Home Ymiskt 5 føroysk met, 4 gull, 2 silvur og 9 bronsumerkir um vikuskiftið

5 føroysk met, 4 gull, 2 silvur og 9 bronsumerkir um vikuskiftið

DMU í Skive, DK og kastikapping í Vaxjø, SE

by Gunnvá Wardum

14 føroyskir íðkarar hava um vikuskfitið verið til innandurakapping í útlondunum.
12 teirra hava verið í Skive til DMU. 11 Bragdaungdómar og ein ung Treystadama.
2 Hvirlukastarar hava verið í Vaxjø í Svøríki.

Og eitt er at siga um menningina í frælsu ítróttini og tað er, at hon er í rívandi menning og at mørkini verða flutt.

Úr DMU koma føroysku íðkararnir heim aftur við heiðursmerkjum í hópatali – 4 gull, 2 silvur og 7 bronsum.
Og úr Vaxjø fingu føroyingarnir eisini eina bronsu heim við.
Útyvir heiðursmerkini, eru eisini heili 5 føroysk met sett.

Føroysku innandura-metini eru hesi:

  • Sunniva Bogoadótttir, spjótkast, 39,35m
  • Lydia P. Simonsen, klingrukast, 30,14m
  • Jónas G. Isaksen, 200m, 21,83 sek
  • 4 x 200m boðrenning, menn: Leon Johannesen, Eiri J Glerfoss, Tummas Sjóvará og Jónas G Isaksen, 1.30,87 min
  • 4 x 200m boðrenning, kvinnur: Bára J Glerfoss, Arina L Michelsen, Sofía Højgaard og Elisabet H Simonsen, 1.52,21 min

Gull heiðursmerkir:

  • Jónas G Isaksen, 400m, 49,32 sek
  • Bára J Glerfoss, longdarlop, 4,97m
  • Jónas G Isaksen, 200m, 21,83 sek
  • Leon Johannesen, Eiri J Glerfoss, Tummas Sjóvará og Jónas G Isaksen, 4 x 20m boðrenning, 1.30,87 min

Silvur heiðursmerkir:

  • Elisabet H Simonsen, longdarlop, 4,95 m
  • Tummas Sjóvará, 400m, 52,08 sek

Bronsu heiðursmerkir:

  • Teresa F Bláhamar, longdarlop, 4,74 m
  • Arina L Michelsen, trístøkk, 10,44m
  • Leon Johannesen, 400m, 52,40 sek
  • Teresa F Bláhamar, hæddarlop, 1,55m
  • Bára J. Glerfoss, 200m, 27,53 sek
  • Eiri J. Glerfoss, longdarlop, 6,33m
  • Sunniva Bogadóttir, spjótkast, 39,35m
  • Elisabet H Simonsen, 60m, 8,22 sek
  • Bára J Gleross, Arina L Michelsen, Sofía Højgaard, Elisabet H Simonsen, 4 x 200m, 1.52,21 min

Hjartaliga tillukku øll somul, við tykkara flottu úrslitum.

Øll úrslitini frá DMU síggjast her.
Øll úrslitini frá kastikappingini í Vaxjø síggjast her.

Related Articles