Treystagentan, Maria Biskopstø, hevur seinasta árið verið á college í Indiana, USA, har hon hevur íðka frælsan ítrótt.
Maria hevur sett fleiri føroysk met, meðan hon hevur verið har yviri.
Seinasta metið setti hon leygardagin 13/5, til kapping í Normal, Illinois, tá ið hon rann 400m rimarenning uppá 1.02,74 min. Gamla metið átti hon sjálv.
Maria er nú komin heim aftur á klettarnar og var við í stórkappingini í Klaksvík leygardagin. Tó var verðrið ikki nakað at skriva heim um, og úrslitini fylgja tá sjálvdan við.
Og Bragdadrongurin, Jónas G Isaksen, hevur í vikuskiftinum verið á Østerbro stadion, Keypmannahavn, har hann hevur luttikið í Norðurlanda Meistaraheitinum fyri seniorar. Hann rann 400m og 400m boðrenning.
Jónas var í yngra endanum av 400m feltinum og bleiv seedaður í b-finaluna. Her hann rann 400m skjótari, enn hann nakrantíð hevur gjørt áður, vann riðilin og tók sítt egna føroyska met. Nú ljóðar føroyska metið á 400m uppá 47,24 sek.
Samanlagt endaði Jónas nummar 7 av 12 rennarum.
Jónas var eisini partur av 4x400m boðrenningini, har Danmark hevði valt at seta ein ungdómsbólk. Teir blivu nummar 3 við tíðini 3.13,78 min og var Jónas her við til at seta nýtt, danskt U20 met.
Hjartaliga tillukku Maria og Jónas.