Frælsur Ítróttur Føroya 24.08.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
Ymiskt

Raska Stórkapping 3

Leygardagin 17/6, verður 3. og seinasta stórkappingin í ár, hesuferð á Tórsbreyt.

Tað er soleiðis, at kappast verður um flest stig í hvørji av fylgjandi høvuðsgreinum, sprint, miðteinur, lop og kast. Tann, ið eftir 3 umfør hevur flest stig, stendur sum vinnari. Tað verður kappast í aldursbólkum og heiðursmerki verða latin nr. 1, 2 og 3 í hvørjum aldursbólki. Eisini verður steyp latið samlaða vinnaranum í hvørjum aldursbólki, upp til og við 14-15 ár.
Íðkarin skal hava luttikið í minst 2 av 3 kappingum, fyri at verða við í dystinum um heiðursmerki og steyp. Eisini skal íðkarin verða tilmeldaður sum limur í einum av frælsafeløgunum, undir FíF.
Heiðursmerkini verða handað beint eftir lokna kapping.

Støðan eftir 2 umfør sæst her.

Tilmelding til Raska Stórkapping 3, fer fram her.
Seinasta freist fyri tilmelding, er týskvøldið 13/6 á midnátt.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar