Leygarmorgunin 30. september kl. 9.00 verður ein sonevnd Backyard Ultra rennikapping fyri fyrstu ferð á føroyskari jørð, tá Bragdið fyriskipar kappingina, sum tey nevna Havnardalur Backyard Ultra.
Backyard-renning er lutfalsliga nýtt kappingarslag, har tað ikki ræður um at renna skjótt, men at halda á og halda út. Setningurin er greiður. Renn 6,7 km innanfyri ein tíma. Brúkar tú 40 minuttir um teinin, kanst tú hvíla í 20 minuttir, og brúkar tú 58 minuttir, er støðgurin 2 minuttir, tí á næsta heila tímanum byrjar næsti 6,7 km. Og soleiðis verður hildið fram, til bert ein rennari er, sum megnar at renna eitt umfar uppá 6,7 km innan fyri ein tíma.
Backyardrenning er ikki bara fyri tey, sum renna langt. Eisini er hon ein avbjóðing hjá øllum teimum, sum søkja síni mørk fyri, hvussu langt tey klára. Fyri onkran er tað tvey-trý umfør, fyri onkran annan tveir tríggir dagar. Renningin gevur ríkar møguleikar at práta saman bæði úti á rutuni og millum umførini, og er tí sera hugnalig og sosial.
Tað ber til at fáa sær ein lúr millum túrarnar.
Kappingin fer fram í Havnardali, har húsini hjá Ríðingafelagnum verða karmur um alt tiltakið. Her kunnu luttakararnir hvíla, eta, drekka, skifta klæðir o.s.fr. millum umførini. Luttakararnir skulu sjálvir syrgja fyri mati og drekka. Tó verður okkurt hjá teimum at fáa millum øll umførini: kalt vatn, kókað vatn, saft, kaffi, the, mjólk, sukur, chips, bananir….. Triðja hvønn tíma verður okkurt meira at fáa, og fyribils matarskráin sær soleiðis út:
- kl. 12.00 rugbreyðstykki við m.a. lunkaðum frikadellum
- kl. 15.00 kaffi og skuffukaka
- kl. 18.00 kjøtsóvs og pastaskrúvur
- kl. 21.00 bollar og kakao
- kl. 00.00 suppa v/breyði
- eftir hetta finna vit út av tí, alt eftir, hvussu nógv framvegis eru við.
Teinurin er eitt bland av asfalti og góðum gøtum. Beint yvir 100 hæddarmetrar eru á teininum. Ein góður partur av teininum er fram við hugnaligu Sandá.
Sjálv sálin í Backyard-renning er, at tú veitst ikki, hvussu leingi hon varar. Tí er eingin endatíð sett á tiltakið. Men givið er, at so hvørt sum tímarnir ganga, fækkast luttakaratalið. Og at enda stendur ein vinnari eftir. Øll hini eru DNF’arar. Men tómhent fara tey ikki heimaftur. Øll fáa eina t-shirt, har talið av gjøgnumførdum umførum verður prentað á.
Og so verða eisini brellbitar á vegnum. Heiðursmerki verður latið til øll tey, sum klára 12 umfør (50 miles ella 80 km) og 24 umfør (100 miles ella 161 km).
Tað kostar 300 kr. at luttaka. Tilmeldingin sæst her: https://bragdid.atgongumerki.fo/webshop/event/2223152/order/info
Fyri at fáa t-skjúrtuna, er seinasta freist at melda til nú sunnukvøldið 17. september. Sendið so ein teldupost til Peter Jensen við upplýsing um stødd. Sendið til: pj@skalkur.fo
Lazarus Lake, uppfinnarin av Backyard Ultra.