Home Úrslit Fyrireiking til oyggjaleikir og 6 føroysk met

Fyrireiking til oyggjaleikir og 6 føroysk met

Opnar kappingar á Tórsbreyt

by Gunnvá Wardum

Seinastu 14 dagarnar, hava opnar kappingar verið á Tórsbreyt, sum fyrireiking til oyggjaleikirnar á Guernsey í juli í ár.

Tað hava verið sera nógv góð úrslit til kappingarnar, og teknar hetta gott fyri summarkappingarnar, sum liggja fyri framman.

Serliga nógv bólkamet eru tikin, enn fleiri persónlig met og ikki færri enn 5 føroysk met eru sett.

Talan er um Guðrið K Petersen úr Hvirluni, sum hevur tikið sítt egna føroyska met í sleggjuvarpi, og eitur metið nú 44,74m.

Síðani er tað Jónas Isaksen úr Bragdinum, sum hevur sett ikki minnið enn 4 føroysk met seinastu 2 vikurnar.
Á 100m teininum setti hann føroykst met, tá ið hann rann teinin uppá 11,08sek.
Á 200 m tók hann fyrst sítt egna met, sum bleiv 21,91 sek. 9 dagar seinni rann hann teinin aftur og bøtti um sítt egna met, sum nú eitur 21,76sek.

Jónas setti eisini føroykst met á 400m, sum hann rann uppá 47,61sek. Hetta úrslitið kvalifiserar eisini Jónas til U20 EM, sum verður í Jerusalem í august í ár.

Afturat hesum, eigur fræslur ítróttur Mariu Biskopstø, sum hetta ári býr og íðkar í Indiana, USA.
Tað tykist at ganga óført hjá Mariu. Hon hevur nevniliga tikið fleiri bólkamet í ár og fríggjadagin setti hon føroykst met í 400m rimarenning, tá ið hon rann teinin uppá 1.04,19 min.

Vit ynskja øllum trimum hjartaliga tillukku við metunum.

Guðrið, Jónas og Maria verða øll trý við á oyggjaleikunum á Guernsey í juli, saman við hinum 20 íðkarunum, sum frælsur ítróttur hevur við á oyggjaleikunum í ár.

Hetta er stórsti frælsi hópur á oyggjaleikunum nakrantíð og ber tað boð um, at ítrótturin er í rívandi mennig.
Vit fegnast við tykkum øllum og gleða okkum almikið at fylgja tykkum víðari á ítróttaleiðini.

Related Articles