FM í ár, verður eitt sindur øðrvísi, enn tað hevur verið fyrr.
Vit fara nú at royna, at leggja FM fyri ung og FM fyri seniorar saman. Hetta er ein royndarskipan, sum vit eftirfylgjandi fara at eftirmeta.
Vit byrja FM fríggjadag kl. 17.00 og forseta leygarmorgunin kl. 10.00 og sunnudagin kl. 13.00.
Greinarnar í 2023 eru hesar:
8-9 (f. 2014-2015): 60m, 300m, 600m, longd, bólt og 4x200m mix = 6 greinar
10-11 (f. 2012-2013): 60m, 300m, 600m, longd, bólt, kúla og 4x200m mix = 7 greinar
12-13 (f. 2010-2011): 80m, 300m, 600m, 60m/80m rim, longd, hædd, kúla, spjót og 4x200m mix = 9 greinar
14-15 (f. 2008-2009): 100m, 300m, 800m, 80m rim, longd, trístøkk, hædd, kúla, spjót, klingra og 4x200m mix = 11 greinar
16-17 (f. 2006-2007): 100m, 200m, 400m, 800m, 100/110m rim, 400m rim, longd, trístøkk, hædd, kúla, spjót, klingra, hamar og 4x200m mix = 14 greinar
18-19 menn (f. 2004-2005): 110m rim, Klingra og Hamar = 3 greinar
Seniorar (2008 – og eldri) : 100m, 200m, 400m, 800m, 1500m, 5000m, 10000m, 100/110m rim, 400m rim, hædd, longd, trístøkk, klingra, hamar, kúla, spjót, 4x100m og 4x400m (18 greinar)
Greinabýtið yvir vikuskiftið verður soleiðis:
Fríggjadagin:
12-13 ár: 60m/80m rimarenning
14-15 ár: 80m/100m rimarenning, og trístøkk
16-17 ár: 100m/110m rimarenning, trístøkk og hamarkast
18-19 ár: 110m dreingir rimarenning og hamarkast
Seniorar: 100m/110m rimarenning, 5000m, trístøkk og hamarkast
Leygardagin:
8-9 ár: 60m, long, kúla og 4x200m boðrenning
10-11 ár: 60m, long, kúla og 4x200m boðrenning
12-13 ár: 80m, hædd, kúla og 4x200m boðrenning
14-15 ár: 100m, hædd, kúla, klingra og 4x200m boðrenning
16-17 ár: 100m, 400m, hædd, kúla, klingra og 4x200m boðrenning
18-19 ár: Klingra
Seniorar:100m, 400m, 1500m, hædd, kúla, klingra og 4x100m boðrenning
Sunnudagin:
8-9 ár: 300m, bóltkast og 600m
10-11 ár: 300m, bóltkast og 600m
12-13 ár: 300m, 600m, longd og spjót
14-15 ár: 300m, 800m, longd og spjót
16-17 ár: 200m, 800m, 400m rim, longd og spjót
Seniorar: 200m, 800m, 10000m, 400m rim, longd, spjót og 4x400m boðrenning
Hetta skal takast við fyrivarni og kunnu smávegis broytinar verða gjørdar.
Soleiðis er kappingin løgd til rættis:
Kappingin verður løgd soleiðis til rættis, at tað verður kappast um ungdóms-meistaraheitið í aldursbólkum upp til og við 17 ár.
Kappast verður um senior-meistaraheitið frá 18 árum og upp.
Undantøk frá hesum gera seg galdandi á hesum greinum:
- 110m rimarenning. Har kappast U20 í aldursbólki. Hetta, tí rimahæddin ikki er full.
- Klingra hjá monnum. Her kappast U20 í aldursbólki, fyri at kappast í aldurssvarandi vekt.
- Hamarkast hjá monnum. Her kappast U20 í aldursbólki, fyri at kappast í aldurssvarandi vekt.
Um ein sum er yngri, ynskir at kappast um seiniormeistaraheitið, er tað møgulligt. Tó verða, í teknisku greinunum, brúkt amboð í fullari vekt og, kappast verður í rimum, við fullari hædd.
Ein skal fylla minst 15 ár í kalendaraárinum, sum kappast verður í, fyri at kunna luttaka í kappingini um senior-meistaraheitið.
Tað ber ikki til at kappast um ungdómsmeistaraheitið og seniormeistaraheitið í somu grein.
Um tað í spurtunum verður meira enn ein riðil tilmeldaður, verða innleiðandi riðlarnir og finalan runnin sama dag.
Í aldursbólkunum 8-9 ár og 10-11 ár, verða beinleiðis finalur í spurtunum.
Í langspurti (300 m og 400 m) verður bólkað í a-finalu og b-finalu, eftir úrslitum fyrr í ár, og verða tíðirnar avgerandi. T.v.s., ein rennari í b-finaluni kann blíva føroyameistari.
Í teknisku greinunum hjá aldursbólkunum 8-9, 10-11 og 12-13 fáa allir íðkarar tríggjar royndir. Í bólkunum 14-15, 16-17 og seniorar, fáa øll seks royndir.
Í boðrenningum, ber til hjá yngri íðkarum, at renna einum eldri aldursbólki. Ein eldri íðkari, kann IKKI renna við einum yngri aldursbólki.
Liðini til boðrenningarnar, verða samansett av venjarunum.
Til ber, at melda til FM her.
Freistin at melda til er týskvøldið 8. august kl. 23.59 !
Øll úrslitini síggast her og á appini ‘Roster’.
Og til seinast ynskja vit at koma við eini vinaligari áheitan um at øll tit, sum yvirhøvur kunna, koma at hjálpa til við at fáa kappingarnar avviklaðar.
Hjálparfólkini verða samskipað í samstarvi við lokalfeløgini.
Vit vóna eisini at síggja hjálparfólk, sum ikki hava roynt tað fyrr. Tað eru nevniliga nógvar uppgávur, sum ikki krevja serstaka vitan. Hettar er t.d. at halda í eini rívu ella trýsta start á einum vindmátara.