Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
Ymiskt

Aðalfundurin verður mánadagin 17. apríl 2023 kl. 18:00

Aðalfundur felagsins verður í hølunum hjá Klintra á Heykavegi 4, Tórshavn, mánadagin 17. apríl 2023 kl. 18:00.

Vit byrja við ábiti, áðrenn vit byrja uppá skránna kl. 18.30.

Skrá smb viðtøkunum:
-Val av orðstýrara
-Formaðurin greiðir frá virki sambandsins í farna ári
-Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap
-Innkomin mál
-Val av nevndum og eykamonnum
-Val av skrásettum grannskoðara
-Ymiskt

Smb. grein 5, kann hvørt felag kann senda trý umboð til aðalfundin.
Tann, ið umboðar felagið á aðalfundinum, skal hava verið limur í felagnum í minsta lagi ein mánað og hava limagjalds- og onnur limaviðurskifti síni í lagi.

Smb. grein 6, hava feløgini atkvøðurætt við einari atkvøðu hvør. 
Aftur at omanfyri nevndu hava starvsnevnd ÍSF, dómsnevndin og grannskoðarin talurætt og rætt at seta fram uppskot.

Sbmb. grein 7, kunnu lógaruppskot verða viðgjørd ella lógarbroytiingar framdar, um tær standa á fundarskránni.
Uppskot um lóg og lógarbroytingar skulu vera nevndini í hendi seinast 14 dagar áðrenn aðalfundin.
Mál, sum ikki standa á skráani, kunnu verðra tikin til viðgerðar og avgjørd, um 2/3 av umboðunum játta hesum. Fyri at uppskotið skal vinna sømdir á aðaldundi, skal meiri enn helmingurin av teimum møttu, sum hava atkvøðurætt, atkvøða fyri.

Um tað stendur á jøvnum í inevndarvali, so verður fyrst umval. Um enn stendur á jøvnum, verður lutakast millum valevnini.

 

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar