Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
Ymiskt

DM Senior í Randers um vikuskiftið

6 føroyskir íðkarar hava um vikuskfitið verið við til DM senior, sum varð hildið í Randers.

Hetta er kapping, har tú skal verða á kvalifikatiónslistanum hjá Dansk Atletik Forbund, fyri at kunna luttaka.

Tey, ið hava luttikið eru Rebekka Fuglø Poulsen og Vibeka Eihiilt Sivertsen úr Treystinum, Eiri J Glerfoss úr Bragdinum, Tinna Berg Jørgensen úr Hvirluni og Dánjal Dahl Ljósheim og Tórur Mortensen, fyrrv. Hvirluíðkarar, sum venja í donskum felag.

Tórur Mortensen gjødist danskur meistari í trístøkk, við einum lopi uppá 15,05 m.

Rebekka Fuglø Poulsen fekk bronsu á 800m teininum, sum hon rann uppá 2.13,72 min.

Og Eiri J Glerfoss setti nýtt føroykst met í longdarlopi, við einum lopi uppá 7,30m.

Har afturat var Dánjal Dahl Ljósheim við til at vinna gull í 200 m boðrenning við hansara danska liði, Sparta.

Hjartaliga tillukku tit.

Øll úrslitini frá kappingini síggjast her.

 

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar