Home Ymiskt RASKA stórkapping 2 á Guttabreyt

RASKA stórkapping 2 á Guttabreyt

í øllum veðri

by Gunnvá Wardum

Leygardagin 27/5, varð RASKA stórkapping 2, hildin á breytini við Másheygg í Klaksvík, á mannamunni nevnd Guttabreyt.
Hetta er fyrstu ferð, at Stórkapping er hildin á breytini har norði.

Ringt er at siga, um veðurgudarnir vóru við okkum ella ikki, tí teir vístu seg frá øllum síðum. Kolandi stormur, stilli og alt har ímillum. Sól, turt, sirm, regn, míðandi regn – ja, og heglingur.
Men felags fyri allar ættir og veðurvánir var, at lagið var gott á flest øllum. Sera gott.

Nýggja breytin, tey hava fingið har norði er snotulig og væl útgjørd. Eisini hava tey góðar møgulleikar til goymslu og krokan.
Og tey í Treystinum hava lagt sera væl til rættis, soleiðis at vit øll føldu okkum væl og hevði hetta sítt at siga, til at veðrið ikki bilti so nógv 🙂
Fyriskipan til UG+ – takk skula tit hava fyri tað.

Hetta var 2. stórkapping av 3. Tað er soleiðis, at íðkararnir fáa stig fyri hvørja kapping tey luttaka í.
Stigini verða samantald og verða heiðusmerki givin teimum, ið samanlagt eftir 3 kappingar liggja nr 1, 2 og 3 í høvuðsgreinunum sprint, miðtein, lop og kast í sínum aldursbólki. Eisini verða steyp latin teymum íðkaranum í aldursbólkunum upp til og við 15 ár, sum hava flest stig.
Vit kunngerða støðuna eftir 2 umfør, so skjótt sum hon er samantald.

Øll úrslitini av kappinini síggjgast her.

Fleiri myndir, sum Bjørg Svabo hevur tikið, síggjast her.

Related Articles