Frælsur Ítróttur Føroya 27.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
Ymiskt

Stórkapping 3

Og við hesum, fer Frælsur Ítróttur Føroya at takka fyri luttøku til Raska Stórkappingarnar í ár 🥳
 
Tað hevur verið sera gleðiligt at síggja ein so sera stóran hóp av børnum, sum hava verið við til kappingarnar. Og eisini hava vit fyri fyrstu ferð verið til kapping á breyt í Klaksvík, sum hepnaðist so sera væl.
 
Tað var Hvirlan, ið átti fyriskipanina av seinastu stórkapping 3, sum var leygardagin á Tórsbreyt, í góðum kappingarveðri.
Takk skula tit hava fyri tað 👏
 
Eftir lokna kapping, vóru heiðursmerki og steyp handað 🥇🥈🥉🏆
Gull, silvur og bronsa til bestu 3 í øllum aldursbólkum. Og samlaðu vinnararnir av aldursbólkunum upp til 15 ár, fingu steyp handað.
 
Vit takka fyri at hava stuðla okkum við FIT+ og Ítróttakaka til allar kappingarnar ☺️😋
 
Samlaða støðan er viðheft í PDF her.
 
Øll úrslitini frá stórkapping 3 síggjast her
 
Myndir, sum Björg Svabo hevur tikið, síggjast her
 
Vit síggjast aftur til FM, sum verður 12. og 13. august.
Tá fara vit fyri fyrstu ferð at royna, at hava FM fyri ung og FM fyri vaksin í eini og somu kapping.
 
Meira um hetta seinni í summar.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar