Home Úrslit Nýggir vinnarar í fyrstu vetrarkappingini

Nýggir vinnarar í fyrstu vetrarkappingini

by admin

1. umfar av RASKA vetrarkappingini 2023-24 varð runnið á Toftum leygardagin 4. november. Líkindini vóru yvirhøvur góð. Runnið varð Runt Agnið, men eftirsum runnið varð øvugtan veg – byrjað var niðanfyri býráðshúsið á Toftum og endað varð við Tofta skúla, var rutan heilt nýggj fyri tey, sum ikki renna agnið so ofta undir venjing.

Hóast nógv kend nøvn vóru millum luttakarar og vinnarar, vóru nýggir vinnarar í opnu bólkunum hjá bæði kvinnum og monnum. Annika Thomsen úr Bragdinum vann opna bólkin hjá kvinnum við tíðini 47,06 min, frammanfyri Lydiu í Lambanum, Roysnið, við 47,33 min og Katrin Thorsvig Hansen, Bragdið, við 51,32 min.

Hjá monnum vann Oliver Granhøj við 37,05 min, frammanfyri Rógva Kárasyni, 37,46 min, og Boga Hjalt, 37,54 min. Teir umboða allir Bragdið.

Øll úrslitini frá 1. umfari eru at finna her.

Og stroyming av málinum er at finna her.

Og ein rúgva av myndum frá tiltakinum eru at finna á Facebook-bólkinum hjá Roysninum her.

RASKA Vetrarkappingin er skipað í 8 umførum. Næsta umfar verður í Havnadali leygardagin 18. november, tá Hvirlan skipar fyri.

Related Articles