Frælsur Ítróttur Føroya 25.08.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
Ymiskt

Hallur nr. 3 til DM í 24-tíma-renning og nýtt føroykst met

Í vikuskiftinum hevur Hallur Holm gjørt eitt megnar avrik í Sæby, tá ið hann luttók í 24-tíma ultrarennikappingini, ’24 timer ved havet’.

Hetta er eitt meistaraheiti, fyriskipað undir Dansk Atletik Forbund, DAF.

Renningin byrjaði kl. 12.00, leygardagin 3. juni og yvir fylgjandi 24 tímarnar, rann Hallur 223,565 km.

Hallur bleiv samlað nr 3 av 30 monnum og í aldursbólkinum 55-59 ár vóru 4 menn, har Hallur rann drúgvasta teinin.
Tað manglaður bert 66m í, at Hallur setti nýtt danskt met fyri árgang 55+.
Eisini er hetta nýtt føroykst met í 24-tíma-renning, við heili 37 km.
Pól Sundskarð átti gamla metið.

Hallur sigur, at hetta helst var ein tann sterkasta kappingin av sínum slagi nakrantíð í Danmark, við 5 landsliðsrennarum, umframt einum backyardrennara við +400 km.
So feltið var krútsterkt.

Fyri at fáa eitt sindur av føling við, hvussu stórt avrikið er, er kravið, at sleppa á danska 24-tíma ultralandsliðið, at klára at renna minst 220 km, uppá 24 tímar.

Heimsmeistaraskapið verður í Taiwan í desember í ár og er Hallur tískil spentur, um hann fær landsliðsboð til ta uppgávuna.

Renningin hjá Halli sæst her.

 

Hjartaliga tillukku við avrikinum, Hallur.

Myndirnar eigur Jákup Jacobsen.

 

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar