Home Komandi tiltøk RASKA VK-7 verður á Tvøroyri sunnudagin 12. mars kl. 14

RASKA VK-7 verður á Tvøroyri sunnudagin 12. mars kl. 14

by admin

Sunnudagin 12. mars kl. 14.00 skipar Hvistan fyri 7. umfari í RASKA Vetrarkappingini, sum í ár verður fyriskipað á Tvøroyri.

Startur og mál verður beint við Skúlan inni á Tvøroyri.

Kappast verður í ymiskum bólkum og byrja allir bólkar samstundis kl. 14.00.
Kvinnur / Menn opin bólkur (f. -2006)
Kvinnur / Menn Veteranar (f. 1968-1977)
Kvinnur / Menn Superveteranar (f. 1958-1967 ella fyrr)
Kvinnur / Menn Ultraveteranar (f. 1957 ella fyrr)
Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 2002-2006)
Gentur / Dreingir (f. 2007-2011)

Rutan í ár verður broytt av tí at runnið verður frá Skúlanum inni á Tvøroyri. Startur og mál verður í skúlagarðinum. Teinurin hjá vaksin er úr skúlagarðinum og yvir á Krambatanga og aftur, uml 8,8 km. Runnið verður gjøgnum býin, vestur til Trongisvágs og yvir á Krambatanga og heim aftur sama vegin. Teinurin hjá børnum er úr skúlagarðinum og vestur til lambubúðina hjá Bærendsen Teknik og heim aftur, uml. 3,4 km

Í sambandi við renningina verða heiðursmerkir latin til nummar eitt, tvey og trý í øllum bólkunum. Sum vanligt er, so fer tilmelding fram á heimasíðuni hjá FÍF (www.fif.fo).

Freistin at melda til er leygarkvøldið 11. mars kl. 24.00. Luttøkugjaldið er sum tað plagar, tvs. kr. 50 fyri vaksin og kr. 30 fyri børn. Eisini kann meldast til á staðnum hálvan tíma áðrenn start.

Luttakararnir verða bidnir um at møta í Skúlanum á Tvøroyri frá kl. 13.00.

Startnummarið skal vera avheintað í seinasta lagi kl. 13.45. Í skúlanum er møguleiki fyri skifting og brúsubað. Eftir renningina verður ábit og heiðursmerkjahandan í Fimleikarahøllini í skúlanum.

Hvistan vónar at nógvir luttakarar verða við, tí renningin er samstundis motiónsrenning har øll kunnu luttaka.

Related Articles