Home Komandi tiltøk RASKA Vetrarkappingin byrjar leygardagin 4. november

RASKA Vetrarkappingin byrjar leygardagin 4. november

by admin

Endamálið við kappingini er nú, sum áður, at skapa dygdargóðar kappingar fyri rennarar á einum hvørjum støði, og at økja og styrkja um áhugan fyri renning yvirhøvur. Myrku tíðina er gott at hava nakrar vitar, so vetrarvenjingin ikki verður ov einstáttað, og júst hetta er leikluturin hjá RASKA Vetrarkappingini.

Sum undanfarin ár verður tað Roysnið, sum bæði byrjar og endar. Og sum vanligt verður lagt fyri við navnfromu kappingini Runt Agnið, sum altíð hevur verið væl vitjað.

Kappingin Runt Agnið byrjar leygardagin 4. november kl. 11 við Tofta skúla.

Reglurnar fyri RASKA Vetrarkappingina verða tær somu sum seinasta ár (síggjast undur “Reglur”), og kappingarnar verða tær somu, tó við smærri tillagingum. Skráin er henda:

1. umfar – 04. November 2023 Runt Agnið: 10,3 km (uml. 3,1 km) – Roysnið
2. umfar – 18. November 2023 Kerjar (Náttúrurenning): 10,5 km (1 Km) – Hvirlan
3. umfar – 09. Desember 2023: í Kollafirði – Bragdið
4. umfar – 20. Januar 2024 í Vágum: – Frælsi
5. umfar – 03. Februar 2024 í Hoydølum (FM í lendisrenning): 8 km cross (uml. 3 km) – Bragdið
6. umfar – 25. Februar 2024 í Klaksvík– Treysti 8 km
7. umfar – 11. Mars 2024 í Vági – Hvistan
8. umfar – 23. Mars 2024 í Runavík (FM10): 10 km (5 km) – Roysnið

Vit vóna at so mong sum gjørligt koma at luttaka so trúliga gjøgnum veturin. Tað plagar at verða lønt aftur seinasta kappingardagin. Tess fleiri vit eru, tess stuttligari og hugnaligari verður tað.

Bólkarnir fyri hesa vetrarkappingina síggja soleiðis út:
-Kvinnur / menn opin bólkur (f. -2007)
-Kvinnur veteranar / Menn Veteranar (f. 1969-1978)
-Kvinnur/Menn Superveteranar (f. 1959-1968)
-Kvinnur/Menn Ultraveteranar (f. 1958 ella fyrr)
-Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 2003-2007)
-Gentur / Dreingir (f. 2008-2012)

Vit í FÍF vilja við hesum vísa á, at tá vit siga, at øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka, so merkir tað, at øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka! Vísið endiliga øðrum á henda gylta møguleika at kappast javnbjóðis.

Tilmeldingin til fyrsta umfar er tøk á tilmeldingarsíðuni.

Related Articles