Frælsur Ítróttur Føroya 28.10.2026
Frælsur Ítróttur Føroya Tilmelding
Komandi tiltøk

RASKA VK2 Kerjar verður runnið leygardagin

Fyri tveimum vikum síðani varð fyrsta umfar av RASKA Vetrarkappingini runnið á Toftum.

Nú leygardagin 18. november veråur næsta umfar runnið í Havnadali. Hvirlan skipar fyri.

Sjálv kappingin byrjar við Spíran í Havnadali kl.10.00. Til ber at heinta startnummur frá kl. 9.

Tiltakið er fyri øll – familjur við børnum, eldri og yngri, rennarar og gongufólk.
Hotel Føroyar stuðlar Kerjarenningini við 3 gávukortum à 1000,-
Allir Kerjaluttakarar eru við í lutakastinum um gávukortini frá Hotel Føroyum
– vit draga lut millum startnummurini.

Eingi heiðursmerki verða latin til kappingina, men okkurt gott til góman verður at fáa, og myndir verða tiknar av vinnarunum.

Til ber at tekna seg til kappingina á tilmeldingarsíðuni.

Høvuðsstuðul

Stuðlar

Betri International Island Games XXI – Faroe Islands 2027

Oyggjaleikirnir koma til Føroya! Betri International Island Games XXI verða settir leygardagin 3. juli 2027.

Les meira um Oyggjaleikirnar →
–Dagar
–Tímar
–Minuttir
–Sekund
Komandi oyggjaleikir
Isle of Man Isle of Man 2029 – dagar
Gotland Gotland 2031 – dagar