, ið var farin aftur til Keypmannahavnar og Andreas Antoft, ið tíverri varð óheppin at koma til skaða í kapping.