Frælsur Ítróttur Føroya 25.08.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
Ymiskt

RASKA Stórkappingar 2023

Leygardagin 13. mai verður ársins fyrsta Raska Stórkapping á breyt.

Kappingin er skipað í trimum umførum. Tvey á Tórsbreyt og sum nakað nýtt, verður eitt umfar í ár skipað á Guttabreyt í Klaksvík.
Til hvørja kapping, er møgulleiki at luttaka í sprint, miðteini, lop og kast.
Eftir 3. stórkapping, verður endað við einum hugnaligum afterparty, har heiðursmerki verða handað og okkurt gott verður til góman.

Tað er FíF sum skipar kappingarnar saman við lokalfeløgunum.
Kappast verður hesar dagar, við vertsfelagi í klombrum:

Leygardagin 13. mai (Bragdið)
Leygardagin 27. mai (Treysti/Roysni)
Leygardagin 17. juni (Hvirlan)

Roknast skal tó við, at felagið við høvuðsábyrgdini, kann hava tørv á hjálp frá hinum feløgunum.

Greinarnar, ið kappast verður í leygardagin 13. maj eru :

– 60m (8-9 ár)
– 100m (10 ár-vaksin)
– 600m (8-13 ár)
– 1000m (14 ár-vaksin)
– bóltkast (børn og 8-11 ár)
– diskus (12 ár – 17 ár)
– sleggja (18 ár – vaksin)
– longdarlop (8-11 ár og 16 ár-vaksin)
– hæddarlop (12-15 ár)

Meldast skal til her, seinast týskvøldið 9. mai á midnátt.

HER ber til at hyggja eftir hvussu kappingargreinarnar og kappingarreglurnar eru.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar