Frælsur Ítróttur Føroya 25.08.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Frælsur Ítróttur Føroya athletics.fo Tilmelding
Komandi tiltøk

RASKA VK-1 Runt Agnið leygardagin 4. november

Fyrsta umfar í RASKA Vetrarkappingini 2023-24 verður á Toftum leygardagin 4. november.

Runt Agnið hevur í mong ár byrjað við Tofta skúla, og síðani er runnið suðureftir niðan á Agnið, oman til Runavíkar, runt Rókina og út á mál niðanfyri kommunuskrivstovuna.

Í ár hevur Roysnið gjørt av, at rennast skal umvenda leið. T.v.s. at byrjað verður niðanfyri ráðhúsið, og síðani erður runnið inn til Saltnes, runt Rókina til Runavíkar, og so langu leiðina niðan á Agnið, og endað verður við undanbrekku oman til skúlan á Toftum.

Tey, sum vanliga renna runt Agn, kenna sjálvandi bæði væl báðar túrarnar, men hjá øðrum er hetta ein heilt nýggj ruta. Vanliga brætta mótbrekkan í byrjanini, langa undanbrekkan og slætta strekkið á mál er nú avloyst av einum sløttum starti, síðani einari langari mótbrekku og so brættari undanbrekku á mál.

Ruta og hæddarprofilur sæst niðanfyri.

Børnini renna á leið 3,1 km, og byrja við Ævívíksvegin. Tey hava bert stutta mótbrekku, og síðani er undanbrekka mestsum allan vegin á mál við Tofta skúla.

Ruta og hæddarprofilur hjá børnunum sæst niðanfyri.

Tilmelding er sum vanligt á tilmeldingarsíðuni hjá FÍF her.

Meldast kann til á netinum fram til startin. Til ber eisini at melda til á staðnum.

Byrjað verður kl. 11 leygarmorgunin 4. november við býráðsskrivstovuna á Toftum. Umklæðing áðrenn og aftaná er í Tofta skúla.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
Dagar
Tímar
Minuttir
Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 dagar
Gotland Gotland 2031 dagar