Frælsur Ítróttur Føroya 24.08.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
Ymiskt

Temadagur í Smæruni og á Tórsbreyt

Kristihimmalfarardag, hósdagin 18/5 kl. 13, bjóðar Frælsur Ítróttur Føroya til temadag í Smæruni, har vit fara at hugna okkum saman í ítróttaranda.
 
Vit vóna at síggja limafeløg, limir, íðkarar, systkin og avvarðandi annars, til ein góðan Raska MBM dag 😃
 
  • Vit hava boðið Pál Joensen inn, har hann kemur at fortelja frá síni leið sum svimjari á høgum støði
  • Vit fara at forkelað tykkum við lekkrum, løttum ábiti
  • Vit fara at greiða frá úrslitaskipanini Roster, sum vit brúka í kapping í Frælsum ítrótti. Eisini koma vit inná, hvat tað inniber at verða hjálparfólk til kapping á breyt
  • Vit fara niðan á Tórsbreyt, har vit fyrst hava eina lætta upphiting fyri øll, áðrenn vit fara at fyriskipa eina royndarkapping, har til ber at royna seg, bæði sum íðkari og sum hjálparfólk.
 
Skrá fyri dagin:
 
  • Kl 13:00 – 13.45: Frá Susvim í Vági til OL í Rio – Pál Joensen fortelur frá síni ferð í svimjiheiminum
  • Kl 13:45-14:15: Lætt og lekkurt til góman ☕🥤🥗🍛
  • Kl 14:15-15:00: Upplegg fyri hjálparfólk, har úrslitaskipanin Roster verður gjøgnumgingin
  • Kl 15:15 – 15:30: Upphiting á Tórsbreyt – tillaga øllum 🏃‍♀️🏃‍♂️
  • Kl 15:30 – 16:00: Royndarkapping á Tórsbreyt, har vit royna hjálparfólka-uppgávur og Roster
  •  
Vónandi síggjast við fjølment 👏 og vit gleða okkum, at taka ímóti tykkum 🤩🥳
 

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar